mánadagur 17. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 54 - 17. mars 2008
Tað heldur Claus
Rasmussen, sum av
aðalfundinum varð
valdur í nevndina hjá
Føroya Banka, sum
síðani valdi hann til
formann
AÐALFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað gjørdist Claus Rasmus
sen, grannskoðari, ið tók
við starvinum sum nevndar
formaður í Føroya Banka
eftir Jóhan Páll Joensen.
Hetta er ein stór og
spennandi avbjóðing. Nú
komi eg at sita hinumegin
borðið, kann man siga. Tað
eru nakrir partabrævaeigar
ar, sum hava álit á, at eg
kann tilføra bankanum nak
að, og so mugu vit bara
síggja, hvussu tað gongur,
sigur Claus Rasmussen.
Í fjør gjørdi Claus Ras
mussen av at gevast sum
stjóri og grannskoðari í fel
agnum
Rasmussen
og
Weihe, og flyta til Danmark
ar at búgva. Men tað heldur
hann ikki verða nakra forð
an fyri starvinum sum nevnd
arformaður í Føroya Banka.
Nei, tað er eingin trupul
leiki at búgva í Danmark.
Tað er jú so skjótt at sleppa
aftur og fram, og burtursæð
frá nevndarformanspostin
um í Føroya Banka, havi eg
bert nakrar aðrar nevndar
sessir, so eg havi góða tíð,
sigur Claus Rasmussen.
Sum grannskoðari hevur
hann gott innlit í føroyskt
vinnulív og eisini føroysku
bankaverðina, so hvørjar
broytingar ætlar hann sum
nevndarformaður at fremja?
Nei, nú fari eg fyrst at
síggja tíðina ann, áðrenn eg
úttali meg meiri ítøkiligt
um tað, sigur nýggi nevnd
arformaðurin.
Hann hevur nú í eina tíð
havt møguleikar at eygleiða
gongdina av síðulinjuni.
Bankin er privatiseraður
nú, so tað er ein spennandi
tíð vit ganga ímóti, sigur
Claus Rasmussen við Rás2.
Spennandi avbjóðing
Claus Rasmussen er nýggjur nevndarformaður fyri Føroya
Banka
Eftir fimtan árum
í nevndini hjá Før
oya Banka valdi
Jóhan Páll Joensen,
nevndarformaður,
at leggja frá sær á
aðalfundinum fríggja
dagin
AÐALFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tú skal verða so leingi í
einari nevnd, sum tú merkir
tú kanst geva eitt íkast. Tá
tú ikki kennir tað meiri, er
tíð at fara burturúr.
Tað sigur Jóhan Páll Joen
sen, nú fyrrverandi nevndar
formaður í Føroya Banka.
Hann kennir, at hann nú
hevur givið bankanum tað,
hann kann, og tí hevur hann
valt at leggja frá sær.
Men hetta er ikki nakað
nýtt. Eg havi hugsað um at
lagt frá mær seinastu fimm
árini, men tað hevur altíð
verið onkur annar í nevnd
ini, sum er givin. Í fjør var
støðan so, at privatiseringin
stóð fyri durum, og tá næst
formaðurin valdi at leggja
frá sær metti eg, at tað fór at
ávirka tilgongdina ov nógv,
um eg eisini segði meg frá,
sigur Jóhan Páll Joensen.
Hesi fimtan árini hevur
Jóhan Páll Joensen upplivað
bæði aldudalar og –toppar.
Tað truplasta var fyrsta
tíðin. Serliga trupult var at
siga fólki úr starvi. Hinvegin
má sigast, at vit nú í dag
kunnu lata ein banka frá
okkum, sum er í góðum
standi, og tað eri eg ógvu
liga fegin um, sigur Jóhan
Páll Joensen.
Hann vísir á, at bankin
hevur gott gjaldføri og góðan
solvens, og er annars væl
brynjaður til tær avbjóðingar,
sum liggja fyri framman.
