mánadagur 17. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 54 - 17. mars 2008 ]
Misjøvn byrjan hjá Mørkøre
Kurt Mørkøre var, eftir nøkur ár í útlegd í Noregi, aftur í Føroyum og
føroyskum fótbólti í farna kappingarárið. Leingi var líkt til, at hann skuldi
vinna B36 upp aftur á ovastu rók í Formuladeildini, men fyrrverandi lands
liðsleikarin stóð eftir við einum bronsuheiðursmerki, tá avtornaði. Kurt
Mørkøre skal í hesum kappingarárinum standa á odda fyri norska Elnes
vågen, sum spælur í triðbestu deildini í Noregi. Hetta er í økinum Nordmøre/
Romsdal. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis hjá klaksvíkinginum, men
eftir úrslitunum í venjingardystunum at døma hevur ikki gingið serliga væl.
Liðið hevur tapt allar fýra dystirnar, sum higartil eru leiktir. Triðbesta deildin
í Noregi fer aftur av bakkastokki tann 21. apríl, og Elnesvågen skal royna at
lyfta seg avgerandi fetið frá triðja plássinum, sum liðið endaði á í fjør.
Avrikið var lítið
sannførandi og
fáir glottar vóru, tá
Føroyar í gjár legði
rygg til 3-0 ósigur
í venjingardysti
móti Íslandi. Jógvan
Martin Olsen hevur
framvegis bara
roynt at tapt, meðan
hann hevur staðið á
odda fyri føroyska
landsliðnum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
– Eg eri ikki nøgdur við at
tapa, um tað so verður við
einum máli. Vit fara eftir
sigrinum og ikki minni enn
tað.
Jógvan Martin Olsen,
landsliðsvenjari, var sera
bjartskygdur undan venjing
ardystinum móti Íslandi í
Kópavági í gjár. Íslending
arnir við einum undantaki
mannaðu liðið við leikar
arum úr heimligu kapping
ini. Vit kunnu framvegis
bara staðfesta, at Jógvan
Martin Olsen enn ikki hev
ur roynt at fingið stig við
føroyska landsliðnum, með
an hann hevur staðið við
ábyrgdini. Serliga í seinna
hálvleiki
var
føroyska
spælið lítið sannførandi, og
so gjørdist sigurin hjá Ís
landi óneyðuga stórur.
Misnýta stóran
møguleika
Fleiri broytingar vóru á før
oyska liðnum, samanborið
við dystin niðri í Italia fyri
nøkrum mánaðum síðan.
Útisetarnir Súni Olsen, Jón
Rói Jacobsen, Tem Hansen
og Christian Holst vóru
ikki við í føroyska ferða
lagnum. Hetta gav møgu
leikan til millum annað Óli
Hansen í miðverjuni og
Ingi Højsted á miðvøllinum.
Mest óvæntað var helst, at
Arnbjørn T. Hansen úr EB/
Streymi fekk plássið sum
framherji saman við Rógva
Jacobsen.
Tað sást týðiliga á spæli
num, at óroyndir leikarar
nú vóru við í altjóða høpi.
Fótbóltsspælið var ongantíð
í hásæti og fáir veruligir
nærdystir vóru. Eitt av høv
uðsendamálunum við venj
ingardystinum var at fáa
verjuspælið at rigga, og tað
eydnaðist.
Ísland
hevði
onga veruliga atsókn á mál
ið hjá Jákupi Mikkelsen.
Tað hevði Arnbjørn T.
Hansen hinvegin á íslendska
málið, og hann burdi eisini
sent Føroyar á sigurskós.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
fekk Símun Samuelsen,
sum stóð seg væl, nógv
pláss, og við góðari sending
spældi hann til framherjan.
Einsamallur við málverjan
tók hann ikki av, men sendi
beint á málverjan. Føroyar
megnaðu hesa løtuna at seta
heimaliðið undir trýst.
Ísland var meira á bólti
num í fyrra hálvleiki, men
hugflogið
manglaði
av
álvara í framrættaða spæli
num. Tað bilaði tó ikki í
síðsta minuttinum undan
hvíldini. Aron Einar Gunn
arsson sendi inn úr høgru,
har Jónas Guðni Sævarsson
við høvdinum stýrdi bólti
num fram við Jákup Mikkel
sen. Neyvir íslendingar,
sum løgdu seg á odda við
teirra fyrsta málmøguleika
num.
Lítið sannførandi
Um málið hjá heimaliðnum
fekk avgerandi týdning á
hugburðin
hjá
føroysku
leikararunum skal verða
ósagt, men tað tóktist, sum
hetta hevði stóra ávirkan í
seinna hálvleiki. Føroyar
hevði ilt við at fáa fótin fyri
seg, og vertirnir úr Íslandi
fingu tamarhald á. Helgi
Sigurðsson var einu ferðina
eisini nær við at økja um
leiðsluna, men framherjin
skallaði beint framvið.
Føroyska liðið hevði lítið
at bjóða. Eitt langskot frá
Atla Danielsen, sum Kjart
an Sturluson ongar trupul
leikar hevði við, var tað
nærmasta, sum føroyingar
nir komu einum útjavnandi
máli. Innskiftingin av Bergi
Midjord hjálpti eitt sindur,
men havnarmaðurin fekk
einki gjørt við, at Ísland
økti um leiðsluna, tá 19
minuttir restaðu. Tað kundi
Fróði Benjaminsen helst, tí
toftamaðurin stýrdi sjálvur
einum innleggi í egi mál.
Løtu seinni var Tryggvi
Guðmundsson ikki serliga
væl ansaður í brotsteiginum,
og
hann
hevði
ongar
trupulleikar við at staðfesta
sigurin á 30 til íslending
ar.
Útvísingin
av
Rógva
Jacobsen fimm minuttir
fyri tíð staðfesti eitt føroyskt
lið í upploysn. Klaksvíking
urin tveitti seg í glíðandi
takkling og harðliga sendi
hann ein mótstøðumann í
graslíkið.
Einasti veruligi glottin á
føroyskum liðnum var verju
parturin í fyrra hálvleiki.
Annars var spælið lítið sann
førandi,
og
føroyingar
høvdu væntað eitt væl betri
úrslit, nú Ísland við einum
undantaki var manna av
leikarum úr heimligu kapp
ingini. 30 til íslendingar
og aftur ein ósigur til før
oyska landsliðið.
Fáir glottar
Ísland - Føroyar 3-0 (1-0)
45.: 1-0, Jónas Guðni Sævarsson
71.: 2-0, Fróði Benjaminsen, sjálvmál
79.: 3-0, Tryggvi Guðmundsson
Føroyar: Jákup Mikkelsen, KÍ - Johan Troest Davidsen, NSÍ,
Fróði Benjaminsen, HB, Óli Hansen, NSÍ, Einar Hansen, NSÍ
(81.: Mortan úr Hørg, HB) - Símun Samuelsen, Keflavík (67.:
Bergur Midjord, B36), Ingi Højsted, B36 (81.: Kristoffur
Jakobsen), Atli Danielsen, Frem, Christian Høgni Jacobsen,
HB: (73.: Hjalgrím Elttør, NSÍ) - Rógvi Jacobsen, IL Hødd,
Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur (73.: Rókur av Fløtum
Jespersen, Fremad Amager)
FAKTA
Ingi Højsted og hinir á føroyska
liðnum máttu ásannna, at sum
dysturin leið gjørdust íslendingarnir
alt meira flúgvandi enn føroysku
spælararnir
Mynd: Morgunblaðið