Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 vinnan Nr. 55 - 18. mars 2008 Dollarafallið órógvar Tað stóra virðisfallið á amerikanska dollaranum ávirkar raksturin hjá nógvum fyritøkum, sum brúka dollaran. Teirra millum er danska fyritøkan Viking, sum er kend fyri sína bjargingarútgerð til skip og bátar. Fyritøkan ætlaði, at umsetningurin skuldi væl upp um milliardina í fjør, men tað gekk ikki. Orsakað av dollarafallinum bleiv hann 966 mió. krónur. Viking hevur nú gjørt av at leggja seg eftir tí veksandi kinesiska marknaðinum. Viking Life-Saving Equipment hevur høvuðssæti í Esbjerg (Mynd: JydskeVestkysten) komin í føroysku FAS-skip- anina í 2015. Stjórin í Sjóvinnudepli- num, Lassi Borðoy, greiddi frá, hvussu føroyingar í verki kunnu vera undirveit- arar av tænastum hjá stórum útlendskum reiðaríum. John Rajani, leiðari á Cor- porate Finance-deildini hjá Føroya Banka, vísti á, hvussu til ber at keypa eitt heilt reiðarí ella skráseta tað á virðirsbrævamarknaði fyri at fáa meiri kapital. Varastjórin í Danmarks Rederiforening, Jan Fritz Hansen, staðfesti, at Dan- mark longu er fremsta shipp- ingtjóð í Evropa, og at danir ætla sær at halda fram at vaksa. Hann helt, at føroying- ar eiga eisini at klára at veksa um sína shippingvinnu. Fyriskiparar Fyriskiparar av Shipping Føroyar 2008 vóru Føroya Banki, Sjóvinnudepilin og Reiðarafelagið fyri Farma- skip. Tey, sum umframt fyri- skipararnar stuðlaðu tiltaki- num, vóru Team Beredskab, Supply Service, Thor og Mærsk. Fleiri enn 300 fólk vóru til Shipping Føroyar 2008, og fólk vóru samd um, at ráðstevnan eydnaðist sera væl Varastjórin í Danmarks Rederiforening, Jan Fritz Hansen, helt, at føroyingar eiga at kunna veksa um sína shippingvinnu Annfinn V. Hansen legði fram eina røð av tilmælum til landsstýrið um, hvussu FAS kann broytast Anne Jorunn Møkster er forstjóri í Simon Møkster Shipping Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, setti Shipping Føroyar 2008