mánadagur 17. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 54 - 17. mars 2008 ]
VÍF-Stjørnan 29-32 (14-18):
VÍF spældi við
móti oddaliðnum
Stjørnan tók sær eingi óráð fyri, tá tær
í seinasta dystinum vunnu útidystin
móti VÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu niðurflutta VÍF tók móti finalukláru stjørnunum,
tá kvinnurnar endaðu sítt endaspæl leygardagin.
Tí var spenningurin undan dystinum ikki tann heilt
stóri, men áskoðararnir fingu tó ein dyst, har bæði
spenningurin ongan tíð fór heilt burtur.
Tað er lítil ivi um, at legði Stjørnan veruliga nakað
fyri dagin, so varð sigurin helst væl tryggari. Men fyri
vertirnar mundi tað eisini telja rætta vegin, at tær nú
kundu spæla púrasta uttan tyngjandi nervarnar, sum
fleiri ferðir hava spælt teimum eitt puss í vetur.
Stjørnan var annars á odda stóran part av dystinum,
men VÍF royndi alla tíðina at hanga í. Og tá vertirnir
eitt skifti í seinna hálvleiki skoraðu fimm ferðir á rað,
stóð brádliga á jøvnum.
Tað eydnaðist tó hjá Stjørnuni at toga sigurin heim,
soleiðis at stóri munurin niður til næstu liðini kundi
haldast á stigatalvuni.
Fyri VÍF prógvaði dysturin, at tær væl kunnu spæla
við móti liðunum í fremstu deildini, hóast tilveran
komandi veturin verður í næst bestu deildini. Ein
veruleika, sum VÍF tó vónar at broyta umvegis áheitan
sína til HSF.
Fakta um dystin
VÍF-Stjørnan 29-32 (14-18)
10 min: 3-5
20 min: 6-12
40 min: 20-23
50 min: 25-26
Málskjúttar
VÍF: Fríða Marjunardóttir 6, Ioana Rapa 6, Rannvá á
Rógvu 4, Torgunn Johannesen 4, Liljan Djurhuus 3, Heidi
Joensen 3, Marita Johansen 2, Elia Leo 1(1)
Stjørnan: Simona Petersen 8(2), Durita Christophersen 7,
Maria við Neyst 6, Joan M. Djordjevic 2, Bára S. Klakstein
2, Anna Kristina Samson 2, Durita Mikkelsen 1, Durita
Ljósstein 1, Una Olsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Stjørnan 3
Útvísingar: VÍF 2, Stjørnan 3
Domarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
VB vann neyðuga
sigur á Kyndli. Men tað
munaði lítið í stríðnum
um finalusessin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað varð so sum við gleðini
hjá VB, tá tær høvdu vunnið
seinasta
dystin
hetta
kappingarárið.
Hóast talan gjørdist um
ein tryggan sigur á Kyndli,
so gjørdust Vágskvinnurnar
akkurát ov stuttar í stríðnum
um finaluplássið í Sunset-
kappingini.
Fyrstu løtuna av dystinum
leygardagin
spældi
VB
annars, sum trúðu tær
veruliga upp á sín møgu-
leika. Kyndil fylgdi við
eina løtu, men so skrædnaði
av álvara millum liðini við
tí muninum, sum helst var á
motivatiónini á degnum.
Eftir steðgin vóru boðini
um tryggu Neista-leiðsluna
á Skála tó eisini komin til
spælararnar, og so vistu tær
í VB, at úrslitið gjørdist tað
sama, líkamikið, hvussu
tær stríddust á vøllinum.
Tað vikaði tó ikki tann
veruleikan, at VB á degnum
var væl betra liðið, og fingu
tær eisini prógvað, at tær
við bronsukrónunum vóru
væl stinnari enn tær á lið-
num, sum gjørdist nummar
fýra.
Uttan nakran slingur
í valsinum togaðu
Neista-kvinnurnar
seinasta stikkið
heim, tá tær staðfestu
finaluplássið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Júst StÍF var mótstøðuliðið,
tá Neistin byrjaði upptúrin,
sum nú hevur ført liðið í
FM-finaluna.
