mánadagur 17. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 17. mars 2008
11
Fiskimálaráðharrin setir
óhefta kanning í verk í
samband við hendingina,
tá Olshana fór til botns við
fullari oljulast. Skal ikki
koma við nakrari meining
um júst hetta var kleyvar
skapur ella ei, men heldur
koma við nøkrum viðmerk
ingum til almenna hugburð
in, sum eyðkennir Fiski
málastýrið og avleiðingar
av avgerðum tess.
Sambært úttalilsum
fiskimálaráðharrans er
grundin til at henda
sokallaða “óhefta kanning”
skal setast í verk tann, at
onki innlit fæst í sam
skiftið lagnudagin hin 3.
august 2007, tá roynt var at
bjarga strandaða russiska
trolaranum.
Sum undanførsla frá
Fjarskiftiseftirlitinum
verður sagt, at tagnarskyld
an heftir munnkurv, og lok
er tí lagt á. Fiskimálaráð
harrin vil vera við, at
kanningin er alneyðug fyri
at betra um trygdina yvir
høvur, serliga tá talan er
um trygdina á sjónum. Tað
ljóðar bæði tiltalandi og
skilagott at dagføra før
oysku tilbúgvingina, tí
allur bati bøtir.
Harra ráðharri, tit eru so
raskir at lóggeva. Hví
lóggeva tit ikki á fjarskiftis
økinum? Tak lokið av aftur
við lóg. Ella er Fjarskiftis
eftirlitiðdanskt sermál? Tú
pástendur samstundis, at
trygdin í føroyska fiski
flotanum ikki á nakran hátt
er í vanda. Hon er so góð,
at ikki er neyðugt at halda
galdandi sjófartslóg
longur, men heldur broyta
hana, soleiðis at maskin
tekniska manningin kann
sparast burtur til frama fyri
størri reiðarapart. Júst
hetta borgar ikki fyri trygd.
Tú ert væl klárur yvir, at
tú nú ert á veg í Tingið við
einum lógaruppskoti, sum
skal gera tað møguligt at
manna føroysku
maskinrúmini við ókvali
fiseraðari manning samb.
galdandi sjófartslóg.
Samstundis eru vit vitnir
til at føroyskir maskin
meistarir í stórum tali hava
fingið sær hýru við
útlendskum fiskiskipum,
har bæði arbeiðsumstøður
og úrtøka eru munanandi
betri enn á føroysku
skipunum. Hetta er eisini
galdandi tá avspáking fer
fram. Hetta sigur okkum
púra greitt, at málið átti at
verið loyst á ein heilt
annan hátt.
Pengar eru ikki trupul
leikin, tí føroyska reiðara
virksemið fyrigongur við
“Matadorstíli” og við
skipaðum strámanna
virksemi, har handlað
verður við fiskiloyvum í
trísiffraðum milliónaupp
hæddum. Hesi virðir sum
tú og eg, ogn Føroya Fólks,
áttu at lati komandi ættar
liði okkara til livibreyð,
fara á útlendskar hendur.
Av umsitingarligum fuski
fekk útlendskur reiðari, 12.
tíma undan løgtingsvali,
varandi fiskiloyvi. Júst
henda tilgongd kundi
legaliserast, tí “strámað
urin” var uppfunnin og
juridiska líktornið stóð til
at bresta av pínu. Alt hetta
uttan at tú gongur við til at
biðja landstýrismála
nevndina kanna løgna
tilburðin, sum fór fram
tveir dagar undan valinum.
Má siga at eg øtist og
undrist við, serliga nú aftan
á at hann eisini hevur tikið
um reyvina á Fiskimanna
felagnum og greitt framt
sáttmálabrot. Til síðst
stungin av í altjóðasjógv
við ivasomum siglingar
loyvi.
Jú, mangt gongur fyri
seg, sum ikki tolir dagsins
ljós. “Eftir hornunum skalt
tú tarvin taka”. Men hvat
er ein millión í mun til tær
40? Ikki nógv tá krónurnar
allar skulu í eitt stórt opið
hol. Men tær munnu
ivaleyst fjálga gott, tá tær
umsíður eru komnar í
jakkafóðrið. Jú, landstýris
málanevndin fær hóatalt
okkurt at tríva í.
