Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 55 - 18. mars 2008 Barnagarðurin í Nólsoy er nú eitt ára gamal, og umboð frá kommununi hava verið og kannað bygningin í sambandi við eitt ára garantiið. Millum annað skulu fleiri lekar lokaliserast BYGGIGARANTI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Snøggur sær hann út, og hann var eisini mettur at vera eitt valaverk, tá hann stóð liðugur fyri einum ári síðani. Látrið eitur barnagarðurin í Nólsoy, og hann hýsir bæði vøggustovu- og barna- garðsbørnum, umframt frí- tíðarskúla. Stovnurin er nomineraður til 42 børn, og frá 1. apríl verða tey níggju í vøggu- stovu, 17 í barnagarðinum og tíggju í frítíðarskúlanum, sum í Nólsoy umfatar børn upp til tíggju ára aldur, í mun til 1. og 2. flokk í Havn. Enn eru nakrir manglar við bygninginum. Eitt nú er spæliplássið ikki fullfíggjað enn, brandtrappan vantar, og so hava tey havt rættiliga stórar trupulleikar við lek- um. - Teir eru í løtuni við at finna út av, hvar lekarnir stava frá. Okkurt er okkara egna skuld, tí vit hava ikki givið okkum nóg nógv far um at lata hurðarnar ordi- liga aftur. Hurðarnar eru av tí slagnum, har tú skal trýsta hondtakið upp, fyri at hurðarnar skulu fara ordi- liga í lás, og verður tað ikki gjørt, legst skittur ímillum listarnar sum ger, at vatnið rennur inn heldur enn út, sigur Guðrun S. Hansen, leiðari á stovninum. Annars verður mett, at trupulleikin liggur í listun- um rundan um hurðar og vindeygu, men tað er nakað, sum arbeitt verður við í løtuni. Onnur viðurskifti eru heldur ikki so, sum starvs- fólkið kundi hugsað sær. - Hølini eru ógvuliga opin, og tað órógvar. Tað er eingin rættiligur friður nakra- staðni í barnagarðinum. Vit hava tólv úthurðar, men bara tvær innhurðar, so vit kundu hugsað okkum, at bygning- urin var betri avskyldraður, sigur Guðrun S. Hansen. Manglar rættast Heðin Mortensen, borgar- stjóri í Havn, sigur, at umsit- ingin hevur kunnað hann um støðuna í barnagarðinum í Nólsoy. - Soleiðis sum eg skilji tað, er støðan ikki akutt. Sjálvandi skulu lekarnir tettast, og tað verður arbeitt við tí málinum í løtuni, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin sigur, at hann er vitandi um, at spæli- plássið í barnagarðinum ikki er fult útbygt, men at tað ætlandi verður gjørt í vár. - Vit plaga vanliga at gera slík arbeiðir, tá tað fer at vára, og tað verður eisini gjørt í barnagarðinum í Nólsoy, sigur Heðin Mort- ensen. Viðvíkjandi vantandi brandtrappuni sigur borgar- stjórin, at hann ikki var vitandi um hetta, men at slík lógarásett krøv sjálv- andi skulu vera í lagi. - At bygningurin innan er so opin er ein spurningur, har vigast má fyri og ímóti. Hugsanin við tí stóra opna rúminum var hon, at hølini kunnu nýtast til so nógv onnur tiltøk í bygdini enn einans at ansa børnum, og tað verður trupult, um høl- ini verða petta sundur í smærri rúm. Men sjálvandi eru fleiri møguleikar, til dømis við leysum veggum. Tað er nakað, sum leiðslan á stovninum og umsitingin í felag mugu finna út av, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Orsøkin til lekar finnast Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at ætlanin er at byggja spæliplássið liðugt út nú tað fer at vára Áðrenn nakað verð­ ur gjørt við sparki­ vøllin í Nólsoy skal tryggjast, at fullgott grótkast og verju­ garður verður bygdur, so brimið ikki skaðar vøllin aftur, sigur Heðin Mortensen BRIMVERJA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í skaðaódnini 31. januar í ár, stóð sparkivøllurin í Nólsoy fyri aðru ferð innan ein mánað fyri skotum. Men meðan tað fyrru ferð var rímiliga lætt at reinsa vøllin aftur, var hesa- ferð tjúkt lag av runu omaná graslíkinum, eins og rætti- liga stórir steinar sløgdust um allan vøllin. Tað tók sum vera man fleiri dagar at rudda vøllin fyri runu og steinar, men so mikið av runu var sokkin niður í graslíkið, at drening- in typtist. Hetta hevur so ført við sær, at tá tað regnar, sivar regnvatnið ikki niður ígjøgn- um, men liggur sum ein dammur omaná. Ljóspunktið er kortini, at sjálvt grasteppið ikki hevur fingið skaða. Heðin Mortensen, borgar- stjóri, sigur, at nú skal vøllurin tryggjast, so slíkt ikki hendir aftur. - Eg havi biðið umsiting- ina gjørt eitt uppskot um, hvussu vit verja vøllin, so runa og grót ikki eina aðu ferð skolar inn á vøllin. Og áðrenn hetta er tryggjað, verður einki gjørt við sjálvan vøllin, sigur Heðin Mortensen. Brimverja Borgarstjórin sigur, at neyð- ugt verður við einari brim- verju sum tryggjar, at brim- ið ikki brýtur inn á vøllin, og at tað ikki bert verður neyðugt við einum grótkasti við munandi størri gróti enn framman undan, men tað verður eisini neyðugt at stoypa ein verjugarð, í hvussu er eystantil fyri vøll- in, so tað av sjógvi, sum brýt- ur ella oysir upp um grót- kastið, í minst møguligan mun endar inni á vøllinum. - Eg havi verið í samband við Idé Møblar, sum hava lev- erað vøllin, og neyðugt verð- ur helst við serútbúnum fólki úr Danmark at hyggja nærri at vøllinum. Sum eg skilji hava teir serliga maskinur, sum kunnu reinsa vøllin í slíkum føri sum hesum, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin vísir á, at kommunan í nærmastu framtíð skal leggja nýggja kloakkskipan í Nólsoy, og at maskinur í tí sambandi skulu út í oynna. Tað er ikki løgd nøkur beinleiðis tíðarætlan, men sum skilst er ætlanin at fáa hetta arbeiðið gjørt í vár og í summar. Hetta má ikki henda aftur Benjamin við nýggjari fløgu – Benjamin Benjamin er heitið á fyrstu fløguni, sum ungi gøtumaðurin, Benjamin Petersen kemur út við í hesum døgum. Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur fløguna út, og hon væntast á gøtuni í morgin. Benjamin sigur við Rás 2, at hann fyri tveimum árum síðani setti sær fyri, at hann skuldi geva eina fløgu út, áðrenn hann bleiv 20 ár. Benjamin hevur fingið hjálp frá einum øðrum gøtufólki, Eivør, sum syngur við á tveimum løgum. Tónleikurin á fløguni er jazzkendur tónleikur – og tí, sum Benjamin segði, at allir ordiligir tónleikarar hava roynt seg sum jazztónleikarar fyrst. Níggju løg eru á fløguni, og høvi verður at hoyra tey á útgágvukonsert í Losjuni í Gøtu langafríggjadag kl 20 og í Staðnum í Vestmanna 3. apríl. Seinni er ætlanin eisini at hava konsert í Norðurlandahúsinum. Tað var ein ljót sjón, ið møtti nólsoyingum, eftir ódnarveðrið 31. januar Mynd: Nicolaj Falck