mánadagur 17. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 54 - 17. mars 2008
Málleyst hjá Claus
Einki mál kom í dystinum hjá Blackpool í næstbestu
ensku fótbóltsdeildini um vikuskiftið. Blackpool spældi á
heimavølli ímóti Preston, og liðini fingu eitt stig í part
burtur úr dystinum. Claus Bech Jørgensen var á liðnum
hjá Blackpool allar 90 minuttirnar. Blackpool liggur sum
nummar 15 av 24 liðum í Championship. Sjey dystir eru
eftir at spæla.
Málmaður fløsku í høvdið
Leygardagin fekk málmaðurin hjá Athletico Bilbao eina fløsku í
høvdið undir dystinum ímóti Real Betis, og dysturin mátti
steðgast. Málmaðurin Armando Ribeiro misti vitið eina løtu, og
nú verður roknað við, at Betis fær harða revsing fyri tilburðin.
Sannlíkt er, at eingir áskoðarar sleppa inn til næstu
heimadystirnar hjá Betis í sponsku kappingini.
Hondbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Teir práta mest um hondbólt,
tá teir eru saman í gerandis
degnum. Tað er heldur ikki
løgið. Teir hava spælt á
sama liði í Nykøping Falster
í triðbestu deildini í Dan
mark, men hetta seinasta
árið hava teir veruliga gjørt
vart við seg í føroyskum
hondbólti. Skírishósdag er
tað tó sum mótstøðumenn,
at teir skulu knógva hvørj
um øðrum í fyrstu FM
finaluni í Høllini á Hálsi.
Serliga í hesum døgum
fyllir hondbólturin nógv í
huganum á vinmonnunum
Jacob Larsen, úr Neistanum,
og David Edvardsen, úr StÍF.
Hóast tað, so vóru teir fúsir
til eitt prát um finaluna og
hetta seinasta árið. Fríggja
morgunin settust vit í Hvonn,
og sum teir sjálvir byrjaðu
samrøðuna við: Tað, sum
fer fram á vøllinum, verður
verandi á vøllinum.
Kappingarneytar
Tit spældu á liði saman í
Nykøping Falster í triðbestu
donsku deildini í 2006.
Hvussu er tað nú at vera
kappingarneytar um eitt
gullheiðursmerki?
DE: Tað er stuttligt og
spennandi. Æran stendur
eisini upp á spæl. Æran um,
hvør kann halda hvønn ann
an fyri gjøldur.
JL: Ja, nú eri eg eisini
væl við Claus Rasmussen
og Danni Syhler úr StÍF, so
tað verður ein dystur í dyst
inum. Men eg eri sannførdur
um, at eg standi ovast á
skamlinum, tá heiðursmerk
ini verða býtt út.
Persónslýsingar
Jacob, hvussu vilt tú lýsa
persónin David Edvardsen?
Fantastiskur fýrur. Vit
finna væl út av tí, báðir.
Hann er altíð glaður og ótrú
liga lættur at vera saman
við.
David, hvat vilt tú so siga
um persónin Jacob Larsen?
Hann er altíð glaður, tað
leggur tú til merkist alt fyri
eitt. Hann er hjálpsamur og
hevur torført við at siga nei
– sum mær eisini dámar
væl. Hann er stillur og veit
altíð eina góða søgu, um
tað er.
Jacob, hondbóltsspælarin
David Edvardsen – hvussu
vilt tú lýsa hann?
Tað er sera lætt at undir
meta hann, tí hann er so
lágvaksin. Men tað mást tú
ikki. Hann skjýtur væl eisini.
Eg ivist ikki í, at hann hevði
staðið seg sera væl í næst
bestu deildini í Danmark.
Hann er uttan iva besti høgri
bakkur í føroysku kappingini
í løtuni. So vit mugu bara
vóna, at hann spælur vongur
móti okkum...
David, hvussu er mál
verjin Jacob Larsen?
Ja, tú má so heldur ikki
undirmeta hann. Verður skot
ið niðureftir, so veitst tú, at
hann bjargar. Hann er kvikur
á fótunum, og stendur verjan
nøkunlunda, so verjir Jacob
fyri tí, sum hann skal.
David, á hvørjum økjum
skal Jacob Larsen menna
seg?
Hann hevur tað fyri at
seta seg niður hvørjaferð,
tað verður skotið á hann.
Eg kann ikki reiðuliga
hugsa um nakað annað.
Jacob, hvussu við David?
Ja, tað er sikkurt atdráttar
megin, sum er orsøkin til tað.
Men David? Nú siti eg og
hjálpi honum her áðrenn fin
aluna, men líkamikið. Hann
burdi skoti meira skiftandi.
Hann fær altíð eina rúgvu av
málum, ikki tað, men bólturin
fer altíð í sama stað.
Danirnir høvdu
ávirkan
David, hví valdi tú at koma
higar?
Eg var ringdur upp eina
viku, áðrenn landskappingin
í Føroyum byrjaði. Claus
(Rasmussen, venjari hjá
StÍF, blðm.) hevur áður ver
ið venjari hjá mær í Team
Sydhavsøerne í Danmark.
Eg og Danni Syhler kennast
eisini væl, so teir ávirkaðu
sjálvsagt mína avgerð. Teir
manglaðu ein lám, og eg
tók av alt fyri eitt. Eg metti
tað verða eina stóra uppliv
ing, og soleiðis hevur eisini
verið higartil.
Jacob, tú var her í farna
kappingarári eisini?
Ja. Eg og Kári Horn,
sum spældi við Neistanum
í fjør, eru væl og eg hevði
ofta prátað við Claus, sum
jú vandi Neistan tá. Eg vildi
fegin royna okkurt nýtt og
ókent, og hetta var ein upp
lagdur møguleiki. Eg havi
so ongantíð iðra meg um
Vinmenn eru nú móts
Vinmenninir Jacob Larsen og David
Edvardsen fylgjast nógv í gerandis
degnum, men hósdagin skulu teir stríð
ast um FMgullið sum mótstøðumenn.
Vit hava loddað dýpið hjá dønunum
báðum, sum hyggja aftur á eitt
eydnuríkt ár í føroyskum hondbólti
Navn: David Edvardsen
Føddur: 15. desember, 1986
Felag: StÍF
Pláss: Høgri bakkur
Ættaður: Danmark, Fredrikshavn
Búsitandi: Tórshavn
FAKTA