mánadagur 17. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 54 - 17. mars 2008 ]
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Atli Danielsen var í gjár
fyri 25. ferð á føroyska
fótbóltslandsliðnum. Atli
er tann 30. føroyingurin,
sum hevur rokkið 25
landsdystum.
Merkisvert var tað, at
Atli var á vøllinum allar
90 minuttirnar hesa ferð.
Tað var merkisvert, tí Atli
leygardagin spældi ein
lítlan tíma í venjingardysti
fyri felagið hjá sær – í
Keypmannahavn!
Atli var ikki í ferða
lagnum, tá ið landsliðið
fríggjadagin fór úr Vág
um og til Reykjavíkar.
Felagið
hjá
landsliðs
spælaranum, Frem, spæl
di seinnapartin leygar
dagin venjingardyst á
Amager ímóti felagnum
hjá Toda Jónsson, FC
Amager.
Frem skal skírisdag
spæla fyrsta landskapp
ingardystin síðani vetrar
steðgin. Hann verður á
heimavøllinum í Valby
ímóti
SønderjyskE.
Venjarin
roknar
Atla
Danielsen sum ein av
lyklaspælarunum, og tí
var tað týdningarmikið,
at Atli var við í venjing
ardystinum leygardagin.
Tá ið ein lítil tími var
runnin av uppgerðini,
sum endaði 33, varð Atli
skiftur
út.
Hann
fór
umvegis
umklæðingar
rúmið beinleiðis út í
Kastrup og við flogfari
num til Keflavíkar.
Jógvan Martin Olsen
vildi ógvuliga fegin hava,
at Atli Danielsen var
millum teir fyrstu ellivu í
gjár.
Atli
mannaði
sentrala miðvøllin saman
við Inga Højsted. Tað
varð roknað við, at Atli
kanska fór at vera á
vøllinum í ein tíma ella
so,
men
tað
tørnaði
soleiðis út, at Atli spældi
alla tíðina.
Atli Danielsen var fyrstu
ferð á landsliðnum 27.
apríl í 2003, tá ið Føroyar á
Toftum vunnu vinardyst
ímóti Kasakstan 32. Í 66.
minutti loysti Atli Hans
Fróða Hansen av.
Í teimum 25 umboða
nunum fyri Føroyar hevur
Atli Danielsen spælt á
nógvum plássum. Um
framt á sentrala mið
vøllinum hevur hann verið
miðvallari
í
høgru,
vongverji í báðum borð
um og eisini í miðverjuni.
Tað
verður
neyvan
nakar annar spælari, sum
í 2008 fer at røkka 25
landsdystum. Teir næstu í
røðini eru Símun Sam
uelsen, sum hevur um
boðað Føroyar 16 ferðir,
og Hjalgrím Elttør, sum í
gjár var á landsliðnum
fyri 15. ferð.
At Føroyar ikki
longur eru á sama
støði sum eitt nú
Liktinstein, vísa
úrslitini hjá hesum
báðum londum ímóti
Íslandi
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í gjár legði fótbóltslands
liðið rygg til 30 tap ímóti
Íslandi.
Uppgerðin í gjár var tann
níggjunda ímóti Íslandi,
síðani Føroyar í 1988 fingu
limaskap í FIFA. Føroyar
hava tapt allar níggju dyst
irnar. Fyrsti landsdysturin
hjá Føroyum í FIFA høpi
var júst ímóti Íslandi. 24.
august 1988 vann Ísland 1
0 í Akranesi.
Merkisvert er tað, at
málverjin og liðformaðurin
á landsliðnum í 2008, Jákup
Mikkelsen, var 17 ára
gamal eykamálverji í fyrsta
landsdystinum. Ta ferðina
stóð Jens Martin Knudsen,
sum nú er hjálparvenjari,
millum stólparnar.
30 tapið í gjár var tað
størsta tey knappliga tjúgu
árini, sum Føroyar og Ísland
í FIFA høpi hava spælt
landsdystir. Níggju innan
hýsis uppgerðir hava verið
og bara eina ferð áður hava
Føroyar tapt við meiri enn
einum máli. Tað var 20 í
vinardysti í Neskaupstaði
2. juli í 1995. Hinar sjey
ferðirnar hevur munurin
ongantíð verið meiri enn
eitt mál.
Í fýra av teimum níggju
dystunum ímóti Íslandi,
hava Føroyar skorað mál. Í
báðum HM undankapping
ardystunum í 2003 vann
Ísland 21.
4. februar í 2000 spældu
grannarnir NM kappingar
dyst í La Manga í Spania.
Ísland vann 32, eftir at
Føroyar í steðginum høvdu
verið á odda 21.
Altjóða støðan
er nógv viknað
Pílurin hjá Føroyum hevur
leingi peikað skeiva vegin á
FIFA styrkislistanum, og
úrslitið í gjár fer ikki at
betra um støðuna.
Seinasti FIFA listin er
tann frá mars. Á honum er
Ísland á 89. plássi, og
Føroyar eru á 193. plássi
num. Íslandi hava 366 stig,
og Føroyar hava 14 stig.
Stigatalið hjá Føroyum er
tað sama, sum tað var í
februar, men Føroyar hava
kortini lyft seg frá 195.
plássinum í februar.
