mánadagur 17. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 54 - 17. mars 2008
Sjónarmið
Símun Absalonsen
Miðlahúsið hevur veitt
virðislønir til ársins mann,
kvinnu og kjakheiðursløn. Eg
ynski vinnarunum tillukku.
Kjakheiðurslønin fór til Hans
Andrias Sølvara m.a. fyri hansara
djørvu skriving. Uttan at tað
verður sagt beinleiðis, so man
óivað bókin “Orð Guds ella orð
um Gud” verða høvuðsorsøkin til
heiðurin. Eg fari at loyva mær at
gera nakrar generellar
viðmerkingar – serliga til bókina.
Eitt ávíst mynstur sæst í
skrivingini hjá HAS. Høvundurin
finnur nakrar vísundaligar hetjur
sum verða prýddar við sterkum
lýsingarorðum sum
“viðurkendir”, “heimsgitnir”
osfr. So verða hesar sannførandi
meiningar borðreiddar, og setur
nakar neyðar føroyingur seg
uppímóti hesum, so hevur hann
bjóðað vísmonnum og kendum
granskarum av kring allan heim.
Hetta er ein máti at ræða fólk at
tiga. Men hvussu sakligur er
hesin framferðarháttur?
Fyrst er at siga, at tað finst eitt
ótal av fólki á statsvirðurkendum
lærdum stovnum kring allan
heim sum eru rúkandi ósamd við
tær niðurstøður ið HAS í navni
av vísundi borðreiðir við. Í roynd
og veru hava mong av hesum
fólkum nógv størri viðurkenning
enn hetjurnar í bókini hjá HAS.
Tá HAS skrivar: “Tað er
staðfest”, “breið semja er um”,
“tað er viðurkent” osfr, tá setur
tann óupplýsti lesarin neyvan
spurnartekin við trúvirðið í
hesum. Hesi orðafelli eru ein
afturvendandi retorikkur í bókini.
Tað er kortini áhugavert at
staðfesta, at hóast HAS metir at
evangeliini hava rættiliga
avmarkað trúvirði, so vil hann
kortini viðurkenna ein ella annan
kristindóm og gudsfatan. Fyri
lesaran er tað tí áhugavert at vita,
hvat hesum kristindómur ítøki
liga inniber, t.d. av játtanum osfr.
Men her valdar tøgn. Tað ber ikki
til at finna útav hvat høvundurin
trýr á, men bert hvat hann ikki
trýr á.
Trúarorð
Tað kundi tí verið áhugavert at
samanborið siðvanda føroyska
trúarfatan við trúarfatan HAS.
Nýta vit t.d. høvuðsjáttan fólka
kirkjunar (tann ápostólska) og
samanbera við HAS so fáa vit
hesa mynd:
Ápostólska játtanin: Eg trúgvi
á Gud Faðir, hin alvalda, skapara
himins og jarðar.
HAS: ?
ÁJ: Eg trúgvi á Jesus Krist,
Guds einborna son váran harra.
HAS: Jesus var ikki Gud ella
Guds sonur í tí týdningi, at hann
var føddur av moyggj, men
heldur í tí týdningi, at hann við
dópinum í Jordanánni varð
adopteraður til at vera Guds
sonur (s. 115) Jesus hevur mest
sannlíkt verið ...ein so karis
matiskur persónur, at hann við
sínum verumáta og boðskapi
hevur fingið tey, sum rundanum
hann vóru, til at hugsa um Gud
sum ein ítøkiligan
veruleika.(s.146)
ÁJ: sum er gitin av Heilagum
Anda, borin í heim av Mariu
moy
HAS: Søgan um Mariu moy,
giting og føðing Jesusar hevur
einki við tann søguliga Jesus at
gera. Jesus var føddur uttanfyri
hjúnarband av Mariu úr Nazaret,
og Jósef....var lívfrøðiligi faðir
hansara. (s. 97,107)
ÁJ: pínslaður undir Pontiusi
Pilatusi, krossfestur deyður og
jarðaður, niður farin til Heljar.
HAS: Pilatus kann ikki hava
avhoyrt Jesus sum evangeliini
siga frá, tí Pilatus skilti ikki
móðurmál Jesusar. Innihaldið
hevur tí lítið við søgu at gera. (s.
121)
ÁJ: Triðja dagin staðin upp frá
deyðum, farin til Himmals,
sitandi við høgru hond Guds
Faðirs hins alvalda, haðani Hann
kemur at døma livandi og deyð.
HAS: Viðv uppreisnini: Talan
tykist ikki at vera um nakað, sum
eigur at blandast saman við
fysiskar hendingar ella søguliga
veruleika (s.141)
Á s. 15 sigur HAS annars, at
endamálið við bók hansara ikki
er at gera upp við átrúnað.
Løgmaður
Landsstýrið hevur júst yvirtikið
fólkakirkjuna og eg haldi at
løgmaður hevur sýnt gott hegni
og handalag í hesi tilgongd. Og
kirkjan hevur eisini frá lands
stýrinum fingið føgur orð á
leiðini. Men tað man tykjast
løgið hjá Jóanesi Ejdesgaard
fyrst at yvirtaka fólkakirkjuna
við ytru karmum og føgrum
trúarorðum, og síðani at heiðra
ein persón afturfyri at hann hevur
skotið trúarinnihald kirkjunar í
spønir. Og í kirkjuni er virðingin
so stór fyri evangeliinum, at
kirkjuliðið reisir seg tá lisið
verður úr gomlu bókini. Her hava
fríkirkjur kanska okkurt at læra.
