Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 55 - 18. mars 2008 Vísindasiðsemisnevndini fingið heimasíðu Nú ber til hjá øllum at síggja, hvat arbeiðið hjá Vísindasiðsemisnevndini fevnir um, tí nevndin hevur latið sína egnu heimasíðu upp. Hon eitur www.vsn.fo. Her sæst, hvørjar verkætlanir og granskingarætlanir Vísindasiðsemisnevndin skal taka støðu til og hevur tikið støðu til. Vísindasiðsemisnevndin er ein ráðgevandi tilmælisnevnd, og hon tekur endaliga støðu til, um eitt nú ein granskingarætlan verður útint í verki ella ikki. Gunhild Isfeldt, lækni, er formaður í Vísindasiðsemisnevndini, sum í løtuni annars er mannað við Dorrit Bech Joensen, lækna, Sonna Smith, journalisti, Malenu Arnholdsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingi, Ingu Poulsen Dam, presti, Fróða Joensen, lækna og Kára Mortensen, studentaskúlalærari. Skulu vit taka tað fyri góða vøru, sum løgmaður og lands­ stýrisfólk við ábyrgd av vinnumálum søgdu á Shipping Føroyar 2008, fáa Føroyar um ikki so langa tíð eina FAS­ skipan, sum verður kappingarfør við líknandi skipanir í okkara granna­ londum. Hetta góvu bæði Jóannes Eidesgaard, Bjørt Samuelsen og Tór­ bjørn Jacobsen lyfti um, meðan 300 ráð­ stevnuluttakarar lýddu á Shipping 08 Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ráðstevnan Shipping Før­ oyar 2008, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum næst seinasta fríggjadag, hevði stóran áhuga millum føroy­ ingar. Fleiri enn 300 luttak­ arar vóru við til tiltakið, sum eydnaðist sera væl. Umboðini fyri landsstýr­ ið, løgmaður, Jóannes Eides­ gaard, Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnu­ málum og Tórbjørn Jacob­ sen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, góvu øll trý lyfti um, at nú skal FAS­ skipanin gerast kappingar­ før. Her var eingin slingur í valsinum. Tað var løgmaður, Jóann­ es Eidesgaard, sum setti stevnuna, og hann ásannaði, at nógv hevur verið tosað um at fáa shippingvinnuna at veksa, men at lítið og einki hevur verið gjørt við hetta. Løgmaður gav lyfti um, at nú skal nakað henda, og í samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær fyri at gera FAS (Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina) kapp­ ingarføra við skipaskráset­ ingar í okkara grannalond­ um. Bjørt og Tobbi Bjørt Samuelsen, lands­ stýriskvinna, segði, at nú skal FAS gerast kappingar­ før. Hon helt, at nú er nóg mikið tosað, samstundis sum lítið og einki hevur verið gjørt fyri at betra skip­ anina. Landsstýriskvinnan segði seg vera sinnaða at broyta skattligu viðurskift­ ini, so føroyingar í FAS fara at sleppa lættari í skatti. Hon segði seg kortini vænta, at hesin spurningur ivaleyst fer at elva til kjak. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, var bersøgin, tá ið hann umrøddi, hvussu lítið er hent innan shipping­ vinnu seinastu nógvu árini. Hann vísti á, at føroyingum so líkt hevur alt bara verið fyribilsloysnir. Tórbjørn vísti á, at lopið um gjónna má takast í ein­ um – og ikki í tveimum. Hann helt, at um vit taka lopið í tveimum, enda vit ryggbrotin niðri í gjónni. Dugnalig sjófólk Anne Jorunn Møkster, ið er forstjóri í Simon Møkster Shipping, sum hevur nøkur skip skrásett í FAS, helt eis­ ini, at ábøtur mugu gerast á skipanina. Hon ivaðist ikki í, at føroyingar hava førleik­ ar at fáa nógv burtur úr shippingvinnuni, tí teir 100 føroyingarnir, hon hevur í arbeiði, prógva hvønn dag sítt dugnasemi. Eisini Albertus Zwiers, tekniskur stjóri í Mærsk Supply Service og Klaus Kjærulff, forstjóri í Torm, nevndu mongu føroyingar­ nar, teir hava í arbeiði. Hjá Mærsk Supply Service starv­ ast 81 føroyingar og hjá Torm 30. Mærsk legði eisini dent góða samstarvið við Sjóvinnudepilin, sum stend­ ur fyri at útbúgva føroyingar hjá Mærsk í Føroyum. Nógv tilmæli Annfinn V. Hansen, sum er formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, legði fram ein langan lista av tilmælum til landsstýrið um, hvussu FAS­skipanin kann broytast. Ítøkiliga málið hjá Reið­ arafelagnum fyri Farmaskip er, at 500 skip skulu vera FØROYAR fáa kappingarføra shippingvinnu Saman við Sjóvinnudeplinum og Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, var Føroya Banki ein av fyriskiparunum av ráðstevuni Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, helt, at vit skulu taka lopið um gjónna í einum vinnan