mánadagur 17. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 54 - 17. mars 2008
tíðindi
Fleiri stuðulsspælarar
vóur áskoðarar, tá
Neistin vann ein held
ur óvæntaðan sigur
á StÍF, tá bæði liðini
hitaðu upp til finalur
nar
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á talvuni endaði tað við, at
bert eitt stig var á muni mill
um StÍF og Neistan. Men
undan dystinum var longu
greitt, at bæði liðini vóru í
FMfinaluni, og at StÍF í
hesum fær heimavøll í eini
møguligari triðju finalu.
Tí var tað so sum so við
spenninginum á Skála leyg
ardagin, og tað eyðkendi eis
ini báðar partar. Teir spælar
ar, sum høvdu betri av at
hvíla seg heldur enn at
spæla, fingu eisini loyvi til
tess, og hugburðurin hjá hin
um spælarunum var ikki av
sama slag, sum hann vænt
andi verður skírisdag, tá fyr
sta finalan verður á skránni.
Tað var StÍF, sum byrjaði
dystin betur, men spakuliga
tók Neistin alt meira yvir.
Serliga vóru Dann Thor
leifsson og Tróndur Krage
steen væl upplagdir, og tá
verjuspælið ikki var tað
heilt stóra at reypa av, komu
teir fleiri ferðir í heilt góðar
skotstøður.
Seinastu minuttirnar und
an steðginum dróg Neistin
frá, og tann munin høvdu
teir hug at økja fyrstu løtur
nar eftir steðgin.
Heilt leysir sluppu teir
ikki, men StÍF megnaði ong
an tíð veruliga at koma fyri
seg aftur. Stutt fyri leiklok
minkaðu teir tó munin niður
í eitt mál, men tað takið
kostaði nógvar kreftir, og so
kundu Neistin og Dann við
einum góðum spurti seta
punktum fyri dystinum.
Hóast fegnir um sigurin,
so var tað ein strika í rokn
ingini hjá Neistanum, at
Karl Herup Olsen fekk reytt
kort í seinna hálvleiki. Eitt
kort, sum ber við sær, at
hann ikki verður tøkur til
fyrsta finaludystin.
Intensiteturin var so sum so, tá tey bæði fremstu liðini endaðu
endaspælið um vikuskiftið
savnsmynd
StÍF-Neistin 28-32 (15-18)
10 min: 6-6
20 min: 12-12
40 min: 19-23
50 min: 24-27
Málskjúttar
StÍF: Danni Syhler 6, David Edvardsen 6(1), Leivur
Justinussen 5, Jón Rasmussen 5, Sjúrður Djurhuus 1,
Jóannes Prestá 1, Bárður Danielsen 1
Neistin: Dann Thorleifsson 10, Tróndur Kragesteen
7(2), Jákup Apol 5, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha 3,
Karl Herup Olsen 3
Brotskøst: StÍF 1, Neistin 3
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 4
Diskvalifikatión: Neistni 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen
FAKTA
Trý reyð kort vóru
á lofti, tá H71 fór 10
minuttir ov tíðliga í
summarfrí
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Einasti dysturin, sum kundi
broyta nakað um støðuna,
tá seinasta umfarið í lands
kappingini varð á skránni,
var tann í Vestmanna.
Her kundi VÍF við einum
sigri toga seg upp á fjórða
plássið á stigatalvuni, og tað
gekk eisini. Men tað var nú
ikki meira enn akkurát. At
kalla allan dystin hevði H71
munin, og tá farið varð um
miðjan seinna hálvleik tókt
ist sigurin púrasta vísur.
Gestirnir høvdu fult tam
arhald á tí allarmesta, og
við 10 minuttum eftir á talv
uni stóð 1521.
Men so fóru hoyvíkingar
nir annars í summarfrí. Tey
sjey seinastu málini átti VÍF
nevnliga, og tó at tað ikki
stóð so øgiliga nógv upp á
spæl, so merkti hetta at
enda, at frustratiónirnar hjá
H71 kókaðu yvir.
Tá avgerandi brotskastið
varð dømt, kom ilt í fleiri av
spælarunum. Endin varð, at
dómararnir máttu senda tríggj
ar mans í brús nøkur sekund
undan liðfeløgunum. Men
Agnar Joensen, sum hevur
drigið sín part av lessinum
fyri VÍF í vetur, legði tó líka í,
og við síðsta málinum hetta
kappingarárið lyfti hann VÍF
upp á fjórða plássið.