Ilt er at blása og hava mjøl í munninum
Hjalmar
Norðberg
PoulseN
Løgmaður skrivar, at vit
ikki kunna rokna við
einum serfrøðingastovni
á fíggjarøkinum. Hetta
ger at væl útbúnir
føroyingar, enntá við
nógvum royndum, ikki
kunna venda heimaftur
at arbeiða. Fólk, sum
okkara samfelag manglar
í stóran mun.
Løgmaður "Føroya
hægsta tign" skrivar í
grein um føroyskt
fíggjareftirlit:
"Talan verður ikki um,
at vit skulu seta á stovn
eitt fíggjareftirlit við
kanska hálvthundrað
serfrøðingum, sum onkur
hevur róð framundir. Vit
taka ábyrgdina, men fara
ivaleyst at gera eina
avtalu við eitt eftirlit,
sum kann átaka sær hesa
uppgávuna okkara
vegna. Sannlíkt er, at
endin verður, at vit gera
eina avtalu við danska
fíggjareftirlitið um, at
tey røkja hesa uppgávu
framyvir okkara vegna
og fyri eitt gjald, sum tað
almenna má gjalda."
Also vit skulu IKKI
uppbyggja nakra
føroyska serfrøði á
økinum. Við øðrum
orðum: Føroyingar í
útbúgving sum búskapar
frøðingar, løgfrøðingar,
hagfrøðingar v.m., skulu
ikki gera sær nakra vón
at sleppa heim aftur til
Føroyar í hvussu so er
ikki um tað stendur upp
til Løgmann. Heldur ikki
teir føroyingar, sum í
løtuni starvast millum
annað í danska
fíggjareftirlitinum.
Allarhelst er ein stórur
partur kvinnur, sum vit í
Føroyum mangla so
dyggiliga. Hesir
føroyingar í útlegd eru
fólk, sum við sínum
royndum og útbúgv
ingum kundu ført
Føroyar framá m.a. á
altjóða fíggjarmarkn
aðinum.
Gud viti hvat okkara
kosnu fólk hugsa fyri
sær. At renna ørindi fyri
okkurt hissini gleps frá
ávísum konservativum
fólkatingslimi, sum bert
hevur eitt í kvittanum
tað at Føroyar við húð og
hár verða innlimaðar í
danska statin skjótast
gjørligt.
Nei, mítt uppskot er at
vit gera eina avtalu líkn
andi tí, Skipaeftirlitið
hevur um føroysk
sjóvinnubrøv. Ein
líkastillingsavtala, sum í
hesum førinum loyvir
danska sjóferðslu
stýrinum ígjøgnum eina
dygdarmenningarskipan
at auditera (skoða) Skipa
eftirlitið og øvugt.
Við at brúka eina líkn
andi skipan, kundu vit
uppbygt ein føroyskan
serfrøðingastovn, sum so
kundi verið auditeraður
(skoðaður) av danska
fíggjareftirlitinum.
Kanska kundi tað enntá
hugsast at skoðanin var
gjørd sínamillum.
Føroyskt
fíggjareftirlit
sjúrður
guðjóNssoN
Hugskotið hjá Bjørt
Samuelsen um, at brúk
araumboðsmaðurin eisini
skal hava eftirlit við húsa
marknaðinum er gott.
Men fyrst má húsamarkn
aðurin skipast bæði við
lóg um meklaravirksemi
og við lóg um keyp og
sølu av fastari ogn
"Vit skulu við lóg tryggja
rættindi og skyldur í
samband við keyp og sølu
á bústaðarmarknaðinum,
m.a. við lóg um fastognar
keyp, har eitt nú støðu
lýsing verður kravd, og við
lóg um húsamekling, ið
skal skipa umstøðurnar í
sambandi við keyp og sølu
gjøgnum húsameklarar."
Soleiðis verður sagt í
vælferðarpartinum av
Visjón 2015. Hesi orðini
vil Javnaðarflokkurin eisini
fegin taka til sín og gera til
síni egnu. Tí neyðugt er
rætta uppá tað óskil, sum í
løtuni serliga gongur fyri
seg á bústaðarmarknaðin
um í høvuðsstaðarøkinum.
