týsdagur 18. mars 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
vinnan
Nr. 55 - 18. mars 2008
Synirnir hjá
Kristian Martini
Rasmussen eru fjórða
ættarlið í kendari
ætt at sonnum
veiðumonnum í
Klaksvík. Ì heyst
kemur nýggja
Norðborg til landið
og má hon sigast
at vera juvelurin
í krúnini hjá hesi
veiðumannafamiljuni.
VEIÐUMENN
Jan Müller
Teir hava fingið tað inn við
móðurmjólkini.
Soleiðis
plagar ofta at verða tikið til.
Tá ið tað snýr seg um
veiðumenn og fiskiklógvir,
hóskar henda vendingin
ikki heilt. Heldur eru tað
synir, sum hava gingið í
faðirsins fótasporum, tá ið
tað hevur rátt um at fáa
fisk.
Kristian Martin Rasmus
sen eigur Christian í Gróti
num og Norðborg saman
við synunum – Jón, Eyðuni
og Boga. Jón og Bogi eru
skiparar,
og
Eyðun
er
maskinmaður. Eyðun tekur
sær av virkseminum á landi,
og hinir báðir eru á brúnni.
Teir hava báðir verið skip
arar, síðani teir vóru blað
ungir, og tað hevur ligið
væl fyri at fáa fisk. Tað
hava teir ikki frá fremmand
um.
Síðani miðskeiðis í sjeyti
árunum hevur eitt skipanavn
í Klaksvík verið Christian í
Grótinum. Fyrri Christian í
Grótinum varð bygdur á
Skála Skipasmiðju, og tann
seinni varð bygdur í Chile í
1998. Maðurin, sum skipini
eru uppkallað eftir, var
langabbi at ungu skiparu
num. Christian í Grótinum
var ættaður undan Gøtueiði.
Hann giftist í 1905 til
Klaksvíkar, og búsettist í
Selheyggjatrøðni, sum hann
hevði keypt helmingin av.
Christian í Grótinum var
tiltikin skilagóður útróðrar
maður í Klaksvík, og tað lá
væl fyri hjá honum at fáa
fisk.
Marianna og Christian í
Grótinum fingu átta børn.
Tvey doyðu sum smá – ein
genta og ein drongur. Fimm
gentur og ein drongur komu
undan. Drongurin var yngst
ur. Hann varð nevndur Palli
hjá Mariannu. Tað navnið
komast flestu føroyingar
við.
Palli var sonn fiskiklógv.
Hann var útróðrarformaður
við deksbátinum Kvikki,
og tá ið hann var farin at
føra skip, róði hann millum
túrarnar nógv út við opnum
báti. Meinkunnugur við
mið og ýtir og streym og
veður og vind.
Millum skipini, sum hann
førdi, var Polarstjørnan,
sum Kjølbro átti. Seinni
førdi Palli línuskipini Klakk
og Jákup B, sum komu til
Klaksvíkar í 1962. Í 1967
fór hann umborð á Borð
oyarnes, sum var stórt yvir
dekkað línuskip, sum Kjøl
bro hevði latið byggjað á
Skála Skipasmiðju. Nøkur
ár seinni keypti Palli saman
við øðrum Borðoyarnes,
sum hann førdi, inntil hann
legðist uppi.
Kristian Martin Rasmus
sen, sonur Lenu, ið var ætt
að úr Oyndarfirði, og Palla,
sigldi við pápanum við
Polarstjørnuni og línuskipu
num hjá Kjølbro. Kristian
Martin var blaðungur, tá ið
hann gjørdist stýrimaður og
skipari, og hann og pápin
skiftust um at føra Borð
oyarnes, sum royndi á Flem
ish Cap.
Tá ið fyrri Christian í
Grótinum var bygdur, slepti
Kristian Martin línufiskarí
num. Síðani hevur hann
verið skipari á Christiani í
Grótinum. Bæði tann fyrri
og tann, sum nú er í vinnu,
hava roynt við nót og troli
eftir sild, makreli, lodnu og
svartkjafti. Tað lá væl fyri
hjá Kristian Martini, tá ið
hann royndi við línu, og
hóast hann fór undir veiðu
hættir, sum hann ikki hevði
roynt áður, so hevur tað
eisini ligið væl fyri við troli
og nót.
Synirnir hava allir siglt
við pápanum. Evnini at fáa
fisk, sum langabbin og abb
in og pápin hava havt, eru
framvegis eyðsýnd, og nú
eru tað dreingirnir hjá Jone
lisu og Kristian Martini,
sum saman við pápanum
hava ábyrgdina av Christiani
í Grótinum og Norðborg.
Christian í Grótinum og
Norðborg hava ført stórar
nøgdir og virði til landið.
Um stutta tíð fáa teir nýggja
Norðborg í flotan.
Fiskikløur í fýra ættarlið
Kristian Martin og Jonelisa saman við synunum og familjum teirra til dópin av nýggju Norðborgini í Chile
Sannur hátíðardámur var á Asmar skipasmiðjuni í Chile, tá nýggja Norðborg varð doypt