týsdagur 18. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 55 - 18. mars 2008
Navnið varð funnið
í innanhýsis navna
kapping hjá Faroe
Ship, og var tað Silri
M. Hentze, sum vann
við uppskotinum
Greppur, sum merkir
risi
FARMAVINNA
Í sambandi við at Faroe
Ship hevur lagt tað mesta
av virkseminum um til
bingjuflutning, hevur felag
ið gjørt av at keypa ein
nýggja krana av slagnum
Gottwald 6407. Kranin vig
ar 415 tons og hevur 7 aksl
ar og lyftir uml. 100 tons út
á 24 m.
Umframt
at
handfara
bingjur gevur kranin Faroe
Ship møguleika at handfara
størri bulklastir eisini.
Nýggi kranin er diesel
elektroniskur og hevur sera
lága diesel nýtslu. Hann er
tann mest umhvørvisvinar
ligi kranin og hevur tað
lagsta óljóðstøði sum finst
á marknaðinum.
Nýggi kranin kemur at
lætta um arbeiðsgongdina,
trygdina eins og um tíðina
at handfara góðsið. Fyri at
gagnnýta møguleikanar á
krananum til fulnar, má
havnin styrkja kajkantin og
dýpa havnina – hetta verður
vónandi gjørt í framtíðini.
Kranin er framleiddur av
Gottwald Port Technology í
Dusseldorf. Gottwald er
heimsins leiðandi framleið
ari av ”mobile harboure
crane” og framleiddi 92
kranar í 2007.
Í sambandi við nýggja
kranan er útskrivað innan
hýsis navnakapping sum
siðvenja er í samtakinum.
Navnið bleiv avdúkað í
gjár, og vinnarin av navna
kappingini er Silri M.
Hentze, sum arbeiðir í
Faroe Express, við navn
inum Greppur.
Orðið Greppur verður nýtt
í kvæði og merkir: risi ella
kappi. Somuleiðis verður
orðið at ”greppa” javnan
nýtt sum teldumál millum
forritarar. At ”greppa” merk
ir at fara inn í eina fílu og
heinta út eitthvørt eins og
”Greppur” heintar bingjur...
Nýggi kranin
hjá Faroe Ship
eitur Greppur
Bummdagur á børsinum
Fleiri feløg minkaðu nógv í virði á íslendska virðisbræva
marknaðinum í dag. Dagurin í dag royndist illa hjá feløgunum,
sum eru skrásett á partabrævamarknaðinum í Reykjavík. Fleiri
feløg vóru fyri stórum falli, og tað størsta fallið hevði FL Group,
hvørs partabrøv fullu 13,21 prosent í dag. Men onnur mistu
eisini nógv virði. Eitt nú fullu partabrøvini í Exista 10,32
prosent. Í Íslandi hava tíðindi gingið um, at FL Group verður
tikið av marknaðinum í Reykjavík í næstum. 23 feløg mistu virði
á marknaðinum í Reykjavík í dag. Einki felag fór hinvegin.
Páskatombola á Argjum
Skírisdag 20. mars kl. 14 verður stórt páskatombola í Róðrarneysti
num á Argjum. Tað er Argja Bóltfelag, sum skipar fyri. Argja Bólfelag
hevur í fleiri ár skipað fyri páskatombola, og hevur undirtøkan altíð
verið ógvuliga góð. Vinningarnir eru m.a. matur og ein øgilig rúgva av
páskareggum. Nakrir høvuðsvinningar eru sjálvandi eisini við, og eru
tað flogferðaseðil, fartelefon og ein málningur. Argja Bóltfelag hevur
fótbóltslið í nærum øllum deildum og er eitt sera virkið felag. Til tess
at halda virkseminum í gongd, krevst sjálvandi nakað av fíggjarligari
orku eisini. Tí skipar Argja Bóltfelag m.a. fyri páskatombola.
Mynstringarlistin á
Carlton er ólógligur,
sigur formaðurin
í Maskinmeistara
felagnum
CARltoN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er lítið skil á mynst
ringarlistanum hjá Carlton,
nú
hann
er
farin
til
fiskiskap.
Tað staðfestir Páll Han
sen, formaður í Maskin
meistarafelagnum.
Við
Rás2
í
morgun
staðfesti hann rætt og slætt,
at
mynstringarlistin
er
brandólógligur, sum hann
tók til.
Her hava vit eitt púrasta
feskt dømi upp á eina
brandólógliga mynstring,
segði hann.
Fyri
tað
fyrsta
kom
mynstringarlistin
ikki
undan kavi fyrrenn Carlton
hevði verið til fiskiskap í
eina viku.
Men tá ið hann so kemur
undan kavi, samsvarar hann
ikki við manningarlistan.
Eftir mynstringarlistanum
eru ongir dekkarar við
Carlton á hesum túrinum.
Bara
yvirmenn,
fyrsti,
annar, triði, fjórði stýri
maður, fleiri maskinmenn
og ein kokkur.
Formaðurin í Maskin
meistarafelagnum sigur, at
summir av teimum, sum
standa
mynstraðir
sum
maskinmenn, hoyra heima
aðrastaðni umborð enn í
maskinrúminum.
Hann heldur ikki, at hetta
er
eindømi
í
okkara
heimaflota.
Tað vísir seg, at tað
kunnu
ganga
rúm
tíð,
áðrenn mynstringarlistarnir
koma fram til mynstringar
myndugleikanum.
Her eru fleiri viðurskifti,
sum halta. Eitt er, at mynst
ringarmyndugleikin,
sum
eru sýslumenninir, hava ein
trupulleika.
Men
eisini
eftirlitsmyndugleikin, sum
er skipaeftirlitið, hevur ein
trupulleika, helt hann fyri á
Rás2 í morgun
Páll Hansen heldur tí, at
tað er neyðugt at taka hesi
viðurskifti í nógv størri
álvara.
Hann heldur, at vit eiga at
dagføra mynstringarlógina
og at skipa fyri eini talgildari
mynstring, tí hann heldur, at
tað kundi hjálpt munandi
upp á trupulleikan.
Hann vónar at mynstring
arlógin nú verður tikin upp
til politiska viðgerð.
Í ringasta føri kunnu vit
koma í ta støðu, at vit vita
ikki, hvør er umborð á
einum skipi í eini vanda
støðu og tí hevur tað
ómetaliga stóran týdning,
at
mynstringarlistin
er
fullfíggjaður.
Tað eydnaðist ikki Ras2
og Sosialinum at fáa eina
viðmerking frá sýslumann
inum í Klaksvík, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Mynstringin á Carlton brand-ólóglig
Carlton er nokk
ikki eindømi upp á
eitt skip við einum
brand-ólógligum
mynstringarlista, heldur
Páll Hansen, formaður í
Maskinmeistarafelagnum