Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 55 - 18. mars 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Seinasta leygardag var føð­ ingardagshald í Kelduni í Skálafirði. Tað var Sámal Bláhamar, búsitandi í Havn, sum helt sín 60 ára føð­ ingardag har. Ein føst skrá var løgd fyri føðingardagshaldið, talur vórðu hildnar og farið var heilt aftur til 1700­talið í bæði móðir­ og faðirætt hjá Sámali. Mathias Lassen úr Vági, búsitandi í Hvalba, segði frá um ættarbondunum hjá Sámali til ein av manningini á hálendska skipinum West­ erbeek, sum í 1742 rendi á land vestan til á Suðuroynni. Mathias Lassen skrivar í løt­ uni eina bók um Wetersbeek, sum kemur út í heyst. Freydis Poulsen, fyrrverandi lærari í Klaksvík, greiddi frá um ættina hjá Sámali í faðirætt. Hon byrjaði við Jóhannesi Poulsen (Jóhannes tann Vísi) sum varð borin í heim 15. september 1776. Eisini sang Martin Joensen, sum er vestmenningur eins og Sámal, og Hávardur Jen­ sen úr Kvívík sang sálmar, meðan Hans Pauli Højgaard spældi undir. Sámal er vestmenningur, sum hevur búð í Havn størsta partin av sínum lívi. Hann er kanska best kendur sum dekksølumaður og sum virkin í føroysku ferða­ vinnuni. Myndir: Regin Bláhamar og Árni Conradsson Føðingardagshald í Kelduni Sámal Bláhamar Tórharda og Sámal Bláhamar John B. Hansen frá Smyril Line og Petur Martin Petersen frá Kunningarstovuni í Fuglafirði Preben Jack Petersen blaðstjóri á ferðavinnublaðnum Travel People Mathias Lassen segði frá søguni um hálendska skipið Westerbeek Hávardur Jensen syngur sálmar Martin Joensen spælir undir, meðan abbabørn syngja Abbadótturin Eva sang og spældi guittara