mánadagur 17. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
[ Nr. 54 - 17. mars 2008 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Tað stutta av tí langa er, at tað ber ikki til hjá okkum
at spæla móti luksemburg í juni mánaði
Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF
Ólavur Simonsen megnaði við svørtum remis
ímóti Helga Dam Ziska, og saman við teimum
báðum hava eisini Carl Eli N. Samuelsen og
Torkil Nielsen 1,5 stig
Talv
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir tvey umfør í FM í talvi hevur eingin fingið fult.
Í 2. umfari megnaði Ólavur Simonsen við svørtum remis
ímóti Helga Dam Ziska. Helgi hevði vunnið við svørtum
ímóti Herlufi Hansen.
Veteranurin Torkil Nielsen er millum teir fremstu. Í dag
vann hann við hvítum á Hans K. Simonsen. Torkil megnaði
í gjár við svørtum remis ímóti Martini Poulsen. Martin var
aftur sunnudagin partur av remis. Hesa ferð var tað ímóti
Carl Eli N. Samuelsen, sum higartil hevur staðið seg væl.
Leygardagin taptu bæði Olaf Berg og Herluf Hansen. Í
gjár telvaðu teir remis.
Rani Nolsøe er ikki enn komin á stigatalvuna. Sunnudagin
tapti hann við hvítum ímóti Finnbirni Vang.
Helgi Dam Ziska, sum var hægst styrkismetti telvarin í
kappingini, hevði forfall leygardagin, og tí varð dysturin
hjá honum móti Herlufi Hansen útsettur.
1. umfar
Martin Poulsen 2303 – Torkil Nilesen 2058
0,5-0,5
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2231 – Olaf Berg 2183
1-0
Herluf Hansen – IM Helgi Dam Ziska
Ólavur Simonsen 2092 – Rani Nolsøe 2036
1-0
Finnbjørn Vang 2081 – Hans Kristian Simonsen 2178
0-1
2. umfar
Torkil Nielsen 2058 – Hans K. Simonsen 2178
1-0
Rani Nolsøe 2036 – Finnbjørn Vang 2081
0-1
IM Helgi Dam Ziska 2400 – Ólavur Simonsen 2092
0,5-0,5
Olaf Berg 2183 – Herluf Hansen 2023
0,5-0,5
Martin Poulsen 2303 – Carl Eli N. Samuelsen 2231
0,5-0,5
Støðan eftir tvey umfør
IM Helgi Dam Ziska, Carl Eli Nolsøe Samuelsen,
Torkil Nielsen, Ólavur Simonsen
1,5 stig
Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen,
Finnbjørn Vang
1,0 stig
Olaf Berg, Herluf Hansen
0,5 stig
Rani Nolsøe
0 stig
Mánadagin
Kl. 10
Torkil Nielsen – Rani Nollsøe
Helgi Dam Ziska – Hans K. Simonsen
Olaf Berg – Finnbjørn Vang
Martin Poulsen - Ólavur Simonsen
Carl Eli N. Samuelsen – Herluf Hansen
Kl. 14
Herluf Hansen – Torkil Nielsen
Ólavur Simonsen - Carl Eli N. Samuelsen
Finnbjørn Vang - Martin Poulsen
Hans K. Simonsen - Olaf Berg
Rani Nolsøe – Helgi Dam Ziska
Ætlaði landsdysturin
móti Luksemburg
verður av ongum.
Ístaðin roynir
Fótbóltsambandið at
fáa í lag venjingardyst
móti Estlandi
FóTbólTur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ísland og Luksemburg. Tað
vóru
uppgávurnar,
sum
FSF hevði fingið á tapetið,
tá farið varð undir fyrireik-
ingarnar til landsliðsárið
2008.
Ikki minst hóvaði tað før-
oyingum væl, at talan gjørd-
ist um dyst móti Luksem-
burg, sum vit áður hava
bast tríggjar ferðir. Hetta
var ein dystur, sum við
hepni kundi geva Føroyum
nøkur tiltrongd stig á FIFA-
styrkislistanum. Men nú er
so greitt, at tað verður ikki
frá Luksemburg, at tey stig-
ini skulu koma.
- Har kom tíverri eitt
avboð
frá
Luksemburg.
Akkurát, hvør orsøkin til
hetta var, veit eg ikki. Men
tað stutta av tí langa er, at
tað ber ikki til hjá okkum at
spæla móti luksemburg í
juni mánaði, sigur Magnus
á Stongum, sum er formaður
í
landsliðsnevndini
hjá
FSF.
- Men ætlanin er so, at vit
skulu hava ein venjingardyst
í juni kortini. Í løtuni verður
samráðst við Estland, og
tann dysturin er næstan
komin undir land, sigur
Magnus.
Føroyar hava fýra ferðir
áður spælt móti Estlandi.
24. februar í 1996 spældu
Føroyar 2-2 javnleik í
venjingardysti. 6. august í
1997 vunnu okkara menn
2-0 á útivølli – eisini í venj-
ingardysti.
Verri gekst tó, tá vit árið
eftir komu í undankapping-
arbólk við Estlandi. Tann 4.
juni í 1998 fingu okkara
menn av at vita í 5-0 tapi í
Tallinn, og tann 4. septemb-
er árið eftir vann Estland
2-0 á Føroyum á Tórsvølli.
Estland fyri Luksemburg
Eingin hevur fulla úrtøku
Talan verður ikki um dyst móti
Luksemburg, sum Føroyar annars
tríggjar ferðir hava vunnið ímóti.
Ístaðin verður arbeitt við at fáa
Estland henda vegin í juni mánaði
Mynd: Morgunblaðið