VÍF-H71 22-21 (11-12):
Ov skjótt í summarfrí
Uttan nakað at
spæla fyri megnaði
Kyndil ikki at halda
dampinum uppi, og
so vann KÍF stórt í
seinasta dystinum á
árinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var eitt nærum sovandi
Kyndillið, sum kom út á
vøllin leygardagin. Øll vón
um eitt finalupláss var fok
in hjá liðnum, og tí var
trupult hjá spælarunum at
halda rætta hugburðinum.
Og hóast KÍF eru væl
niðastir í landskappingini,
so hevur árið víst, at mun
urin ikki er størri enn so,
at við skeiva hugburðinum
verður talan heilt víst um
tap.
Og kollfirðingarnir vóru
eisini til reiðar at lofta
møguleikanum at enda
árið ordiliga. Teir skaptu
skjótt ein mun millum
liðini bæði, og tó at Kyndil
raknaði nakað við fyri
steðgin, so var teimum
flestu greitt, at her skuldu
gestirnir fara avstað við sín
um bert fjórða sigri í ár.
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki hómaðist eisini
ein veruligur stórsigur,
men heldur ikki hetta fekk
Kyndil at raka við, og so
líðandi trumlaðu kollfirð
ingarnir bara víðari.
Á talvuni broytti dystur
in tó einki. Kyndil fær
bronsumerkini eftir eitt ár,
har teir komu ov seint
ígongd, og KÍF endar nið
ast. Eitt vónbrot fyri bæði
feløg, sum undan kapping
arárinum høvdu avgjørdar
ætlanir um at spæla við
millum tey bestu.
Kyndil-KÍF 19-30 (9-13):
Kyndil fekk bank
VÍF-H71 22-21 (11-12)
10 min: 2-2
20 min: 6-9
40 min: 13-17
50 min: 16-21
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 5(1), Rúni Joensen 5, Jákup S.
Andreasen 4, Niels Andreasen 3, Sámal J. Djurhuus 2,
Joen P. Høgnesen 1(1), John M. Andreasen 1, Regin
Joensen 1
H71: Dánjal Tórgarð 5(2), Poul Kjartan Dam 4, Esbern
Patursson 3, Niels Viggo Niclassen 2, Gunnar Bláberg
2, Johnny Durhuus 2, Rógvi Sørensen 2, Hans Kári
Hansen 1
Brotskøst: VÍF 2, H71 2
Útvísingar: VÍF 4, H71 3
Diskvalfikatiónir: VÍF 1, H71 2 (allar beinleiðis reytt)
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA
Kyndil-KÍF 19-30(9-13)
10 min: 4-5
20 min: 7-8
40 min: 12-18
50 min: 16-23
Málskjúttar
Kyndil: Finnur Hansson 7, Rani Ellingsgaard 4,
Janus Einar Sørensen 3, Ken Zachariassen 2, Hans
Áki Dal Christiansen 2, Josef Abrahamsen 1
KÍF: Rógvi Weihe 8, Damir Oros 7(3), Teitur Joensen
6, Jóan Pauli Olsen 2, Niklas Reginsson 2, Tony
Weihe 2, Jákup Trygvason 2, Regin Petersen 1
Brotskøst: Kyndil 1, KÍF 4
Útvísingar: Kyndil 2, KÍF 1
Dómarar: Eyðun Samuelsn & Andreas F. Hansen
FAKTA
Kollfirðingar vildu framvegis stríðast, meðan Kyndil longu
var farið í summarfrí, tá liðini hittust leygardagin
savnsmynd
StÍF-Neistin 28-32 (15-18):
Óvæntað men
líkamikið
QPR vil hava Figo
Enska blaðið Main On Sunday vil verða við, at Queens
Park Rangers í fleiri vikur hevur havt samráðingar við
Luis Figo um, at hann skal spæla við felagnum næsta
kappingarár. Í løtuni spælir 35 ára gamli Figo við Inter,
men sáttmálain gongur út í summar. Sagt verður, at antin
fer Figo til USA at spæla ella fer hann enska felagið
QPR.
Jón Rói slapp ikki við
Jón Rói Jacobsen slapp ikki upp í part í fyrsta dystinum
hjá AaB í superliguni í ár. AaB spældi á útivølli ímóti
OB, og dysturin endaði við javnleiki 11. Kanska er vón
fyri, at Jón Rói sleppur at spæla næstu ferð. Annar
miðverjin, Steve Olfers, gjørdi sjálvmál, og hin
miðverjin, Danny Califf, er leiðkannaður til næsta dystin.