Fundamentalistisk
rationalisma
Bókin “Orð um Gud” er grundað
á viðgongda rationalismu. Sann
leikin er avmarkaður til tað ið
menniskjað kann hugsa ella
ímynda sær. Og hóast høvundur
in sigur at talan ikki er um nakað
gudfrøðiligt verk, so er ein stórur
partur av bókini rein gudfrøði.
Tað er tí tveir Jesusar vit møta
í bókini. Tann gudfrøðiligi og
tann søguligi. Tann gudfrøðiligi
noyðist at boyggja seg fyri tí
søguliga, og tann søguligi kann
bert góðtakst eftir at hava verið
ígjøgnum eitt sáld av víðgongd
ari rationalismu. Rationalisman
tykist annars av hava sæð sína
bestu dagar.
Tann rationella spennitroyggj
an er sjónlig í bókini. Vit kunnu
taka dømi í samband við Jesu
føðing og Jesu deyða:
HAS: Tað man eisini vera
trupult hjá nýmótans kristnum at
ímynda sær, at Jesus var Guds
sonur í tí týdningi at hann hevði
helvtina av kromosomunum frá
Mariu og hina frá Gudi. (s. 159)
Tað ber illa til at ímynda sær,
at ein líðandi Jesus á krossinum
hevur lisið sálmar fyri áskoðara
fjøldini, stutt áðrenn hann doyði.
(s. 118)
Eg eri púra samdur við HAS.
Tað er trupult at ímynda sær og
eg havi hug at fara longur. Tað er
ógjørligt at ímynda sær. Men
hvør sigur at sannleikin er av
markaður til tað, ið vit kunnu
ímynda okkum. Og júst her ligg
ur kjarnin í Kristni kristologiini.
(læran um Kristus)
Kristus er fyrst og fremst eitt
loyndarmál (gr. Mysterion) Tað
merkir at hetta liggur uttanfyri
tað, ið mannavit kann rúma. Tað
er tí gleðiligt at HAS staðfestir,
at tað er mangt og mikið í sam
band við “mysterion” ið vit ikki
kunnu ímynda okkum.
Kulturradikalisma
Tað er eingin ivi um, at HAS er
ein góður fongur hjá ávísum
føroyskum mentafólkum. Sum
gestarøðari í rithøvundafelagnum
seinasta heyst tosaði hann um
kjakmentan føroyinga. Sambært
samandrátt av hesi røðu í Sosiali
num so metti HAS, at kjakment
an føroyinga var í djúpari kreppu
vegna støðu kristindómsins her á
landi. Seinni í røðuni hevði hann
rósandi orð til bretan Richard
Dawkins og Sam Harris fyri
teirra kjakíkast. Hesir báðir eru
annars kendir sum tveir teir mest
víðgongdu gudloysingar ið
finnast.
Dawkins sigur m.a. at fólk ið
trúgva á Gud eru annahvørt býtt
ella óupplýst, og at gudstrúgv er
eitt virus sum mannaættin hevur
fingið sum óhepnan genetiskan
arv. Ein av kendastu gudloysing
um í eina hálva øld Antony Flew
(professari í heimsspeki), gav í
2007 út bókina “There is a God”.
At Flew hevur svikið sína gomlu
“trúgv” hevur fingið øði í
Dawkins, sum metir at Flew
kanska er vorðin senilur. Daw
kins og hansara líkar verða
stundum nevndir nýateistar ella
fundamentalistiskir ateistar.
Eg veit ikki um tað eru “tol
semi” Dawkins, ið skulu lyfta
kjakmentan føroyinga á hægri
støði.
C. S. Lewis og Tolkien
Eru evangeliini íkomin mytologi?
Sjálvsagt kann rationalisman ikki
koma til aðra niðurstøðu. Tí
fyritreytirnar ið rationalisman
setur hava frammanundan útihýst
innihaldinum í evangeliinum.
Tann mæti C. S. Lewis hevði sín
rationella trupuleika við uppreisn
Jesusar, sum hann í mong ár
metti sum myta. Vinmaður hans
ara Tolkien segði sína einfaldu
meining við Lewis: Menni
skjans mytur eru ævintýr, men
Guds myta er sannleiki. Og
uppreisn Jesusar er Guds myta.
Hesi orð kollveltu lívið hjá C.
S. Lewis, sum í dag av mongum
er mettur sum størsti kristni
trúarverjin í seinastu øld. Neyvan
nakar mundi kenna betur munin
á mytum og veruleika enn hesir
báðir høvundar av “Narnia” og
“Lord of the Rings”.
Um evangeliini sigur C. S.
Lewis: “And I am prepared to
say on that basis if anyone thinks
the Gospels are either legends or
novels, then that person is simply
showing his incompetence as a
literary critic. I´ve read a great
many novels and I know a fair
amount about the legends that
grew up among early people, and
I know perfectly well the
Gospels are not that kind of
stuff ”
Keldur:
Orð Guds ella orð um Gud
H.A. Sølvará
The God Delusion
R. Dawkins
Christian Reflections
C. S. Lewis
Ein kjakmentan í kreppu?