mánadagur 17. mars 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 54 - 17. mars 2008 ]
Morten í Gundadali
Føroysku venjararnir, sum seinastu vikuna hava arbeitt seg fram
ímóti A venjaraloyvinum, høvdu leygardagin áhugaverda vitjan.
Morten Olsen, venjari hjá danska landsliðnum, og Peter Rudbæk,
venjari í fremstu røð í mong ár, vóru í Gundadali, har har teir saman
við besta HB liðnum stóðu fyri venjingini. Morten Olsen vandi
spælistíl, og Peter Rudbæk kunnaði um útbúgvingina fyri pro-
venjarar. - Hóast systemini kundu tykjast eitt sindur innviklað í
byrjanini, so gekk tað fínt. Hetta er venjingarhættir, ið kunnu brúkast
í breiddarfótbólti, men eisini á úrmælingastøði. Eg brúki tað sjálvur í
sambandi við venjingina hjá A-landsliðnum, segði Morten Olsen við
FSF-heimasíðuna eftir venjingarnar.
Rodrigo skaddur
Rodrigo skuldi ætlandi styrkja um framrættaða
spælið hjá KÍ í hesum kappingarárinum.
Klaksvíkingar hava eisini latið væl at brasilianska
framherjanum. Undir venjingardysti fríggjakvøldið
móti ÍF var Rodrigo so mikið óheppin at fáa
tægraslit. Framvegis er ikki staðfest, hvussu
álvarsamur skaðin er, men framherjin verður neyvan
tøkur hjá Eyðuni Klakkstein, venjara hjá KÍ,
komandi vikurnar. - Eg dugi als ikki at siga, hvussu
leingi tað verður til hetta kemur í rættlag aftur, sigur
Rodrigo við Norðlýsið.
Evnaríki klaksvík
ingurin Jóhan Waag
Høgnesen, sum í dag
býr á Viðareiði, fór á
middegi í fríggjadagin
til tantvenjing hjá
Brøndby
Fótbóltur
Birgir Waag Høgnesen
birgir@sosialurin.fo
Jóhan, sum bert er 9 ára
gamal, hevur, frá tí hann
dugdi at ganga, víst, at fót-
bóltur er hansara eitt og alt.
Jóhan hevur góð evni í
blóðinum, tí pápin Manni
Waag Høgnesen var í fleiri
ár stinnur í KÍ-málinum.
Eittnú á tí so kenda 66-lið-
num. Stóribeiggi hjá Jóhan,
Símun Waag Høgnesen, var
við á liðnum hjá KÌ, sum
vann meistarheitið 1999, so
tað kann sigast, at hetta
gongur í arv.
Skoytast kann uppí her,
at abbin, Símun Waag
Høgnesen, sum er kendur
sum koyrilærari í Klaksvík,
varð føroyameista við 1
deild hjá KÌ í 1945.
Feðgarnir
báðir
fóru
fríggjadagin niður til Keyp-
mannahavnar. Pápin hevur
fyri einum mánaði síðan
gjørt avtalu við Brøndby, at
Jóhan kundi koma at talent-
venja, nú ein venjingarlega
fyri mini-putt dreingir var
løgd um hetta mundið.
Pápin sigur, at tað eru
fleiri sum vísa Jóhan ans,
og tí hevur hann roynt at
stuðla soninum og koyrt
hann til venjingar í Klaks-
vík, eins og hann sjálvandi
hevur fylgt við í dystunum,
sum sonurin hevur spælt.
Pápin heldur, at tað er
neyðugt, at dreingir í hesum
aldrinum fáa nakrar avbjóð-
ingar. Og hví ikki brúka tíð
uppá hetta, heldur enn uppá
ein ferð suðureftir, tí her
fær Jóhan stóra gleði.
Sosialurin hitti Jóhan, tá
feðgarnir vóru á veg á flog-
vøllurin. Jóhan sigur, at
hann er sera spentur, tí eina-
ferð í framtíðini ætlar hann
sær at verða professionellur
fótbóltspælari.
Jóhan sigur, at hann spæl-
ir við við smápiltunum hjá
KÍ, og at teir í ár hava verið
til fýra innandurakappingar,
har KÍ- smádreingirnir hava
vunnið tær tríggjar.
- Tað seinastu mundu vit
vunnu. Tað bleiv avgjørt
við straffi, og vit taptu.
