Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 54 - 17. mars 2008 ] SÍ úr Sørvági ha­va­ fyri kortum vunnið bæði steypa­ka­pping­ ina­ og meista­ra­heitið í flogbólti hjá monn­ um, og um vikuskiftið skuldu kvinnurna­r so royna­ seg í sonnum fina­lustemningi á Ka­mbsda­li FLOGBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Harrarnar megnaðu at vin­ na greipuna, og kvinnurnar hava nú eisini vunnið sítt fyrsta meistaraheiti til felag­ ið. Av sonnum má Sørvágur verða at kalla ein flogbólts­ bygd burturav. Besta liðið vann Unga SÍ­liðið vann um viku­ skiftið sítt fyrsta meistara­ heiti, og tað gjørdu tær við imponerandi sigri á Kambs­ dali, har tær bastu heimalið­ num ÍF í einum ikki so væl spældum, men sera spenn­ andi oddabraki. SÍ hevur gjøgnum alt kappingarárið bert tapt eitt­ ans dyst, og tað var móti júst ÍF á Kambsdali, við minst møguliga muni. 3­2. Eftir hetta bangaðu tær alla mótstøðu til viks, og eisini í steypakappingini vístu tær ræðandi styrki. Uttan í sjálv­ ari finaluni. Sviku í steypafinaluni ­ Steypafinalan var ræðulig, hevur Karin Mikkelsen, lið­ forkvinna hjá SÍ, fortalt okkum fleiri ferðir gjøgnum kappingarárið, og við sigri­ num um vikuskiftið hava tær endaliga staðfest, at steypaósigurin var eitt keði­ ligt eindømi. Dystargongdin Dysturin byrjaði sum van­ ligt sera tættur og javnur, og liðini fingu høvið at skiftast um at vinna nakrar bóltar, men so var sum í berginum. Tær fylgdust heilt tætt restina av settin­ um, og ikki fyrr enn móti endanum drógu SÍ frá, og vunnu 25­22. Næsta settið var heilt ólíkt tí fyrsta, og nervarnar, ið SÍ tóktist at hava blakað til viks, komu aftur at arga tær, eins og dømið var í steypafinaluni. ÍF vant snøgt sagt burtur­ úr gestunum, og við 25­12 siga tølini kanska meira enn flestu orð. Triðja sett var sera spenn­ andi, eins og tað fyrsta hevði verið, og bert við kempan og stríði og strevi, fekk SÍ strítt seg framum og móti endanum høvdu tær so eisini neyðuga yvir­ skotið, og vunnu 25­22. Fjórða sett fekk SÍ veruli­ ga fulla úrtøku í byrjanini, tí av teimum fyrstu 10 bólt­ unum, vunnu gestirnar úr Sørvági teir nýggju. ÍF royn­ du gamaní at berja seg inn aftur í settið, ið tær máttu vinna, skuldu tær ikki tapa meistaraheitið á heimavølli. Munurin minkaði so við sum settið leið, men stóri munurin frá byrjan hevði við sær, at mótbrekkan hjá ÍF var ov brøtt. Munurin gjørdist ongantíð minni enn fýra stig, og tískil kundi SÍ krúnast Føroyameistarar í kvinnuflogbólti anno 2008. Hiðani skal ljóða eitt hjartaliga tillukku til bæði kvinnur og menn hjá SÍ, og alt tað besta framyvir. Sørvágur er flogbóltsbygdin