týsdagur 18. mars 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
vinnan
Nr. 55 - 18. mars 2008
ian í Grótinum og Norðborg
vera sera góða. - Vit fáa
gagnnýtt sildina sera væl,
tá hon er norðan fyri Før-
oyar og eystan fyri Ísland,
har vit fáa skorið sildaflak,
tá hon hevur nógv æti í sær
og annars er trupul at flyta
til lands. Og tá lodnan er
við Ísland og í Barentshavi-
num fáa vit fryst umborð.
Harvið er virðisøkingin
rættiliga stór. Vit hava eisini
roynt at frysta svartkjaft við
verandi Norðborg. Ídnaðar-
prísurin er í dag umleið 90
oyru, meðan vit fyri frystan
svartkjaft til matna uttan at
skera hann fáa hálvatriðju
til tríggjar kr. kilo. So virð-
isøkingin er rættiliga stór
fyri lítið arbeiði. Skera vit
fiskin umborð til flak og
skráskera fáa vit eisini gjørt
mjøl á mjølverksmiðjuni
umborð. So alt verður gagn-
nýtt, einki fer út aftur. Hetta
skuldi givið sera nógvar
fyrimunir, nevniliga við at
gagnnýta alt úti á feltinum.
Føroyska verkætlanin
Í Chile kalla tey nýggju
Norðborgina fyri føroysku
verkætlanina. Hon er nevni-
liga meira enn bara eitt
skip. Hon er ein prototypa
uppá framtíðar fiskiskipið,
sum troytir allan fiskin og
fær sum mest fyri hann. –
Vit hava nógvar kappingar-
neytar, serliga íslendsk og
norsk skip, sum eisini gagn-
nýta sum mest av fiskinum
umborð, men einki teirra
hevur mjølverksmiðju um-
borð. Tí er Norðborg fyrsta
skip av sínum slag, sum
hevur mjølverksmiðju eis-
ini. Tá tú er langt til havs,
við
Svalbard
og
langt
norðan fyri og sker sild, so
er úrtøkan 50%. So roynir
man at fáa veiðuna til lands,
men slógvið verður gamalt
til ta tíð. Nú royna vit
ístaðin at gera restina av
fiskinum til mjøl. Vit fáa
púra feskt mjøl og feskt lýsi
og fáa á tann hátt eina nógv
betri virðisøking.
Jón Rasmussen sigur, at
nýggja Norðborgin er eitt
pilotprojekt og tí ikki nak-
að, sum er kopierað frá
øðrum.
- Er hetta tað optimala,
sum man kann koma til at
byggja eitt skip, sum skal
veiða og framleiða upp-
sjóvarfisk?
- Tað mugu vit nokk siga
ja til. Men aðrir velja so at
hava skip, sum hevur tangar
og føra veiðuna feska til
lands. Síðani vit skrivaðu
undir sáttmálan um Norð-
borg fyri hálvum øðrum ári
síðani, vísa tekinini, sum
eru, at tað vit hava gjørt
bara verður rættari og
rættari.
- Tað skal nógvur fiskur
til fyri at fáa eitt skip fyri
240 mill. kr. at bera seg.
Hvat við váðanum og óviss-
uni, har eitt nú minni er til
av svartkjafti, og hann fram-
vegis er óbýttur. Er einki at
óttast?
- Tað er tað fyri so vítt
ikki. Eg síggi, at vinnufólk
kjakast, um svartkjafturin
skal býtast ella ikki. Tað
kjakið haldi eg byggir meira
uppá, um tað skal seljast
ella ikki.
Vit vilja gjarna, at Norð-
borg fær sín part og kanska
fiska svartkjaftin alt árið,
serliga rundan um Føroyar
um heystarnar, tá hann er
feitur og í góðum standi. So
tað eru vit ikki bangnir fyri.
Og hesin báturin skal sjálv-
andi brúka nógv færri tons
av svartkjafti enn ein van-
ligur ídnaðarbátur annars.
Umframt svartkjaftin hava
teir eisini sildakvotu, lodnu
og makrel.
- Vit kenna ikki framtíð-
ina, men tað kann jú henda,
at TAC á svartkjafti fer at
minka enn meira. Tit hava
bundið tykkum at fylgja tí.
Hava tit kalkulerað við tí?
