Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 18. mars 2008 13 Andlát og jarðarferðir Jóhannes C. Michelsen, vanliga nevndur Lill, and­ aðist á Landssjúkrahúsinum pálmasunnudag, 89 ára gamal. Jarðarferðin hjá Óla-Svenn Nolsøe verður úr Vesturkirkjuni mikudagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Òla­Svenn, kunnu lata eina peningagávu til menning og eftirútbúgving av frískúlalærarum. Konta í peningastovni. Elisabeth í Stovuni, fødd Dam, ættað úr Porkeri, búsitandi í Skálavík, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin, 82 ára gomul. Pauli Næs, ættaður úr Nesi í Hvalba, búsitandi í Havn, andaðist sunnumorgunin á Landssjúkrahús­ inum, 83 ára gamal. Bønarhald verður í Lands­ sjúkrahúskapellinum mikudagin klokkan 1600. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin klokkan 14. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og kenningum, at Elsba (Ebba) Petersen andaðist á Landssjúkrahúsinum 15. mars, 93 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin 19. mars kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni 20. mars kl. 15.00. Familjunnar vegna Hergeir og Ragnheiður Johannes C. Michelsen vanliga nevndur Lill fyrrverandi blikksmiðjumeistari Tórshavn andaðist pálmasunnudag 16. mars á Landssjúkrahúsinum, 89 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum langafríggjadag 21. mars kl. 15.00. Familjan Dagurin 19. mars. Jósef. Dagurin verður hildin til minnis um festarmannin hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man, halgimenni hjá húsasmiðum og handverksmonnum. Ein stutt lýsing av kristna blinda­ heiminum “House of Hope” í Betlehem” Fyrstu ferð føroyingar fingu kunnleika um kristna blinda­ heimið “House of Hope” í Betlehem, var á várið 1973, tá ið fyrsta føroyska ferða­ lagið nakrantíð vitjaði Ísrael. Á hesi ferðini vóru føroy­ ingarnir ein sunnudag stadd­ ir í Jerusalem. Samband varð fingið við ein lítla sam­ komu, har fólk plagdu at koma sunnumorgnar at minnast Jesus Kristus. Av tí at føroyingarnir vóru so mikið nógvir, fleiri enn 40 í tali, varð hildið best at tey fáa fáu fólkini í nevndu samkomu í Jerusalem at kom á hotellið, har føroy­ ingarnir búðu, soleiðis at møtið hendan sunnumorg­ unin kundi verða har, tí at har vóru størri høli. Ein av persónunum, ið vóru komnir saman hendan sunnumorgunin, var hin 67 ára gamla blinda May Ladah, úr Betlehem. Hon hevði 6 ár frammanundan byrjað eitt heim fyri blindar dreingir. Sjálv var henda arabiska kvinnan blind frá barns­ beini, men fekk møguleikan at koma í ein skúla fyri blind, ið varð rikin av kristn­ um fólkum úr Onglandi. Har kom hon at kenna Jesus sum frelsara sín, og kom hetta at eyðkenna hennara lív og virki til hennara doyggjandi dag. Í 1963 byrjaði hon heimið fyri blindar dreingir, og síð­ ani 1973 gjørdust føroyingar ein partur av hesum verki, við tað at vit komu at hava samband við blindaheimið síðani tá, og hava roynt at stuðla tey í hesum arbeiði. Seinni keypti hon ein bygning og nakað eftir hetta eini grannahús, soleiðis at verkið kundi vaksa og betri umstøður verða fyri at taka blindar dreingir inn – eisini at búgva á staðnum, so at dagliga komu umleið 50 dreingir at búleikast har. Umframt at taka blindar dreingir vóru seinni eisini menningartarnað børn tikin inn á hetta heimið. Ikki øll kundu verða og búgva har, men mong vórðu heintað úr ymsum býlingum og flótta­ legum har í nánd, flestu úr muslimskum heimum. Øll foreldur, sum lótu børn síni til blindaheimið “House of Hope” vistu, at á heiminum vórðu børnini lærd søguna um Jesus Kristus. Og soleiðis hevur hetta arbeiðið hildið fram. Fyri umleið 20 árum síðani andaðist stovnarin av blindaheiminum, May Ladah, sum var í Føroyum og vitjaði í 1983, saman við Michael David, ið gjørdist leiðari á blindaheiminum eftir hana. Hesin Michael var ikki nakar tilvildarligur persón­ ur. Hann var í veruleikanum vaksin upp á blindaheimin­ um saman við systkjum og mammu síni, sum longu í byrjanini í 1963 gjørdist høvuðskokkur á heiminum. Hesin Michael las búskaparfrøði í Amerika og kom so heimaftur at leiða blindaheimið saman við stovnandi kvinnuni May Ladah. Og tá ið hon var farin, gjørdist hann leiðari. Men hann andaði seinast í 1990­unum í bestu árum. Síðani hevur kona hansara, Roda, verið leiðari á blinda­ heiminum. Og hevur hon røkt hetta arbeiði við ágrýtni og kønari hond. Før­ oyingar hava hjálpt til har á heiminum í farnum árum, t.d. Tordur Niclasen, á Eiði, Anna Maria Erlingsdóttir úr Fuglafirði og onnur við. Ein vitjan á blindaheiminum í Betlehem er altíð á skránni tá ið Svenning av Lofti er í Ísrael við ferðaliðum sínum. Um páskirnar vitjar Roda David Føroyar. Hetta er fyrstu ferð hon er á vitjan her í oyggjunum, og fer hon at luttaka ymsastaðni, t.d. á samfelagsmøtunum í Eyst­ uroynni og Suðuroy nú um páskirnar. Skráin fyri vitjanini hjá Rodu David er henda: Týs­ kvøldið 18. mars kl. 21 er hon í sendingini “á torgin­ um” á Rás 2, hóskvøldið 20. mars kl. 18 er hon á møti í Siloa í Fuglafirði, Langa fríggjadag 21. mars kl. 18 í Ebenezer í Tórshavn, leygardagin 22. mars kl. 13 verður almenn frágreiðing á Hotel Hafnia, leygar­ kvøldið 22. mars kl. 20 í skúlanum í Porkeri, 2. páskadag kl. 18 í Betesda í Klaksvík, týskvøldið 25. mars kl. 20 í Saron á Viðar­ eiði og mikukvøldið 26. mars kl. 19.30 í Elim í Søldarfirði. Blindaheimið House of Hope í Betlehem Leiðarin á blindaheiminum í Betlehem, Roda David, verður gestur á sendingin “á Torginum” hjá Svenning av Lofti í kvøld Lesið Sosialin - so eru tit við