Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 55 - 18. mars 2008 Allir sethúsaeigarar hava nú fingið eina kvotu frá Løgtinginum og avleiðingin er, at í framtíðini fer virðið á sethúsunum at minka Mvg lógin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í framtíðini fer virðið á sethúsum at minka. Tað eru tey bæði trygg­ ingarfeløgini í Føroyum samd um. Tey eru samd um, at ein samtykt í Løgtinginum síðsta summar, fer at føra við sær, at virðið á sethúsum fer at minka. Fyrr var tað so, at tá ið talan var um nýgerð ella umvæling av egnum bú­ staði, skuldi mvg ikki betalast av arbeiðslønini. Men síðsta summar var lógin broytt, so at arbeiðsløn nú eisini skal gjaldast av arbeiðslønini. Hinvegin kunnu fólk søkja Taks um at fáa end­ urgjaldið endurgoldið. Men Taks tulkar lógina so­ leiðis, at hetta er ikki gald­ andi fyri tryggingarskaðar. Sethúsaeigarar fáa kvotu Harafturat varð eisini ein onnur, avgerðandi broyting gjørd og tað er, at lands­ kassin hevur sett hámark á, hvussu nógv mvg kann endurgjaldast til hvørt hús. Tilsamans verður ikki latið meiri enn 150.000 krón­ ur tilsamans í endurgjaldi til mvg av arbeiðslønum sam­ bandi við nýgerð og umvæl­ ing av egnum bústaði. Hetta svarar til eina samlaða lønarútreiðslu upp á 600.000 krónur. Men hetta er eitt endur­ gjald, sum ikki fylgir eigara­ num, men matrikkul­ nummarinum og tað er her, at hundurin liggur grivin. Hetta merkir, at so hvørt, tá ið eini hús verða smíðað, ella so hvørt, tey verða umvæld, telur tað burturav kvotuni. Tað merkir, at tá ið Taks tilsamans hevur endurrindað 150.000 í mvg til eitt matrikk­ ulnummar, verður lokið smekka á kassan og so verður onki meiri latið í mvg. Tá ið kvotan er uppi, ber sostatt heldur ikki til í fram­ tíðini at søkja um at fáa mvg endurgoldið til arbeiðsløn í sambandi við nýgerð og umvæling av egnum bústaði. Í longdini ger hetta sjálv­ andi møguleikarnar at røkja og umvæla bústaðin nógv minni Og hetta fer uttan iva, at trýsta prísirnar á sethúsum niðureftir, tí tess minni í er eftir av mvg kvotuni, tess minni møguleikar hevur ein komandi eigari at gera ábøtur. Ikki rætt Hetta rakar eisini trygg­ ingarnar, og tað halda tryggingarfeløgini lítið um. Skal ein tryggingartakari brúka burturav síni mvg kvotu til ein tryggingar­ skaða, er tað óheppið, tí roknast má við, at hetta fer at ávirka framtíðar sølu­ virðið á húsinum, siga tey bæði tryggingarfeløgini. ­ Tryggingarskaðar eru ikki umvælingar, sum húsa­ eigarar sjálvbodnir fara undir og tí er tað heldur ikki rætt, at tað skal takast burtur av mvg kvotuni. Tey bæði feløgini siga, at hetta er ein avleiðing av, at lógin verður broytt, uttan at viðkomandi partar verða hoyrdir og fáa lýst avleið­ ingarnar. Tryggingarfeløgini hava heitt á fíggjarmálaráðið um at broyta lógina, so at tryggingarskaðar framvegis verða mvg fríir, men tey hava onki hoyrt aftur. Í Sosialinum í gjár greiddu vit frá, at verða tryggingarskaðar ikki mvg fríir, verður tað nógv dýrari hjá tryggingunum at um­ væla skaðar og tí er stórur vandi fyri, at tryggingar­ gjøldini fara at hækka munandi. Politisk avgerð fær sethús at minka nógv í virði Ósemja ímillum trygg­ ingarfeløgini og Taks fær nú fleiri hand­ verkarar til at nokta fyri at umvæla trygg­ ingarskaðar fyri fólk Tryggingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein ósemja ímillum trygg­ ingarfeløgini øðrumegin og Taks hinumegin, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri øll tey, sum hava síni sethús ella íbúð, tryggjaða ímóti skaða av eldi, vatni, stormi o.s.fr. Ósemjan kann føra við sær, at tey, sum hava hús síni tryggjað, noyðast at betala munandi meiri fyri tryggingarnar í framtíðini. Men ósemjan kann eisini føra við sær, at tað kann verða sera torført hjá teim­ um, sum vera fyri skaða, at fáa skaðarnar umvældar. Og eydnast tað at fáa skaðarnar umvældar kunnu tey koma í eina stóra, fíggjarliga klemmu. Ikki galdandi Ósemjan kemur í kjal­ arvørrinum á eini broyting, sum undanfarna samgonga gjørdi í mvg lógini síðsta summar. Fyrr var tað so, at tá ið talan var um nýgerð ella umvæling av egnum bú­ staði, skuldi mvg ikki betalast av arbeiðslønini. Men síðsta