Fjúrtan fótbóltstjóðir eru
aftanfyri
Føroyar
á
styrkislistanum. Av teimum
er bara ein úr Europa. Tað
er San Marino, sum hevur
fimm stig og er nummar
198.
Aðrar
europeiskar
tjóðir, sum Føroyar hava
verið
frammanfyri,
eru
Andorra, Luksemborg og
Liktinstein. Hesar eru nú
ávikavíst nummar 179, og
Liktinstein, sum er nummar
152 við 260 stigum.
Nú eru altso 256 stig og
41 pláss ímillum Føroyar
og Liktinstein. Føroyar og
Liktinstein hava tríggjar
ferðir spælt ímóti hvørjum
øðrum í vinardystum, og
Føroyar hava vunnið allar
dystirnar. 26. apríl í 2000
var úrslitið í Vaduz 10 til
Føroyar, á Kypros 13.
februar í 2002 var úrslitið
eisini 10 til Føroyar, og 19.
august í 2002 vunnu Før
oyar
í
Havn
31
á
Liktinstein.
Nú tað í fleiri ár hevur
gingið rætta vegin hjá
Liktinstein, meðan Føroyar
eru farnar skeiva vegin,
hevði tað verið áhugavert
við nýggjari uppgerð fyri at
vita,
hvussu
innanhýsis
styrkismunurin nú er.
Góð úrslit ímóti
Íslandi
Kanska kunnu avrikini hjá
Føroyum og Liktinstein
ímóti Íslandi nýtast sum
metingargrundarlag
fyri,
hvussu tað er møguleiki
fyri, at tað fer at tørna út,
um ella tá ið Føroyar og
Liktinstein aftur fara at
spæla.
Í EM undankappingini,
sum varð avgreidd í 2006
og í 2007, vóru Ísland og
Liktinstein í bólki saman.
2. juni síðsta summar vitjaði
Liktinstein á Laugardals
vøllinum. Úrslitið var 11
eftir at Íslandi hevði verið á
odda
eftir
1.
hálvleik.
Liktinstein stóð seg altso
betri í Reykjavík, enn
Føroyar gjørdu í 2003, tá ið
Ísland vann undankapping
ardystirnar báðar 21.
Liktinstein
stóð
seg
uppaftur betur, tá ið Ísland
17. oktober 2007 vitjaði í
Vaduz. Liktinstein vann 3
0, eftir at hálvleiksstøðan
hevði verið 10!
Í gjár var føroyska liðið
ikki fullmannað, um tað ber
til at siga tað soleiðis.
Tríggir og kanska fýra og
fimm spælarar, sum møgu
liga høvdu verið ímillum
teir fyrstu ellivu, vóru ikki
við: Jón Rói Jacobsen, Súni
Olsen, Christian Lamhauge
Holst, Jákup á Borg og
Andrew av Fløtum. Men so
skal eisini havast í huga, at
íslendska liðið hesa ferð
var heilt øðrvísi mannað,
enn tað var, tá ið stinnasta
íslendska liðið spældi ímóti
stinnasta
liðnum
hjá
Liktinstein.
Eingir teirra, sum vóru
við til at tapa í Liktinstein,
vóru við í gjár, og heldur
ikki íslendingarnir, sum
vóru eykamenn í Vaduz,
vóru við til at manna
íslendska liðið í gjár.
So tað ber ikki til at
staðfesta annað, enn at
útgangsstøðið ikki er serliga
gott í altjóða høpi, nú
Føroyar fyrireika seg til
nýggja undankapping. Tað
hugaliga í tí er, at tað eiga
at vera góðir møguleikar
fyri, at tað skal ganga betri,
tí botnurin er ikki so langt
burtur.
Botnurin er ikki so
langt burtur
14 fótbóltstjóðir – harav bert ein úr Europa – eru aftan fyri Føroyar á seinastu útgávuni av
altjóða styrkislistanum
Mynd: Morgunblaðið
Atli er nú limur
í 25 felagnum
Frem miðvallarin spældi ein tíma á
Amager leygardagin, áðrenn hann
leygarkvøldið kom til Reykjavíkar
at taka lut í fyrireikingunum til
jubileumsdystin
Eingir føroyingar á vølli
Hóast føroyskir fótbóltsspælarar eru í hópinum hjá bæði
Frem og Fremad Amager, so vóru teir ikki við á vølli
num, tá ið liðni hittust til venjingardyst leygardagin. Atli
Danielsen og Rókur av Fløtum Jespersen vóru við lands
liðnum í Íslandi, og teir ungu spælararnir í Amager vóru
ikki sendir á vøllin hesaferð. Dysturin endaði við
javnleiki 33.
Laudrup høgt í metum
Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup er høgt í metum í
sponskum fótbólti. Tað gongur væl hjá Getafe, har hann er venjari,
og nú hava stóru feløgini fingið eygað á venjaran, sum var ein
legenda sum spælari í Spania. Michael Laudrup hevur fingið tilboð
úr bæði Spania og Onglandi, og italsk feløg hava eisini spurt seg
fyri. Laudrup hevur tó sáttmála við Getafe til summarið 2009, og
tað kostar 15 milliónir krónur at keypa hann leysan áðrenn tað.