týsdagur 18. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 18. mars 2008
11
Hugsaði at koma við nøkrum
hugleiðingum um málbrúk og
málrøkt, serliga í altjóða
umhvørvi. Grundin til at eg eri
so hugtikin av hesum evni er
kanska tí eg síggi meg sjálvan
sum eina umsetta útgavu.
Eri upprunaliga skrivaður á
føroyskum, men so umsettur til
enskt. Og havi eisini nú í meiri
enn tjúgu ár roynt at laga meg
til eitt av mongu málunum her
á Filipipsoyggjunum.
Tað er ikki bara at siga tað
vera umsettur. Skuggasíðan er,
at tú ert ikki ordiliga sterkur í
nøkrum av hesum málunum.
Tað føroyska má alla tíðina
haldast við líka, tað enska
trokar og ávirkar. Og so er tað
málið eg arbeiði við við her í
Filipsoyggjunum.
Eg havi tann forrætt, at eg
arbeiði sum bíbliuumsetari á
fjarskotnari oyggj í
útsininghorninum av
Filipsoyggjunum. Málið, eg
arbeiði við, er eitt av teimum
mongu í heiminum, sum er í
vanda at fara í gloymibókina.
At vera føroyingur ger slíkt
arbeiði serstakliga áhugavert.
Vit kenna jú frá egnari søgu
hvussu nær móðurmálið var við
at fara í gloymibókina.
Doyr málið, doyr mentanin
Tey siga at tað eru okkurt um
6000 mál í heiminum. Flestu av
hesum málum verða tosað av
fólkið, ið hoyra til minnilutar
og eru tey tí í ferð við at
doyggja út.
Hoyrdi herfyri, at sum støðan
er í dag, doyggja tvey mál út
um mánaðan. Nógv halda at
hatta bilar einki, tað eru so fá
fólk, sum tosa hesi málini. Í
summum førum eru tað bara
nøkur hundrað. Lættari táið tað
eru færri mál, siga tey. Passar,
men tað er ikki so einkult.
Tað hevði verið nógv lættari,
hevði føroyskt doyð út og
føroyingar í dag tosaðu danskt.
Lættari, men føroyingurin hevði
verið nógv verri fyri. Táið eitt
mál doyr út, er tað jú ikki bara
málið, sum doyr út, men ein
heil mentan. Ein heilur
arvasiður fer bara út í tóma luft.
Og so at hugsa sær, at tvey
mál doyggja út um mánaðan!
Hetta er ikki eitt bagatell, sum
ger heimin meiri liviligan.
Hetta er ein sorgarleikur. Í mín
ari verð er hetta nógv syrgilig
ari, enn at okkurt rottuslag doyr
út, ella at onkur vík er eitt
sindur dálkað.
Móðurmálskærleiki eingin
sjálvfylgja
Í Føroyum taka vit tað fyri giv
ið, at vit eru góð við móðurmál
ið og at vit eru stolt av tí. Hetta
hevur tó ikki altíð verið hug
burðurin hjá føroyinginum. Vit
hava øll lisið søgur um hvussu
hugburðurin plagdi at vera.
Líknandi hugburð hava
mong, sum vit arbeiða ímillum.
Løgið forhold tey hava til
móðurmálið. Síggja tað sum
eitt slag málilsku. Kalla tað ikki
eitt mál, men eina lokala
dialekt. Ein dialekt, sum tey
halda er vorðin til, tí forfedrar
teirra vóru avskornir frá
teimum lærdu.
Ótrúligt, men hoyrdi ein
dagin, at ein lærarinna hevði
sagt um sítt egna móðurmál, at
grundin, til at mál teirra er
samansett sum tað er, er at
forfedrar teirra hødvu ikki skil
fyri málið og ordan.
Hjá fólki við slíkum hugburði
er lítil vón fyri móðurmálinum.
Í huga teirra hoyrir móðurmálið
til eina fortíð, sum ein má læra
at gloyma.
Gott at framskygnir føroying
ar lærdu okkum at hugsa øðr
vísi og vera góð við móður
málið! Tað er sanniliga ikki
nøkur sjálvfylgja.
Tann svangi leggur líka í mál
Eitt annað áhugavert við málið
og málrøkt er, hvussu nær hetta
er tengt tímiligari vælferð. At
tosa við ein svangan mann um
málrøkt loysir seg ikki.
Flestu fólk eru bara soleiðis
samansett, at skula tey velja mill
um tímaliga vælferð og málrøkt,
ja so vinnur vælferðin hvørja
ferð. Eisini í føroyskum saman
hangið er vert at leggja til merk
is, hvussu nær tímilig vælferð
og málrøkt hava fylgst at.
Vóru Føroyar enn bónda
samfelagi tað var í átjan
hundraðtalinum, ja so er ikki
óhugsandi at føroyska málið var
farið í gloymibókina. Ljóðar
kanska løgið, men at vilja verja
móðurmálið er nakað ið eyð
kennir okkum mettu, okkum
sum uppvaksin eru í vælferða
samfeløgum.
Hjá tí svanga hevur hatta lítið
uppá seg. Hjá teimum dragar
tað seg um at yvirliva, ikki
mentan. Heldur enn at vera góð
við móðurmálið síggja tey tað
ofta sum eina forðan fyri sann
ari framgongd.
Sjálvandi tað er bæði gott og
neygugt at fólk læra fremmand
mál. Ein føroyingur sum bara
dugir føroyskt kemur ikki langt.