summar var lógin broytt, so at arbeiðsløn nú eisini skal gjaldast av arbeiðslønini. Hinvegin kunnu fólk søkja Taks um at fáa end­ urgjaldið endurgoldið. Men Taks tulkar lógina soleiðis, at hetta er ikki gald­ andi fyri tryggingarskaðar. Taks heldur nevniliga, at tá ið talan er um trygging­ arskaðar, skal tryggingin betala allan skaðan og altso eisini mvg av arbeiðs­ lønunum. Hetta mótmæla trygging­ arfeløgini. Tey siga, at tað stendur ongastaðni, at mvg ikki skal verða endurgoldið fyri tryggingarskaðar. Tey siga eisini, at tað er ikki tryggingin, sum fær ein skaða umvældan, men tryggingartakarin og sostatt eigur hann sjálvandi endurgjald fyri mvg av arbeiðslønini. Tryggingarnar dýrka Fyribils er støðan tann, at hvør stendur við sítt og nú er málið á veg ígjøgnum rættarskipanina, men tað kunnu ganga fleiri ár, áðrenn ein endalig avgerð fellur. Feløgini siga eisini, at tey hava roknað tryggingar­ gjøldini út eftir teirri sann­ roynd, at mvg ikki skuldi gjaldast av arbeiðslønini. Men verður endaliga niðurstøðan, at Taks fær viðhald í síni tulking, verð­ ur tað sjálvandi munandi dýrari hjá tryggingini at umvæla skaðar og so er sannlíkt, at tryggingin eisini verður munandi dýrari. Stríð um mvg-rokning Ímeðan stríðast so trygg­ ingin, tryggingartakarar, Taks og handverkarar um mvg rokningarnar. Handverkarar skulu skriva mvg av arbeiðsløn, men sum støðan er nú, hava teir ongastaðni at senda rokningina. Senda teir tryggingini rokningina, fáa teir hana aftur í høvdið við boðum um at taka mvg fyri arbeiðsløn burturúr, tí tað betalir tryggingin ikki. Í summum førum góðtaka tryggingartakarar at betala mvg rokningina og so sláast teir við Taks um at fáa upphæddina endurgoldnað. Men í flestu førum verða tryggingartakararnir so­ mikið firtnir, at teir nokta at betala mvg, tí teir siga, at teir hava húsini tryggjað og hendir skaði, skal hann gerast aftur, uttan nakað roks. Eftir stendur so hand­ verkarin við rokningini, sum hann ikki veir, hvar hann skal senda. Nokta at umvæla skaðar Í Vinnuhúsinum siga tey, at tey hava ikki hoyrt so nógv um hendan trupulleikan enn, men okkurt mál hava tey fingið á borðið. Men tey duga at síggja fyri sær, at vandin við støðuni er, at handverkarar bara fara at nokta at umvæla tryggingarskaðar. ­ Hetta er eitt stríð ímill­ um tryggingarnar og Taks og her hava báðir partar grivið seg niður í hvør sína skotgrøv, uttan at siga nakað fyri nøkrum. Avleið­ ingin er so, at tryggingar­ takarar og handverkarar koma í klemmu, siga Handverkarar, vit hava tosað við. Og tað eru tað fleiri hand­ verkarar, sum ikki tíma longur og tí noktar teir bara at umvæla tryggingarskaðar. ­ Hetta er tað einasta, fíggjarmálaráðið, Taks og tryggingarfeløgini fáa burturúr hesi fløkjuni og tað kann verða ein álvarligur smeitur fyri tey fólk, sum skului hava ein skaða gjørdan, sigur ein hand­ verkari, vit hava tosað við. Nokta at umvæla skaðar fyri fólk Tað er blivin ein so stór fløkja burtúr at umvæla tryggingarskaåar, at nógvir handverkarar hava blakað frá sær og tíma ikki at gera tryggingarskaðar, fyrrenn greiða er fingin á støðuni Mærskbátur leysgivin Eftir at somaliskir sjórænarar í 47 samdøgur hava hildið sleipi­ bátin, Svitzer Korsakov hjá A. P. Møller­Mærsk sum gísla, varð bátur og manning latin leys í morgun. Reiðaríið Svitzer í Ruslandi, sum A. P. Møller­Mærsk eigur, sigur, at báturin nú er á veg móti Golfinum í fylgi við hernaðarskipum. Manningin, sum telur bretska skiparan, írska maskinmannin og fýra russar, hava tað allir gott. Somuleiðis hava familjurnar boð um leys­ latingina. Báturin var á veg frá Sankt Petersborg til Sakhalin, tá hann var tikin. Sambært somalisku sjórænarunum var umhvørvisdálking orsøkin til kapranina, skrivar Politiken. Kreppan eisini í Onglandi Bretski tjóðarbankin, Bank of England, fylgir nú í fótasporunum hjá amerikanska FED og kemur trongda fíggjarsektorinum til hjálpar. Hann spýtir í alt 5 milliardir pund (uml. 47,5 milliardir krónur) í bankasektorin í fyrstu stuttsiktaðu bjargingarroyndini í seks mánaðir, skrivar Børsen. Bankin undirstrikar samstundis, at hann, saman við hinum tjóðarbankunum, gjølla fylgja við marknaðarstøðuni.