Men í øllum kappingunum
kom einki mál inn hjá okk-
um, sigur hann við einum
smíli.
Pápin og Jóhan koma aft-
ur frá talentvenjingini um
páskirnar.
Frælsa
felagið
eitur
Hvirlan
Nýggja frælsafe
lagið í Havn eitur
Ítróttarfelagið
Hvirlan og hevur
sum høvuðsendamál
at virka fyri frælsum
ítróttum
Frælsur ítróttur
Tíðindaskriv
Stovnandi
aðalfundur
hjá
nýggja
felagnum
varð hildin leygardagin.
Í nevndina vórðu vald
Kára á Dunga, Rúna
Hentze, Bjørg Svabo,
Heri Ziska og Randi Kúr-
berg. Tiltakslimir eru
Rógvi Højgaard og Jan
Hentze.
Í fyrstuni verða barna-
og kastivenjing á skránni,
men roynt verður at
ganga øllum áhuga á
møti eins og miðað verð-
ur móti at íðka allar
frælsu ítróttirnar. Tað vil
siga tey fýra kastini, tey
fýra lopini, forðarenning-
arnar og stutt- mið og
langteina
renning.
Fremsta avbjóðingin hjá
felagnum til tess at halda
síni stevnumið verður at
fáa og útbúgva venjarar.
Heimasíðan varð eisini
avdúkað á tíðindafundi-
num, og verður hon við
sínum kunnandi tilfari
um felagið í lagi í kom-
andi viku, og kemur hon
eftir ætlan at eita hvirlan.
fo.
Litir
felagsins
eru
reytt, svart og hvítt, og
búmerkið, ið Árni Ziska
hevur teknað, er hvirlu-
skapa skjøldur við forða-
rennara, ið er á veg um
eina forðing.
Soleiðis sær búmerkið hjá
nýggja frælsisfelagnum út.
Stovnandi aðalfundur varð
hildin leygardagin
Fram vann trygt á
Undrinum og skal
spæla móti KÍ í
øðrum umfari av
steypakappingini.
MB vann sær víðari
luttøku í síðstu
sekundunum av
longdu leiktíðini móti
NÍF
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað verður Fram úr 2. deild,
sum skal spæla móti KÍ í
øðrum umfari av kappingini
um Løgmanssteypið. Hetta
var greitt, eftir tryggan 3-0
sigur á niðari vølli í Gunda-
dali í dag móti Undrinum.
Helgi L. Petersen, sum í
hesum
kappingarárinum
spælur við Fram, var tvær
ferðir á blettinum, meðan
Jørgen Meitilberg staðfesti
sigurin. Øll málini komu í
fyrra hálvleiki.
Tað stóð nógv á úti á Argj-
um. Neyðugt var við um-
dysti, áðrenn tað var greitt,
hvør skuldi víðari í annað
umfar. Hóast MB var meira
á bóltinum, so smæddist
NÍF ikki burtur. Esmar
Fagraberg legði gestirnar úr
Miðvági
á
odda,
men
áðrennn hvíldina javnaði
Bjartur Dam fyri heimaliðið.
Poul Poulsen skoraði til 2-1
í seinna hálvleiki, men ikki
gekk long tíð til nólsoyingar
aftur høvdu javnað. Mál-
skjútti var Leiv Krossteig. Í
seinastu minuttunum av
vanligu leiktíðini fingu nóls-
oyingar ein mann útvístan.
Í síðstu sekundunum av
longdu
leiktíðini
syrgdi
Poul Poulsen, við máli til 3-
2, fyri, at MB skal víðari í
annað umfar. Har bíðar TB
teimum.
9 ára gamal til talent
venjing hjá Brøndby
Fram skal spæla móti klaksvíkingum
Dystirnir í 1. umfari:
Fram - Undri FF 3-0 (3-0)
1-0: Helgi L. Petersen
2-0: Helgi L. Petersen
3-0: Jørgen Meitilberg
NÍF - MB 2-3 (1-1)
0-1: Esmar Fagraberg
1-1: Bjartur Dam
1-2: Poul Poulsen
2-2: Leiv Krossteig
2-2 eftir vanligu leiktíð
2-3: Poul Poulsen
Tað var ein errin Jóhan Waag Høgnesen, sum fríggjadagin gjørdi seg til at fara við flogfarinum til
Danmarkar