Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 vinnan Nr. 55 - 18. mars 2008 - Hevði gamla ferða- mannaskipið Pride, sum leingi hevur ligið á Vestmanna, verið søkt á hóskandi staði og hóskandi dýpi, kundi hetta verið byrjanin til eina veruliga vinnu innan frítíðarkaving í Føroyum, sum annars er rættiliga attraktivt í øðrum londum. Møguleikarnir í Før- oyum er minst líka so góðir sum aðrastaðni, sigur Ingi Sørensen, kavari Frítíðarvinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Frítíðarkaving er ikki ókent fyribrigdi í Føroyum. Hetta virksemi gongur fyri seg í tí stilla, og lítið hoyrist um tað millum fólk, sum ikki fá­ast við kaving. Áhugin í Føroyum er veksandi, og tað eru tey, sum síggja stór­ ar møguleikar í hesum, um betri fyritreytir verða skapt­ ar. Ein teirra, sum í fleiri á­r hevur fingist við bæði vinnuliga kaving og frítíðar­ kaving, er Ingi Sørensen, kavari. Hann hevur leingi verið rættiliga hugtikin av tí, sum er undir vatnskorpuni og niðri við botnin, og hann er eisini ein teirra, sum sær vinnumøguleikar innan frítíðarkaving í Føroyum. ­ Eg eri rættiliga bitin av kaving og havi kavað nógv kring um í Føroyum, og eg havi eisini kavað á­ ferðum í útlandinum, har frítíðarkav­ ing nógvastaðni er ein væl­ skipaður partur av ferða­ vinnuni. Ein kavari sær og upplivir nógv, sum vit onnur uppi á­ landi ikki síggja. Eins og fleiri aðrir kavarar í Føroyum, hevur Ingi óteljandi ferðir kavað niður á­ farmaskipið Ólav Greger­ sen, sum fórst við Flesjarnar 10. januar í 1984. Hann hev­ ur eisini kavað niður á­ Stat­ hav, sum fórst suður úr Hólmafles fyri nøkrum á­rum síðan. Pride í 100 ár Ingi Sørensen heldur, at gamla ferðamannaskipið Pride, sum leingi hevur ligið á­ Vestmanna, hevði verið sera vælegnað til frí­ tíðarkaving, um skipið hevði verið søkt á­ hóskandi staði og hóskandi dýpi. ­ Pride er eitt kent navn í føroyskari skipasøgu, og hevði eitt nú Tórshavnar Froskmannafelag fingið skipið, og myndugleikarnir góvu loyvi til søkking, kundi minnið um skipið livað í kanska 100 á­r aftrat. Soleiðis kundu vit varðveitt minnið um eitt av okkara ferðafólkaskipum, nú fleiri og fleiri oyggjar verða bundnar saman við føstum sambandi. Ein orsøk til, at Ingi nevn­ ir Pride sum ein góðan møguleika, er, at skipið hevur tænt fyri seg í før­ oyskari ferðafólkasigling – og tað, at Ingi sjá­lvur og Pride eru javngamlir. ­ Pride er bygdur í 1960 – sama á­r ­ sum eg eri fødd­ ur, sigur hann brosandi. Ingi hevur síni hugskot um, hvar hann heldur, at skipið kundi verið søkt, og eitt av stø ðunum, hann er serliga heitur fyri, er millum Kapilin og gomlu lendingina á­ Borðuni syðst á­ Nóls­ oynni. ­ Hetta er eitt sera vakurt stað, og botnur og dýpi eru sera væl egnað, sigur hann. Kavaramiðstøð Kavarin vísir á­, at skulu vit skipa eina veruliga frítíðar­ vinnu við kaving í Føroyum, verður eisini neyðugt við eini veruligari kavaramið­ støð, har fólk, bæði føroy­ ingar og útlendingar, sum vitja higar í frítíðini, kunnu leiga sær útgerð og fá­a ein ferðaleiðara við sær. ­ Tað eru mong, ið hava kaving sum frítíðarítrív, men tað eru ikki øll, sum eiga útgerðina – ella kunnu hava hana við sær á­ ferðum í Føroyum. Sjá­lvur hevur Ingi fleiri ferðir kavað saman við útlendskum ferðafólki, sum hava vitjað í Føroyum, men tað, sum hann eftirlýsir, er, at henda frítíðarvinna verður neyvari skipað í Føroyum. ­ Eg síggi eitt stórt pot­ entiali í hesi vinnu, sigur hann. Ingi ivast onga løtu í, at tað er minst líka so á­huga­ vert at kava við føroysku strendurnar, sum tað er at kava nógv aðrastaðni, har hetta er ein partur av ferða­ vinnutilboðunum. ­ Støðini eru nógv og for­ kunnug, sjógvurin er klá­rur, botnurin er skiftandi, og nógv ymiskt lív er at síggja fram við landi. Hann vísir á­, at leingi hev­ ur verið tosað um at gera nakað við hendan partin av okkara frítíðarvinnu, og nú heldur hann, at tíðin er komin til, at okkurt veruligt spyrst burtur úr hesum. ­ Vit hava Faroe Diving í Klaksvík, sum partvís tekur sær av útleigan av útgerð og hevur annað virksemi í sambandi við kaving, men neyðugt er at útbyggja hendan partin og ítøkilig­ gera fleiri tilboð – bæði til føroyingar við á­huga fyri kaving og útlendsku ferða­ fólkini, sum vilja uppliva Føroyar á­ ein annan há­tt, sigur Ingi. Hann vísir á­, at í fleiri londum, sum kaving er ein partur av ferðavinnutilboð­ unum, er neyðugt at bíleggja sær plá­ss til slíkar ferðir fleiri dagar frammanundan. ­ Kaving er soleiðis vorð­ in ein alsamt veksandi part­ ur av ferðavinnutilboðunum, og eg haldi, at vit í Føroyum nú eiga at gera okkurt við hetta, sigur Ingi Sørensen. Frítíðarkaving – er ein góður vinnumøguleiki Her er Ingi afturi við róðrið á Stathav, sum liggur við botnin suður úr Hólmafles Mynd: J. Fonsdal - Høvdu vit fingið Pride til søkkingar, kundi søgan um ferða- mannaskipið livað í hundrað ár aftrat, sigur Ingi Sørensen Minni ólógligt fiskarí Ein uppgerð fyri á­rið í fjør vísir, at í fjør vórðu veidd umleið 40.000 tons meiri av toski í Barentshavinum enn tann á­setta heildarkvotan. Í 2006 var tað talið 80.000 tons. Norski fiskimá­lará­ðharrin, Helga Pedersen, sigur, at tað gongur tann rætta vegin, men at stríðið ímóti tí ólógliga fiskiskapinum er ikki liðugt enn. Helga Pedersen er serliga fegin um, at russisku myndugleikarnir hava hert síni tiltøk fyri at forða tí ólógliga fiská­rínum. Helga Pedersen sigur, at russar hava verið óførir at forða ólógligum fiskaríi (Savnsmynd)