mánadagur 17. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 17. mars 2008
15
nøvn
Vánalig byrjan hjá Súna
Nýggja felagið hjá Súna Olsen, Viborg FF, fekk als ikki
nakra dreymabyrjan á Superliguna eftir langa vetrarsteðgin.
Sterka útivallarliðið, Esbjerg FB, var og vitjaði Súna og teir
grønu í Viborg. Súni slapp á vøllin í 56. minutti fyri
ungarska høgra bakkin Zoltan Balog. Hetta tíðarbilið var
Viborg longu aftanfyri 3-0, og meðan Súni var á vøllinum
fekk Esbjerg enn eitt mál, soleiðis at Viborg tapti heili 4-0.
Bayern varð lumpað
Venjarin hjá týska stórfelagnum FC Bayern tosar nú
alment við stórum bókstavum, eftir at sterka oddaliðið
púra óvænta tapti 2-0 ímóti lítla felagnum Cottbus um
vikuskiftið. - Cottbus spældi við hjartanum, og eg eri
sera, sera vónbrotin av mínum liði. Spælararnir halda
eftir øllum at døma, at meistaraheitið kann vinnast uttan
trupulleikar, segði ein argur Hitzfeldt eftir dystin
leygardagin.
avgerðina síðan.
Er tað nakað, sum hevur
verið gjørt tykkum bilsnar
við Føryoum?
DE: Náttúran er sera vøk-
ur. Fólkini eru eisini sera
fitt og blíð. Tað eru væl
fleiri og størri fjøll her enn
í Danmark, men tað venur
tú teg við alt fyri eitt.
JL: Ja, eg kann einans
taka undir við David. Hatta
er fyrimunurin við at svara
spurningunum fyrst...
Er møguleiki fyri at
síggja tykkum í føroyskum
hondbólti í komandi kapp-
ingarári eisini?
DE: Ja. Avtala er longu
fingin í lag við StÍF um, at
eg spæli her í næsta ár
eisini.
JL: Nú kom eg til Føroya
í síðstu løtu, og tað eru
framvegis ymisk viðurskifti
í Danmark, sum eg má fáa í
rættlag. Einki er avgjørt,
men eg hevði gleðiliga ver-
ið í Føroyum eitt ár aftrat.
Vandamikið
Hvørja fatan hava tit av
føroyskum hondbólti?
JL: Støðið er hægri, enn
eg var vanur við í Nykøping
Falster, tá eg spældi har. Eg
havi eisini ofta undrast yvir,
hvussu nógv krút er í nær-
dystunum her.
DE: Ja, eg má líka bróta
Jacob av. Tað er ótrúligt,
hvussu harðligir føroyingar
eru á vøllinum. Og at dóm-
ararnir loyva tí. Tit eru væl
vandir, tað má sigast. Tað
verður hildið í troyggjunum
og skumpað av øllum alvi.
Hvat hevur gjørt tykkum
mest bilsnar við føroyskum
hondbólti?
DE: Ja, serliga hetta við,
hvussu føroyingar spæla við
musklunum. Annar hvør
nærdystur í Føroyum hevði
verið til eina útvísing í
donskum hondbólti. Summ-
ar tíðir er spælið kanska ov
hart.
JL: Ja, tað burdi verið nak-
að fyri David at skumpa eitt
sindur. Men tað er stórur mun-
ur á hondbóltinum her og í
Danmark. Tað er ofta bein-
leiðis vandamikið at vera á vøl-
linum í Føroyum. Tað er løg-
ið, at fleiri skaðar ikki eru.
Meta tit, at nakar føroysk-
ur leikari hevði staðið seg í
oddinum í donskum hond-
bólti?
DE: Sveinur Justinussen
úr StÌF, heilt vist. Eg kann
ikki reiðuliga hugsa um
nakran annan nú. Jacob
Larsen kanska eisini, hehe.
Annars høvdu toppliðini í
Føroyum eisini klárað seg í
næstbestu deildini í Dan-
mark, meðan tey niðaru,
sum KÍF, VÍF og H71,
høvdu stríðst um uppflyting
millum tey triðbestu.
JL: Eg vildi sagt Finnur
Hansson, um hann fekk eitt
sindur meira av kjøti á
kroppin. Carl Herup Olsen
úr Neistanum eisini. Hann
hevði staðið seg á vongin-
um. Tað eru heilt vist eisini
fleiri, sum høvdu klárað seg
í næstbestu deildini.
