Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 vinnan Nr. 55 - 18. mars 2008 Nógv olja er spríkt úr undirgrundini, síðani Mikael Gren fyrstu ferð setti fótin á ein boripall. Hóast útbúgving sum maskinmeistari mátti hann banka rust og spula dekk. Men hetta skuldi vísa seg at vera lopfjølin til eina veruliga karrieru í frálandavinnuni Hilmar Simonsen At fáa fótin fyri seg í olju­ vinnuni er ikki bara sum at siga tað, um tú ikki kanst vísa á praktiskar royndir á tínum CV. Ein góð útbúgv­ ing má metast sum ein fyri­ treyt, men hevur tú ongar royndir frá veruliga lívinum, so skalt tú ikki rokna við at olju­ og veitingarfeløg koma eftir tær og bera teg á lógvum inn í tann gylta oljuheimin. Hetta kann Mikael Gren skriva undir upp á. Mikael Gren er svii, før­ oyskt giftur og búsitandi á Argjum. Í 1997 varð hann útbúgvin sum maskinmeist­ ari, og tað hann droymdi um var at sleppa í frálanda­ vinnuna at brúka sína út­ búgving. Hetta eydnaðist eisini, eftir at hann var kom­ in á tal við táverandi um­ boðsmannin hjá Amerada Hess í Føroyum, Johan Mortensen, men tað var ikki nakað dreymastarv at byrja við. Hann var settur at gera uppgávur, sum honum ikki nýttist nakra maskinmeist­ araútbúgving til, so sum at banka rust og vaska dekk. Við rusthamara og spulislangu Mikael Gren flutti úr Svø­ ríki til Føroya í 1987 saman við unnustu síni Leilu á Lofti, sum er av Argjum. Hann var bilmekanikari, men avgjørdi seinni at byggja víðari upp á hesa læru, og fór tí at lesa til maskinmeistara. Í kjalar­ vørrinum á oljufepurinum, sum var byrjaður at gera um seg her á landi, kom hann í samband við Jóhan Mortensen, sum um hetta mundið var umboðsmaður hjá Amerada Hess í Føroy­ um. Jóhan hevði slóðað veg­ in fyri at fáa tveir føroyingar umborð á ein boripall, sum altjóða veitingarfelagið Transocean hevði leigað úr Kina til at bora fyri Ame­ rada Hess í bretskum sjógvi. Hetta var sjálvsagt ein kær­ komin møguleiki, og saman við einum øðrum føroyingi, Ragnar Simonsen, fór Mikael fyrst á eitt grund­ skeið í Louisiana í tvær vik­ ur, og síðani til Aberdeen á skeið á einum boripalli, áðrenn leiðin gekk út á leig­ aða boripallin í Norðsjó­ num. Soleiðis byrjaði oljukarri­ eran hjá Mikael Gren, har hann arbeiddi tvær vikur og var heima tvær vikur. Men hann noyddist sjálvur at gjalda flogferðaseðlarnar millum Føroyar og Skotland sambært teimum reglum, sum guldu í bretskari olju­ vinnu, og tað tærdi einar 6000 krónur av lønini hvønn mánað. Hevði hann arbeitt í Noreg, so hevði hann sloppið undan at gold­ ið fyri ferðaútreiðslur. Tað gekk tó ikki so long tíð, til Mikael slepti rust­ hamaranum og fór í maskin­ rúmið at arbeiða. Hetta var so avgjørt eitt stig rætta veg­ in fyri hann. Stjóri á boriskipinum Eftir at fyrsta loyvisrunda í Føroyum hevði verið í 2000, stakk møguleikin seg upp hjá føroyingum at taka master útbúgving innan búskap og leiðslu á Føroya Handilsskúla í samstarvi við Robert Gordon universi­ tetið í Aberdeen. Hendan møguleikan lat Mikael Gren sær ikki gleppa av hondum, hann søkti og slapp inn og tók MSc­prógv í leiðslu (management) í Aberdeen. Hetta gjørdi, at hann slapp longur upp í hierarkiið hjá Transocean, og eftir hetta gjørdist hann ein av leiðarunum hjá hes­ um heimsins størsta veiting­ arfelag. Við hesum var ein av hansara dreymum upp­ fyltur. Eftir í fleiri ár at hava ver­ ið tekniskur leiðari á bori­ skipinum Deepwater Expe­ dition, hevur hann síðani november 2007 verið Assi­ stant Rig Manager – sum vit á føroyskum kunnu kalla varastjóri. Hetta starvið gongur frá landi av, har hann saman við ”the Rig Manager” (stjóranum á boriskipinum) tekur allar neyðugar avgerðir. ­ Tað eru 150 starvsfólk umborð á skipinum í senn, Dreymurin um oljuvinnu gekk út Stutt um Deepwater Expedition Boriskipið Deepwater Expedition kann bora á djúpum vatni, heilt upp til 3000 metra dýbd. Boristrongurin er 11 km til longdar, so um dýbdin er 3 km, so kunnu borast 8 km niður í undirgrundina. Tað verður roknað sum djúpvatnsboring, tá borað verður á 1500 m og haryvir. Byggiár: 1989 (á Kherson’s skipasmiðjan í Ukreina). Umbygdur: 1999. Dimensiónir: 171 m langur, 28 m breiður, 12 m djúpur. Bókað virðið: 500 mió. dollarar (uml 2,5 mia. krónur). Stutt um Mikael Gren Mikael Gren er 45 ára gamal og svii, men hevur búð í Føroyum síðani 1987. Hann er giftur føroysku Leilu á Lofti, og tey hava tvær døtrar (14 og 9 ár). Hann var upprunaliga útbúgvin sum bilmekanikari, men eftir at hann var komin til Føroya tók hann maskinmeistaraprógv. Seinni tók hann útbúgvingina MSc í leiðslu á Robert Gordon universitetinum í Aberdeen – ein útbúgving fyriskipað av Føroya Handilsskúla og Landingarvirðið vaks Íslendsk fiskiskip landaðu í fjør fyri 80 mia. íslendskar krónur, sum var smáar fýra mia. krónur meiri enn árið fyri. Botnfiskaskipini seldu fyri 60,3 mia. krónur í fjør, og av hesum stavaði ein lítil helvt frá toskinum. Skipini landaðu hýsu fyri 14,5 og kongafisk fyri 5,8 mia. krónur. Uppisjóvarskipini landaðu fyri 14,5 mia. krónur ella 15 prosent meiri enn í 2006. Hagtølini vísa, at útflutingurin av óvirkaðum fiski vaks smá sjey prosent í fjør. Íslendsku trolararnir fingu væl minni burtur úr upsa og kongafiski í fjør (Mynd: Vísir) Mikael Gren, sum er svii, býr á Argjum saman við føroysku konu síni og tveimum døtrum Mynd: Jens Kristian Vang