Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 55 - 18. mars 2008 Hon er helst størsti og dýrasti nýbygningur nakrantíð í føroyska fiskiflotanum. Nýggja Norðborg, sum verður bygd í Chile, fer at liva upp til krøvini til eitt nútíðar fiskifar, sum troytir allan fiskin og framleiðir til matna umborð. Harvið nýtast ikki tær stóru nøgdirnar sum tá talan er um at veiða til ídnað. Eisini er oljunýtslan minni. Norðborg verður juvelurin í krúnini hjá føroyska fiskiflotanum Fiskivinna Jan Müller jan@sosialurin myndir: Hvalnes Herfyri komu tey aftur av 10 daga dreymaferð til Chile í Suðuramerika. Tey eru fólkini aftanfyri reiða­ ríið Hvalnes í Klaksvík, sum hava rikið eina familju­ fyritøku gjøgnum fleiri ættarlið, eina fyritøku, sum hevur fylt nógv í tí føroyska nótaflotanum. Tey vóru hjá­ stødd, tá nýggja flaggskipið í føroyska nótaflotanum Norðborg varð sjósett og doypt. Heimafturkomin hittu vit Jón Rasmussen, skipara og ein av synunum hjá reiðaranum og odda­ manninum fyri hesi spenn­ andi verkætlanini, Kristian Martin Rasmussen. Tey komu til Chile 19. februar og varð skipið longu doypt dagin eftir. – Hetta var eitt fantastiskt upplivilsi er fyrsta viðmerk­ ingin vit fáa frá Jón Ras­ mussen. Tá føroyingar hava bygt skip seinastu árini koma skrokkarnir úr Eystur­ europa og verða liðugtgjørd­ ir á norskari skipasmiðju fyri síðani at leggja leiðina til Føroya. So stóri dagurin er, tá skipið kemur til land­ ið. Her er tað eitt sindur øðrvísi. Alt arbeiðið uppá nýggju Norðborg verður nevniliga gjørt á somu skipasmiðju í Chile, Asmar skipasmiðjuni, og eitt vegamót í hesi bygging er løtan, tá skipið verður sjó­ sett og doypt. - Hvussu kendist at vera til steðar, tá skipið varð sjó- sett? ­ Tað var ein ótrúlig kensla. Seinast eg vitjaði í Chile var í september. Tá eg so kom aftur til landið varð tað fyrsta eg gjørdi at fara oman at hyggja eftir skipinum. Tað var ein flott sjón at síggja hetta stóra skipið. Tað var eisini gjørt sera nógv burtur úr hátíðar­ haldinum. Allir chilenar vóru í uniformum, so har var hátíðardámur. At síggja skipið standa upplýst klokk­ an 11 á kvøldi pyntað við fløggum var stórbart greiðir Jón Rasmussen frá. - Men hví fara til Chile at byggja nýtt skip spurdu vit Jón Rasmussen? ­ Núverandi Christian í Grótinum varð bygdur í Chile í 98, so vit kendu eitt sindur til landið og vistu, at teir duga handverkið. Tá vit fóru undir hesa verkætl­ anina sóu vit beinanvegin, at skipið fór at blíva dýrt. Vit mettu tó ikki, at vit megnaðu at byggja fyri langt omanfyri 200 mill. kr. Tá vit so góvust at samráðast við norska skipasmiðju var prísurin komin uppá 280 til 290 mill. Asmarskipasmiðj­ an í Chile kundi haraftur­ ímóti byggja fyri 240 mill. kr. Útgerðin, verksmiðja, motorur oa. er alt tað sama sum í Noregi. Tað er bara sjálvt skipið, skrokkurin og arbeiðið, sum eru nógv bíligari. Risastórt fiskiskip Nýggja Norðborg er 18,4 metrar breið og 83,4 metrar long. Sammeta vit við eitt av okkara flaggskipum, trolaran Skálaberg, so er hann 16 metrar breiður og umleið 75 metrar langur. Tað, sum ger hesa verk­ ætlanina so spennandi og serstaka er, at skipið verður bygt við tí í huga, at øll framleiðslan skal fara fram umborð, og at allur fiskurin verður troyttur. Einki fer í havið aftur. Tað var tann tíð, tá skipini bara vórðu bygd til at kunna taka so nógv sum til bar og síðani landa til ídnað, men hjá reiðaríinum Hvalnes, sum hevur drúgvar royndir í nóta­ vinnuni, hava tey so valt at fylgja tíðini og hava lagt á annan bógv. Burðardygg fiskiveiða og framleiðsla til matna skal vera grundar­ lagið undir stóru íløgunum. Jón Rasmussen heldur samansetingina hjá teimum við at hava tvey skip, Christ­ Nýggja Norðborg – Norðborg er 83 metrar long og 18 metrar breið. Hon kann lasta 1500 tons av frystum sildafløkum og 400 tons av mjøli. Frystiorkan er millum 200 og 250 tons um samdøgrið. Skipið hevur eina 6000 kW Bergen Diesel maskinu og brúkar tungolju. Tað verða umleið 24 mans við skipinum. Eigari er partafelagið Hvalnes í Klaksvík. FAKTA Jonelisa hevur júst doypt nýggju Norðborgina á Asmarskipasmiðjuni í Chile, her saman við leiðsluni Kristian Martin takkar fyri góða handverkið Nýggja Norðborg – juvelurin í krúnini hjá føroyskari fiskivinnu – verður sjósett á Asmarskipasmiðjuni í Chile