týsdagur 18. mars 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 55 - 18. mars 2008
Stutt Sagt
Jøklar
minka
skjótt
Ein
ST-kanning,
sum
umfatar 30 jøklar kring
heimin, vísir týðiliga, at
jøklarnir minka stjótt, og
at
teir
eru
ongantíð
minkaðir so skjótt sum í
2006, tá kanningin bleiv
gjørd. Í einari frágreiðing
skriva tey, sum hava gjørt
kanningina, at ein jøkul í
Noregi var tann, sum
minkaði mest í 2006, og
at Echaurren-jøkulin í
Kili var tann einasti av
øllum 30, sum vaks.
Kanningarfólkini siga, at
gongdin kann fáa serliga
stórar avleiðingar í India,
tí vatnið úr jøklunum í
Himmalaya
hevur
so
stóran týdning fyri landið
og tess búskap. Tað sama
er í USA, har vatnið úr
jøklunum í Rocky Moun-
tains og Sierra Nevada
hevur stóran týdning.
Fór frá av
spreinging
Verjumálaráðharrin
í
Albania, Fatmir Mediu,
hevur sagt seg úr em-
bætinum orsakað av teirri
ógvusligu spreingingini á
einari lóðurgoymslu uttan
fyri høvuðsstaðin Tirana
um vikuskiftið. Spreing-
ingin kostaði minst 11
mannalív, og næstan 300
fólk fingu skaða. Fatmir
Mediu er úr Tjóðarflokki-
num, sum er í samgongu
við konservativa flokkin
hjá Sali Berisha, forsætis-
ráðharra. Mediu hevur
verið verjumálaráðharri í
Albania síðani 2005.
Selir
slottið
Fyrrverandi franski for-
setin
Valery
Giscard
d'Estaing hevur lýst sítt
slott til sølu. Fyrrverandi
forsetin eigur eitt slott í
Auvergne. Tað eitur La
Varvasse og hevur 23
rúm.
Umframt
sjálvt
slottið eru 15 hektarar av
jørð við í søluni. Tað er
ikki greitt, hvat tann 82
ára gamli Giscard ætlar at
fáa fyri slott sítt, og
meklarin, sum hevur lýst
tað til sølu, hevur heldur
ikki upplýst nakran prís,
skrivar AFP.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Hermenninir hava goldið tann hægsta prísin fyri teirra lut í
arbeiðinum at hjálpa Afghanistan
Søren Gade, verjumálaráðharri
útlond
Tað var stutt fyri klokkan
níggju í gjárkvøldið, at ein
kenningur fann kvinnuna
og børnini illa særd í húsum
teirra í Arboga stutt vestan
fyri Stockholm. Maðurin
ringdi alt fyri eitt eftir
løgreglu og sjúkrabili, og
hóast øll trý komu undir
læknahond
beinanvegin,
doyðu tey bæði børnini løtu
seinni.
Svenska løgreglan sigur,
at álopsmaðurin hevði brúkt
knív.
Seint í gjárkvøldið tók
løgreglan ein mann. Hann
hevur livað saman við
kvinnuni fyrr og er pápi at
báðum børnum hennara.
Løgreglan sigur, at hann
hevur gjørt seg inn á
kvinnuna fyrr, eftir at tey
fóru hvør til sítt, og at hann
er undir illgruna fyri at hava
framt illgerðina í gjár-
kvøldið. Hann bleiv tikin í
býnum Mottala, men hann
noktar seg sekan, sigur
løgreglan. Hon útihýsir tó
ikki møguleikanum fyri, at
tað kann hava verið ein
annar maður, sum leyp á
kvinnuna og børn hennara.
Tann
23
ára
gamla
kvinnan er illa særd, men er
sum skilst ikki í lívsvanda,
skrivar TT.
Í hesum húsunum í Arboga
vórðu mannan og børnini
funnin illa særd
Mynd: Scanpix
Her vórðu
tvey børn
myrd
David Paterson skriv
aði søgu, tá hann í
gjár bleiv tikin í eið
sum tann fyrsti svarti
guvernørurin í New
York. Harafturat er
hann tann fyrsti
blindi guvernørurin
í USA
David Paterson hevur verið
varaguvernørur í New York,
men tekur nú við sum guver-
nørur eftir Eliot Spitzer,
sum noyddist at leggja frá
sær í síðstu viku, eftir at tað
var komið fram, at hann
hevði goldið einari skøkju
av tí betra slagnum næstan
400.000 krónur fyri ymsar
tænastur.
David Paterson kemur í
amerikonsku søgubøkurnar.
Í fyrra lagi tí hann er tann
fyrsti svarti guvernørurin í
New York, og í øðrum lagi
er hann tann fyrsti blindi
guvernørurin í USA, sigur
CNN. Sum skilst er David
Paterson ikki starblindur,
men hann sær næstan einki.
Hann varð dúgliga fagnaður
eftir innsetanina í gjár.
Eins og Eliot Spitzer er
tann 53 ára gamli David
Paterson trúgvur stuðul hjá
Hillary Clinton, sum um-
boðar New York í Sena-
tinum, og tað er eingin ivi
um, hvar hann fer at seta
sín kross, tá hann sum
guvernørur fer at atkvøða á
uppstillingarfundinum hjá
demokratunum seinni í ár.
Hillary Clinton var eisini
hjástødd undir innsetanini í
gjár saman við borgarstjór-
anum í New York, Michael
Bloomberg. Eliot Spitzer
var harafturímóti ikki at
síggja, sigur CNN.
Judith S. Kaye, dómari,
tekur David Paterson í
eið sum guvernørur í New
York. Í miðjuni nýggja
guvernørfrúan, Michelle
Page Paterson
Mynd: Reuters
Tann 23 ára gamla mamman og
børnini, sum vóru tvey og fýra ár,
vórðu funnin illa særd í einum
húsum í svenska býnum Arboga í
gjárkvøldið. Børnini doyðu seinni
Guvernørurin í New York er blindur