Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. mars 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 54 - 17. mars 2008 ] Manchester United komu aftur upp á hægsta tindin, tá teir um vikuskiftið vunnu tepran 1-0 sigur móti Derby. Chelsea og Liverpool halda dampinum koyrandi, meðan Arsenal missa alt meira týdningarmikil stig FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Derby-liðið, undir leiðslu av Paul Jewell, frustreraðu Manchester United gjøgn- um stóran part av dystinum, og ungi Ben Foster – ið annars var settur at skula á lán til annað felag – stóð ein megnardyst í United málinum, og í veruleikanum bjargaði hann United frá einari flóvisligum úrsliti. Millum annað bjargaði Foster meistarliga, einari roynd frá Kenny Miller, stutt undan steðginum. Ronaldo enn eina ferð Cristiano Ronaldo hevur víst seg sum veruligur fongur hjá aldrandi skotska venjaranum Sir Alex Ferguson. Hann kom sum blaðungur til felagið úr Sporting í Lissabon, og hevur veruliga blomstrað undir veingjunum hjá Ferguson. Man kann ikki lata vera við at samanbera eitt sindur við Ryan Giggs, ið eisini kom sum unglingi til Onglands, tó nakað yngri. Ronaldo hevur við málinum um vikuskiftið skorað sítt 22. mál í inniverandi Premier League kappingarári, og samtalt fyri kappingarárið er hann komin upp á 31 mál, bert eitt mál færri enn norður írin, George Best. Og rættuliga meinlíkir eru teir eisini, hvat spælimáta við- víkur. Ein má bara vóna at lívsstílurin er tann sami, tí Best doyði av drykkjuskapi afturi í 2005. George Best skoraði 32 mál, samtalt í k a p p i n g a r á r i n u m 1967/1968. Chelsea og Liverpool halda ferðini John Terry, liðskiparin hjá Chelsea, var tann óvæntaði málskjúttin, tá Chelsea fóru sigrandi av aftur Stadium of Light leikvøllinum í Sunderland. Við sigrinum er Chelsea nú bert trý stig aftanfyri United og Arsenal. Liverpool vunnu aftur um vikuskiftið, og sostatt hava teir vunnið sín fjórða dyst á rað í Premier League, og í teimum hava teir megnað at skorað 11 ferðir. Málini hjá »The Reds« skoraðu Fernando Torres og Javier Mascherano. Mascherano skoraði sítt fyrsta mál í felagnum, meðan støðan var ein onnur hjá Torres. Sigurin hjá Liverpool tryggjaði teimum fjórða plássið í deildini, tí Everton taptu, heldur óvæntað, sín dyst móti Fulham. Arsenal mistu aftur Seinastu dystirnar hava Arsenal mist risamøgu- leikar, og tapt sera týdn- ingarmikil stig í kappingini um meistaraheitið, og tá serliga Chelsea halda á fram við at vinna, so er støða teirra í vanda í oddinum. Um vikuskiftið mistu teir eisini oddasessin til United, eftir at teir bert megnaðu at fáa 1-1 javnleik heima á Emirates leik- vøllinum. Torres, ein væla leikari Fernando Torres, ið kostaði Liverpool á leið 20 milliónir ensk pund, hevur spælt 36 dystir fyri Liverpool og skorað 27 mál, og tað má sigast at vera ein væla byrjan, ið Torres hevur fingið uppá tilveruna í Liverpool. Torres er fyrsti leikari í Liverpool, síðan Robbie Fowler, ið hevur skorað 20 mál ella meira, í sama kappingarári. Men við hesari gongdini sær tað út til at hann kanska fer at seta nýggj met. Hann er higartil komin upp á 27 mál samtalt, og seinastu fimm dystirnar hevur hann skotið seks mál. Ronaldo og United til tops aftur Cristiano Ronaldo er nú bert eitt mál frá at taka gamla metið frá George Best, ið er áljóðandi 32 mál í øllum kappingum, í sama kappingarári. 22 av málunum hjá Ronaldo eru skotin í Premier League, og nú eru United aftur oddalið Úrslitini um vikuskiftið: Arsenal-Middlesbrough 1-1 (Touré - Aliadiéré) Derby-Man Utd 0-1 (Cristiano Ronaldo) Fulham-Everton 1-0 (Brian McBride) Liverpool-Reading 2-1 (Mascherano, Torres - Matejovsky) Man City-Tottenham 2-1 (Ireland, Enuoha - Keane) Portsmouth-Aston Villa 2-0 (Defoe, s.m.) Sunderland-Chelsea 0-1 (John Terry) West Ham-Blackburn 2-1 (Ashton, Sears – Santa Cruz) Wigan-Bolton 1-0 (Emile Heskey) Ein dystur verður í kvøld: Birmingham-Newcastle FAKTA Fernando Torres er í holt við at hava eitt heilt ótrúliga gott fyrsta kappingarár, og longu nú er hann komin upp á 27 mál. Hesi hevur hann skotið í 36 dystum, og tað man sigast at vera væla hagtøl. Torres er tann fyrsti síðan Robbie Fowler, ið hevur skotið 20 ella meira Premier League mál Kempan sovnað aftur Tað er synd at siga, at tað hevur gingið væl hjá Leeds United, síðani Gary McAllister tók yvir sum managari eftir, at Dennis Wise rættiliga knappliga tók við sum »sports director« í Newcastle, tá Kevin Keegan gjørdist managari har. Níggju dystir við McAllister við róðrið hava einans ført 10 stig við sær (av 27 møguligum), og ímillum mótstøðuliðini hava verið fleiri í tyngra endanum av deildini. Leeds byrjaði við minus 15 stigum, men hetta varð skjótt vunnið inn aftur, ikki minst tí at 7 teir fyrstu dystirnir vórðu vunnir. Og áskoðaratalið er nakað, sum fleiri Premier League lið munnu øvunda Leeds. 32.500 sóðu lokalderby’ið móti Huddersfield, so tað er ikki stuðulin, sum vantar. Í løtuni eru tvey stig upp til eitt play-off pláss, so tað kann saktans náast, meiri ræðandi er formurin hjá liðnum, nú tað einans resta níggju umfør av kappingini. Seinast fingu teir bert javnleik móti botnliðnum Port Vale, gamaní á útivølli. Men tað er ikki formur, tú ynskir at vera í, vinnur tú fram til play-off dystir. So tað sær út til, eftir eina hugaliga byrjan, at gamla kempan er sovnað aftur. Nýtilkomni Dougie Freedman kann venda gongdini í Leeds. Um vikuskiftið skoraði hann 2 mál