Tað er bara syrgiligt, táið tað er
gjørt uppá bekostning av
móðurmálinum. Og so er tað
eisini hin síðan, eitt samfelag,
sum hevur mist móðurmálið
hevur lítlan møguleika fyri
nakra tíð at gerast nakað
vælferðarsamfelag. Tey lata
málið fara so tey kunna koma
longur, men tað at tey hava mist
tað, ger at tey koma ikki longur.
Syrgiligt.
Hetta at fólk lata málið fara,
so tey kunna passa seg betur
inn í tað størri samfelagið,
minnir kansa eitt sindur um
bygdadrongin, sum letur
bygdamálið fara ella í hvussu
so er mýkjast, heldur tað ikki
hóska til nýggju umstøðurnar
hann er komin í. Vit siga, ja
men tað er ikki tað sama. Nei,
tað er tað ikki, men munurin á
máli og lokalum dialektum er
ikki so stórur sum vit kanska
halda. Tað eru tildømis lokalar
dialektir í Kina, sum variera
meira frá hvørjari aðrari enn tey
skandinavisku málini. Táið fólk
ikki síggja móðurmálið sum
mál, men lokala dialekt, ja so
sigur tað seg sjálvt at tey fara
ikki at leggja stóra orku í at
verja tað.
Mál gjøgnumsúrgað av
øðrum málum
So nakrar hugleiðingar um
málsliga purismu. Táið man
gekk í skúla, vísti tað seg
næstan at vera ein meginregla,
at føroyskt, sum líktist íslend
skum var gott føroyskt, meðan
føroyskt sum líktist donskum
var ringt føroyskt.
Løgið, men vit hava nøku
lunda sama fyribrigdi millum
Molbog fólkið. Tey eru ávirka
bæði av málunum, sum liggja
norðanfyri og eru partur Filip
inska meginlandinum. Og av
málunum, sum liggja sunnan og
eystan fyri, og eru partur av
Malaysia og muslimska parti
num av Filipsoyggjunum.
Molbogfólkið sjálvt er muslim
skt, og tí er tankagongdin ofta,
at ljóðar tað muslimskt er tað
fínt, men ljóðar tað sum tað
kemur norðanifrá, ja so er tað
ikki gott.
Annars eru tey stóru høvuðs
málini her á Filipsoyggjunum,
sum eitt nú Tagalog, ein sera
áhugaverd samanvevjing, táið
tað kemur til málisku. Landið
var hjáland hjá Spaniólum í 400
ár frá 1500 talinum og fram
eftir. Meðan tað fyrru helvt av
síðstu øld var amerikanskt
hjáland.
Har hevur lítið og einki verið
gjørt fyri at verja málið, so tað
er so gjøgnumsúrga við bæði
sponskum og enskum. Málið
tosa millum býarmenniskju er
ofta ikki eingong kallað
Tagalog, men Taglish, tí tað er
ein blandingur av Tagalog og
enskum.
Enska yvirharradømið
Av tí at tað eru so mong mál
her í landinum er enskt í veru
leikanum høvuðsmálið. Tað er
rættarmálið. Tað er málið, sum
er nýtt á øllum hægri stovnum.
Og øll tey stóru tíðindabløðini
eru skriva á enskum.
Tað eru nógvir filipinarar,
sum ikki dáma at vit tosa við
tey á filipinskum máli. Tey taka
tað, sum vit halda tey ikki duga
enskt. Áhugavert, men eg havi
merkt sama hugburðin millum
skandinavar her á Filipsoyggj
unum. Dáma ikki at eg royni at
tosa skandianavisk við teir. Teir
duga nógv betur enskt enn eg
skandinaviskt. Tað gøtudanska
hjá mær verur tikið, sum at eg
haldi sera lítið um tað enska hjá
teimum, og tað dámar teimum
ikki.
Enskt er mál teirra fram
komnu, eisini millum okkara
egnu. Tað er eingin sjálvfylgja,
at føroyski gerandisdagurin
gongur fyri seg á føroyskum.
At blaðið tú lesur er føroyskt,
at føroyskt er rættar og skúla
mál. Og eingin veit heldur, um
hetta ikki fer at broytast.
Til síðst ein lítil tanki frá
einum eldri Cherokee indian
ara. Fyrst í fýrsunum búði eg
nakrar vikur millum Cherokee
indianarnar í statinum Okla
homa í USA. Hesin eldri mað
urin segði, at menniskjasøgan
kann lýsast sum ferðin frá
Bábel til Bábel. Við Bábel,
segði hann, gjørdist menniskjan
so sterk, at Gud, fyri at steðga
teimum, blandaði seg og bland
aði tungumálini. Framgongdin í
dag er ótrúlig og menniskjan er
aftur við at koma har til har øll
tosa sama tungumál. Táið tað
hendir, segði indanarin, fer Gud
aftur at blanda seg.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6.000 tekn og skrivað í essay stíli
Málrøkt úr fjarskotnum
sjónarhorni
Næstu ferð:
Týsdagin eftir páskir skrivar Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
um samtíðina í føroyskari list
Tíðargreinin
tíðargreinin
Jógvan Júst Rasmussen,
trúboðari og bíbliuumsetari í
Filipsoyggjunum
Føroyingur umsetur bíbliuna til
Molbog mál, sum verður talað
av á leið 10.000 fólkum á einari av
sunnastu oyggjunum í Filipinunum