Ì miðstaðarøkinum er tað
eftirhondini ógvuliga tor
ført hjá ungum at fáa føtur
undir egið borð. Serstak
liga trupul, fyri ikki at siga
ómøgulig, eru viðurskiftini
hjá ungum barnafamiljum,
ið ynskja at seta búgv og
byrja eitt lív sum familja í
miðstaðarøkinum. Markn
aðurin er einans seljarans
og meklarans marknaður,
meðan keyparin stendur
fullkomiliga einsamallur
við lítlari og ongari
rættartrygd.
Tí er neyðugt skjótast
gjørligt at fáa skipað hetta
økið við lóg. Støðulýsing
eigur at verða krav, eins og
ásetingar um saknktiónir í
sambandi við skeiva støðu
lýsing eiga at vera krav.
Somuleiðis eigur ognar
skiftistrygging at vera eitt
krav. Harumframt er stund
in komin, at krøv verða
sett til meklaravirksemi.
Form. Javnaðarfloksins
á tingi
joHN
joHaNNesseN
Húsamarknaðurin skal regulerast við lóg
Í annaðkvøld fara ung
við eplilepsi at greiða
frá sínum royndum
við sjúkuni. Tiltakið
verður í Miðlahúsi
num í Vágsbotni
EpilEpsi
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Epileptikarafelag
Føroya
skipar í annaðkvøld fyri
tiltaki í Miðlahúsinum, har
kunna verður um, hvussu
tað er at hava epilepsi sum
ungur.
At liva við epilepsi
Tað serliga við at hava
epilepsi sum ungur er, at
hetta er eitt tíðarskeið í
lívinum, sum framman
undan er merkt av stórari
óvissu. Støðuga hóttanin
um enn eitt epileptiskt
herðindi kann tí gera tann
unga enn meir ótryggan.
Soleiðis sigur Bjarki á
Rógvi Hansen, neurologur,
ið fer at greiða nærri frá
ungum og epilepsi týs
kvøldið í Miðlahúsinum.
Úr Danmark kemur 27
ára gamli Mads Boe at
greiða frá, hvussu tað var
at fáa staðfest epilepsi
sum 18 ára gamal, og
hvussu hann í dag livir eitt
virkið lív.
Eisini fer 20 ára gamla
Ása Súnadóttir av Skála at
siga eitt sindur um, hvussu
tað var at fáa staðfest
epilepsi fyri trimum árum
síðani.
Á
fundinum
verður
eisini høvi hjá áhoyrarnum
at seta spurningar.
Tiltakið byrjað klokkan
19.30
Menn eru farnir
undir at umvæla
gamla grindahjallin
hjá prestagarðinum í
Jansagerði, nú avgerð
er tikin um at varð
veita hjallin sum
fornminni
Fornminni
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nakrir ungir menn úr
Miðvági, ið hava áhuga
fyri
fornminnum,
hava
tikið stig til at varðveita
sokallaða Stóra Hjall í
Miðvági sum fornminni.
Talan er um ein gamlan
hjall, sum altíð hevur verið
brúktur til at goyma grind
í.
Samstarv
Arbeiðið við at varðveita
Stóra Hjall verður gjørt í
samstarvi við Fornminna
felagið og Miðvágs Komm
unu, sum hevur latið tilfarið
til at umvæla hjallin.
Tað er Nótafelagið við
Kirkjar í Miðvági, sum
eigur hjallin, ið upprunaliga
hoyrdi til prestagarðin í
Jansagerði.
Tí hevur hjallurin í nýggj
ari tíð eisini verið róptur
Nótahjallurin við Kirkjar.
Tað í stóran mun eftir
komarar hjá teimum, ið áttu
Nótafelagið, sum hava verið
við í arbeiðinum at umvæla
og varðveita hjallin.
Úr Miðvági verður sagt,
at arbeiðið at umvæla
hjallin gongur væl. Nú er
bert eftir at leggja flag á
takið og at hampa økið
rundan um.
Í anna'kvøld verður tiltak í Miðlahúsinum, har høvi verður at
hoyra um, hvussu tað er at hava epilepsi sum ungur
Gamli
grindahjallurin hjá
prestagarðinum í
Jansagerði verður
nú varðveittur sum
fornminni
Mynd: Fróði Poulsen,
www.vagaportal.fo
Ung við epilepsi í
Miðlahúsinum
Gamal grindahjallur
verður fornminni