Tann dystin var annars
um reppið, at Neistin mátti
veittrað endaliga farvæl til
finalumøguleikan, men við
einum stórum taki seinastu
minuttirnar fingust stigini
kortini til høldar.
At sjálvsálitið er batnað
síðani, var sjón fyri søgn
leygardagin.
Frá
fyrsta
bríksli
varð
ferðin
á
dystinum skrúvað í topp, og
Neistin streyk avstað undan
mótstøðuni.
Í álopsspælinum gekk tað
fyri tað nógva heilt skjótt
fyri seg. Og var møguleikin
at kontra, varð hetta eisini
gjørt.
StÍF hevði sum so einki
at spæla fyri í dystinum. Og
tó at tær eisini royndu at
gera sítt, so var munurin í
motivatiónsfaktorinum
rættiliga sjónligur. Somikið
sjónligur, at dysturin var
mest sum av, tá liðini fóru
til hálvleiks.
Neistin megnaði heldur
ikki at halda høgu leikferðini
allan dystin á tamb. Ikki tí,
at tað gjørdi tann stóra
munin samanlagt. Sigurin
kom so als ikki í vanda, og
so var fagnaðurin øgiligur,
tá
liðið
hevði
staðfest
finaluplássið. Eitt finalu-
pláss, um fyrstu vikurnar í
ár tóktist hanga í einum
ógvuliga klønum tráð. Men
sum liðið við einum sera
góðum endaspurti so ruddi-
liga vann sær rættin til.
StÍF-Neistin 22-31 (6-16):
Finalan kom til høldar
Tá avgerandi dysturin stóð á skránni, sýndi Neistin ikki minstu
tekinini um gummibein
savnsmynd
Kyndil – VB 27-39 (11-18):
Nyttuleysur sigur
Kyndil – VB 27-39 (11-18)
Málskjúttar:
Kyndil: Ronja Mikkelsen 7, Randi Wardum 6, Jackline Dur-
huus 5, Tordis Tróndarson 3, Súsanna Petersen 2, Barbara
Egilstrøð 2, Eyðrit Andreasen 1, Lina Andrealyte 1,
VB: Daiva Toumaite 14, Gurið Mortensen 9, Bára
Mortensen 5, Una Egilsdóttir 3, Carol Kjærbæk 2, Cristina
Holm 2, Ruth Lisberg 1, Laila Jespersen 1, Svava Vester-
gaard 1, Miriam Michelsen 1,
Brotskøst: Kyndil 2, VB 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen
FAKTA
StÍF-Neistin 22-31 (6-16)
10 min: 2-7
20 min: 3-11
40 min: 8-20
50 min: 16-26
Málskjúttar
StÍF: Rebekka Justinussen 9(1), Rósa Johansen 5, Ninna K.
Johansen 5, Sunfríð Johansen 2, Sólfríð Christiansen 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8, Ása á Neystabø 5, Rakul
Augustinussen 4(1), Ása Christiansen 3, Elin Holm 3, Mar-
jun f. Danberg 3, Anna Clementsen 2
Brotskøst: StÍF 1, Neistin 1
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 3
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen
FAKTA
Holst mátti lúta
Lyngby kláraði ikki at gera nakað sum helst við FCK, tá
ið oddaliðið í superliguni vitjaði í Lyngby í fyrsta dysti-
num eftir ársskiftið. Christian Lamhauge Holst var við á
liðnum hjá Lyngby, men hann og liðfelgarnir skaptu lítið
og brúktu mesta av tíðini til at verja fyri álopum hjá FCK.
Stóra liðið í Keypmannhaavn skoraði tó fýra mál, og
Lyngby fekk eitt troystarmál, so dysturin endaði 4-1.
El Banna aftur í Frem
Í august mánaði skifti Wassim El Banna úr Frem til Ajman Sport
Clubs í Arabisku Emiratunum at spæla. El Banna var liðfelagi hjá
Atla Danielsen í danska felagnum, og tað verður hann nú aftur. El
Banna treivst ikki í miðeystri, og hann hevur nú leitað sær aftur til
Danmarkar, har hann fer at spæla sum amatørur í Frem næstu
tíðina. El Banna hevur skotið 29 mál í 66 dystum fyri Frem
higartil, og hann hevur spælt á danska U19 og U21 landsliðnum.