- Ja tað hava vit gjørt. Tað
vísir seg, at tá svartkjafturin
minkar sum nú, er minni til
men slagið er gott, tað er
góður og stórur svartkjaftur.
Ein ídnaðarbátur, sum ligg-
ur norðan fyri Føroyar og
fiskar eini 200 til 300 tons
um dagin hevur við verandi
ídnaðarprísi og oljuprísi,
ongan tjans. Tað er eingin
forrætning í tí. Men er tað
so ein frystibátur, sum fryst-
ur eini 200 tons um dagin
og selur fyri einar 600.000
kr., so er tað forrætning í
tí.
- So framtíðin, bæði fyri
at hava eina burðardygga
veiðu og við økonomi í, er
at framleiða umborð!
- Ja, tað meta vit og ser-
stakliga tá talan er um svart-
kjaft. Tað er ein sera trupul
fiskur. Verður skjótt gamal
og er torførur at flyta til
lands og landa feskan. Tú
skal bera skjótt at og ikki
hava ov langar túrar. Skal
ein bátur við tangum sigla
inn tvær til tríggjar ferðir
um vikuna verður tað til
sera stóra oljunýtslu, meðan
nýggja Norðborgin kann
liggja úti í vikuvís og
frysta.
Russar fryst
svartkjaft í ártíggjur
- Royndir vórðu á sinni
gjørdar umborð á Andreas í
Hvannasundi at flakaskera
og frysta svartkjaft men tað
gekk ikki!
- Tað var nakað heilt ann-
að. Teir tóku fiskin inn í
tangar, sum ikki vórðu so
væl gjørdir og køldir sum
okkara og skóru svartkjaftin
til flak. Tá fór sandmaðkur
út í flakið og so kom ein
kampanja í Týskalandi, har
myndir vórðu tiknar av fløk-
unum. So var tann markn-
aðurin vekk. Russar hava
heilfryst svartkjaft undir
Føroyum í fleiri ártíggju.
Eisini hálendingar hava heil-
fryst svartkjaft í mong ár
serliga til Afrika og Asia.
- Sær tú ongan vanda
fyri, at ein so stór íløga ikki
skal forrenta seg.
– Vit føla okkum væl við
tað vit hava gjørt.
- Nógv verður tosað um
útlendskan kapital í før-
oysku fiskivinnuni. Hvussu
við Norðborg. Er útlendskur
kapitalur uppi í?
- Eginkapitalurin er allur
á
føroyskum
hondum.
Fíggingin kemur fyrst og
fremst frá Føroya Banka,
síðani frá Realinum og frá
einum norskum banka.
Fleiri pengar í lastini
- Hvussu heldur Jón tað
sær út hjá føroyskari fiski-
vinnu í dag!
- Eg kann bara úttala meg
um nótaflotan. Fyri ein bát
sum Christian í Grótinum,
sum hevur livað gylt av tí
stóra
svartkjaftatilfeingi-
num, sum hevur verið, sær
tað ikki so bjart út. Serliga
ikki við høgu oljuprísunum,
tí hann skal jú sigla inn og
út alla tíðina. Hetta hava vit
tikið hædd fyri, nú nýtt nóta-
skip verður bygt. Vit vilja
heldur, tá vit sigla til lands
við veiðuni, hava fleiri
pengar í lastini samtíðis
sum vit leggja yvir til veru-
liga tungolju, so vit fáa
kostnaðarstøðið longur nið-
ur og fáa meira fyri fiskin.
Jón vísir á, at tað er ein
øgiligur munur á, hvat bát-
arnir koma inn við í dag í
mun til í fjør. Tað broyist
ótrúliga skjótt. Í fjør byrjaðu
teir at landa fyri 1.60 kr. Nú
er prísurin 90 oyru. Tað er
ein niðurskurður uppá eini
40%. Tað er eitt øgiliga
stórt sveiggj.
Nýggj Norðborg verður
latið liðugt frá skipasmiðjuni
seinast í august ella møgu-
liga eitt sindur seinni Tað
tekur einar tríggjar vikur at
sigla heim, so skipið verður
á Klaksvík síðst í september
ella í oktober.
– juvelurin í krúnini
Jonelisa og Kristian Martin saman við oddamonnum á skipasmiðjuni. Her fáa tey gávu handaða
Føroya Banki er høvuðsfíggjari av verkætlanini. Her stjóranir í bankanum við til hátíðarhaldið í Chile