mánadagur 17. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 54 - 17. mars 2008 ]
burturav
Jóhan Petur á Stongum
Hetta er nakað so stórt
Vit fingu orðið á Jóhan Petur á Stongum og Karina
Mikkelsen úr SÍ, og Helen á Lakjuni úr ÍF, og spurdu
tey um hvat tey hildu um dystin, og hvussu tey upplivdu
hann, umframt ymiskt leyst var uppi og vendi.
Hvussu ber tað til at tit eru so røsk til
flogbólt í Sørvági?
- Vit hava havt eitt rimmar ungdómsarbeiði, tey seinastu
árini, og hetta sæst aftur í dag, sigur Jóhan Petur, ið vís-
ur á at miðalaldurin er bert á leið 19 ár, har tann elsta er
23 ár. Hjá monnunum er Jón Nielsen 27 ár, og so er
langt niður til tann næsta, so framtíðin sær bjørt út hjá
báðum liðum, sigur hann endaliga.
Var tað tann rætti vinnarin, ið vann FM?
- Ja eg haldi heilt víst, at SÍ er tann rætti vinnarin. Vit
kiksaðu totalt í steypafinaluni, og við dirvi og áræði
kempaðu vit okkum til sigurs í dag. Vit vístu at vit eru
besta flogbóltslið í landinum, sigur Jóhan Petur á Stong-
um, venjari hjá SÍ-kvinnunum og leikari á mansliðnum
hjá SÍ, ið vann greipuna í ár.
Helen á Lakjuni
Ikki nóg uppsettar
- Vit vóru virkuliga uppsettar undan steypafinaluni,
og tá spældu vit skilagott og væl. Tá kiksaði totalt hjá
SÍ, og vit vistu at tær ikki fóru at geva okkum ein so
lættan dyst hesaferð, sigur Helen á Lakjuni, álitið á ÍF
liðnum.
Hvat kiksaði hjá tykkum?
- Vit gjørdu alt ov nógvar býttar feilir, og tá sjálvt tað
mest grundleggjandi gongur galið, tá gerst trupult at
vinna ein flogbóltsdyst. Umframt feilirnar, haldi eg ikki
at vit vóru nóg uppsettar til dystin, sum eitt lið.
Var tað tann rætti vinnarin?
- Eg ynski SÍ tillukku við sigrinum, men eg haldi enn at
vit eru besta kvinnuliga flogbóltsliðið í landinum. Um
allar halda áfram at spæla, so skulu vit nokk síggja, hvat
sterkasta liðið í landinum verður í næstakappingarári.
Hon sigur, at hon vónar at aldursforkvinnan á liðnum,
Katrin Olsen fer at halda áfram at spæla, hóast hon
hevur luftað tankum um at skerja tíðina, ið nýtt verður
til flogbólt, eitt sindur.
Karin Mikkelsen
Settu alt uppá pláss
- Vit fingu lagt nervarnar í »spannina«. Vit hava undan
seinasta dystinum tosað aftur og fram um hvat tað er, ið
ger, at tað gongur galið í okkara dystum, og so høvdu
vit samráðst um at hava eina spann við, har vit samlaðu
allar negativar tankar og hugsanir og blakaðu teir í eina
spann. Hetta psykologiska meistaraverkið virkaði til
fulnar, tí nervar vóru í øllum førum ikki tað, ið forðaðu
teimum í nøkrum.
Fingu tit eina uppreisn?
- Ja, steypafinalan var ein sonn marra, og vit vóru
ræðuliga uppsettar til at gera tað gott aftur. Vit skildaðu
okkum sjálvum, fjepparum okkara og felagnum, at gera
tað betur enn vit gjørdu í steypafinaluni.
Er tað tann rætti vinnarin, sum í dag vann FM?
- Avgjørt rætta liðið vann FM. Vit hava bert tap tein dyst
í ár, sæð burtur frá steypaósigrinum, og tá var tað við
minsta muni yvirhøvur (3-2).