Claus ikki fyrimunur
Jacob, hvat verður avger-
andi, um Neistin skal rópa
seg føroyameistara í 2008?
- Vit hava verið ógvuliga
skiftandi
higartil.
Tað
gongur ikki í einari finalu.
Verjan hevur staðið væl,
men álopið hevur ikki verið
nøktandi. Vit hava hinvegin
ein breiðan og evnaríkan
hóp av leikararum, og tað
er sera umráðandi.
David, somuleiðis til tín
– hvat verður avgerandi fyri
StÍF?
- Tað er av stórum
týdningi, at vit lyfta okkara
botnstøðið. Tað hevur verið
ov skiftandi. Tað riggaði
sera væl í verjupartinum
hjá okkum í byrjanin av
kappingarárinum. Vit mugu
finna tað ágangandi spælið
aftur. Snarálopini verða eis-
ini avgerandi. Hópurin er
ikki serliga breiður, og vit
mugu ikki fáa skaðar. Men
sjálvsagt, verður alt soleiðis,
sum eg greiði frá her, so
vinna vit trygt.
Hvør leikari fær avgerandi
týdning í finalunum og hví?
DE: Ingi Olsen, heilt vist.
Hann hevur eginleikan at
koppa einum dysti. Hann
kann avlevera inn á strikuna,
leggja upp til Trónda Krage-
sten og skjóta sjálvur.
JL: Eg vildi sagt tveir leik-
arar. Marian Cirloganescu,
málverjin, sum hevur staðið
seg sera væl seinastu árini
og serliga í so týðandi dyst-
um. So má eg nevna síðu-
mannin hjá mær her, David
Edvardsen.
Hann
kann
skjóta nøkur avgerandi mál,
so tað er umráðandi, at eg
fyrireiki meg væl áðrenn.
Claus Rasmussen hevur
verið venjari hjá Neistanum
í fleiri ár. Er tað ein fyri-
munur hjá StÍF?
JL: Nei, tað haldi eg ikki.
Vit spæla heilt øðrvísi nú.
Hann kennir sjálvsagt allar
leikararnar, men vit hava
eisini Jacob Jónsson í
hópinum, sum stóð á odda
fyri StÍF í fjør. So nei, tað
er ikki ein fyrimunur.
DE: Tað er hvørki ein
fyrimunur ella ein vansi.
Claus stendur ikki fyri sama
hondbóltsspælinum,
sum
hann gjørdi í Neistanum.
Hvat er størsta styrkin og
størsti veikleikin á hinum
liðnum?
JL: Tað eru serliga á
tveimum økjum, at StÍF eru
sterkir. Fyrst og fremst eru
tað Danni Syhler, David
Edvardsen og Sveinur Just-
inussen. Teir lyfta støðið hjá
hvør øðrum, og StÍF hevði
als ikki riggað, um eingin av
teimum var við. Og so eisini
snarálopini hjá teimum. Tað
er ein stórur veikleiki, at teir
ikki hava serliga breiðan
hóp. Útskiftararnir megna
ikki at fylla plássini eftir
stuðulsleikarunum.
DE: Breiddin á hópinum
er sjálvsagt ein styrki hjá
Neistanum. Teir eru sera
kvikir, sum jú er ein fyri-
munur, serliga í mótálopum.
Jacob er altíð tryggur í mál-
inum. Neistin hevur nógvar
einstaklingar, og tað meti eg
verða ein veikleiki. Verju-
spælið er eisini sera skift-
andi, og teir mugu frøast um
at hava Jacob í búrinum.
Til seinast Jacob Larsen og
David Edvardsen – hvør verð-
ur føroyameistari í 2008?
JL: Vit vinna. Liðini eru
á sama støði, men vit hava
breiðara hópin, og tað verð-
ur avgerandi.
DE: Tað verður sjálvsagt
StÍF. Vit hava staðið fyri
bestu avrikunum í ár, og vit
fara nú at staðfesta okkara
støðu sum Føroya besta
hondbóltsfelag.
støðumenn
Áðrenn teir komu til Føroya, vóru teir liðfelagar í donskum
hondbólti. Nú eru teir lyklaspælarar á hvør sínum liði, tá FM-
finalurnar í manshondbólti byrja skírisdag
Mynd: Álvur Haraldsen
Navn: Jacob Larsen
Føddur: 24. februar, 1979
Felag: Neistin
Pláss: Málverji
Ættaður: Danmark, Nykøp ing Falster
Búsitandi: Tórshavn
FAKTA