Eg eri væl nøgdur við
gongdina, sum hevur verið
hesi fimtan árini. Nú er tað
altjóðagerðin, sum stendur
fyri framman, og bankin er
mitt í hesi tilgongdini. Tað
kundi sjálvandi verið spenn
andi at verið við til hetta eis
ini, men eftir fimtan árum
er tíðin komin at lata onkran
annan sleppa framat, sigur
Jóhan Páll Joensen við
Rás2.
Far tá tú einki kann geva meir
Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður
í Føroya Banka, hevur nú lagt frá sær
eftir fimtan ár.
Á ársaðalfundinum
hjá Føroya Banka
fríggjadagin vórðu
tríggir nýggir limir
valdir í nevndina.
Teir eru Wilhelm
Petersen, Kjeld
Søndergaard Holm,
og Klaus Rasmussen,
sum er nýggjur
nevndarformaður
AÐALFUNDUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Á aðalfundinum kunn
gjørdi nevndarformaðurin
seinastu 15 árini, Jóhan
Páll Joensen, at hann tók
ikki við afturvali. Sam
stundis boðaði hann frá, at
Graham Stewart og Eyð
hild Skaalum heldur ikki
tóku við afturvali. Haraft
urímóti tók Jens Erik
Christensen við afturvali.
Starvsfólkavaldu nevnd
arlimirnir, Olav Enomoto
og Sigmar Jacobsen, stóðu
ikki fyri vali.
Sp/f Skrínið, p/f Lago
Føroyar og p/f 14 skutu upp
at velja Wilhelm Petersen,
stjóri í Atlantic Petroleum,
Kjeld Søndergaard Holm
stjóri í Adversti og nevndar
limur í Nykredit og Danske
Bank Private Equity, og
Klaus Rasmussen, grann
skoðari og sjálvstøðugt vinn
urekandi, í nevndina. Hetta
samtykti aðalfundurin ein
mælt.
Aðalfundurin
samtykti
einmælt at taka til eftirtektar
ársfrágreiðingina hjá nevnd
ini. Eisini varð samtykt at
rinda partaeigararunum 45
mió. kr. í vinningsbýti.
Nevndin í Føroya Banka
hevur eftir aðalfundin skip
að seg við Klaus Rasmus
sen sum formanni og Jens
Erik Christensen sum næst
formanni. Hinir nevndar
limirnir eru nú Wilhelm
Petersen, Kjeld Sønder
gaard Holm, Olav Enomoto
og Sigmar Jacobsen.
Aðalfundurin
hevði
onga viðmerking um sam
sýningarpolitikk bankans.
Føroya Banki
nýggja nevnd
Kursirnir óálítandi
Kursirnir avspegla ikki úrslitini hjá bankunum. Tað
kennist sjálvandi ikki so gott at standa framman fyri
stórum íleggjarum, tá paartabrøvini hava so nógv minni
virði, men eg haldi ikki, at hetta er ein gongd, sum
ávirkar nevndina. Og fyri at rætta upp á hetta krevst, at
altjóða fíggjarstøðan gerst betri. Gerst hon ikki tað, so
ávirkar hetta ikki bara Føroya Banka. So í løtuni liggur
støðan hesum viðvíkjandi ikki í hondunum á Føroya
Banka, sigur Jóhan Páll Joensen.
Bíða við at selja
Jóhan Páll Joensen heitir á Fíggingargrunnin frá 1992 um
at bíða við at selja seinasta triðingin av partabrøvunum í
Føroya Banka. – Vit eiga at steðga við at privatisera
seinasta triðingin av bankanum so leingi, sum altjóða
fíggjarmarknaðirnir eru, sum teir eru, sigur Jóhan Páll
Joensen. Alla staðni frá ljóða ávaringar um
fíggjarkreppuna, og Jóhan Páll Joednsen heldur, at
kursurin má koma í minsta lagi upp aftur á 189, sum
hann var við fyrstu søluna, áðrenn seinastu partabrøvini
verða seld.