týsdagur 18. mars 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
vinnan
Nr. 55 - 18. mars 2008
Mikael Gren, sum
er svii, búsitandi á
Argjum, hevur júst
verið í Marokko
og borað eina
djúpvatnsboring.
Har hitti hann
oljumálaráðharran,
sum hann vísti runt
á boripallinum. Eins
og í Føroyum eru
stórar vónir til eina
komandi oljuvinnu í
Marokko
Hilmar Simonsen
Mikael Gren gjørdist í
november 2007 assistant
rig-manager (varastjóri) hjá
risastóra veitingarfelagnum
Transocean, eftir at hann
hevði verið tekniskur leiðari
hjá felagnum í nøkur ár.
Hann hevur júst verið
heima á Argjum í einar tvær
vikur, eftir at hava borað
brunnar í ávikavist egypt-
iska høvuðsstaðnum Kairo
og í Marokko. Í Egyptalandi
boraði
Transocean
fyri
Shell, og var tann verkætl-
anin liðug í desember.
Sosialurin
hevur
hitt
Mikael Gren og fingið hann
at greiða frá um starvið hjá
sær á boriskipinum Deep-
water
Expedition,
sum
Transocean eigur.
Handaði ráð
harranum gávu
Hvussu er tað at arbeiða í
oljuvinnuni í so fjarskotnum
londum sum Egyptalandi
og Marokko?
- Tað er nógv pappírsar-
beiði knýtt at slíkari bori-
ætlan. Egyptaland er nokk-
so serligt á tann hátt, at har
eru nógvar forðingar fyri
innflutningi,
eisini
rópt
handilslig protektionisma.
Til dømis mugu bummull
og aðrar klædnavørur keyp-
ast í landinum, tí slíkt er
ikki loyvt at innflyta. Tó er
nógvar vørur spesifikkar
fyri oljuvinnuna, og tær
mugu innflytast, greiðir
Mikael Gren frá.
Boriverkætlanin í Kairo
tók 11 mánaðir, og har var
talan um fýra framleiðslu-
brunnar, sum vórðu boraðir
fyri Shell.
Eftir hetta gekk leiðin hjá
Mikael Gren og Deepwater
Expedition til Marokko,
sum er eitt sera jomfrúuligt
land, tá tað kemur til olju-
vinnu. Har er eingin olju-
vinna enn, og av tí at landið
liggur so fjart frá øðrum
oljutjóðum, kann tað skír-
ast sum ein “oyðimørk”
innan oljuvinnu.
- Tað var ein øðrvísi upp-
gáva, har skuldi alt setast
upp av nýggjum. Hendan
boringin er tann fyrsta djúp-
vatnsboringin,
tey
hava
gjørt, sigur Mikael Gren,
sum eisini var á tal við
marokanska
oljumálaráð-
harran.
- Hon (oljumálaráðharrin,
blaðm.) kom við út á bori-
skipið og varð víst runt har.
Í Marokko er tað so, at allir
ráðharrar eru undirlagdir
kong, tí tað er kongur, sum
hevur alt vald í landinum.
Men ráðharrar hava kortini
stóra virðing og tign rundan
um seg, greiðir Mikael
Gren frá.
Eftir at oljumálaráðharrin
hevði fingið rundvísing á
boriskipinum var farið aftur
í land, har Mikael Gren
handaði henni eina gávu (sí
mynd).
Minnir um Føroyar
í oljuhøpi
Vit spyrja Mikael Gren, um
støðan í Marokko minnir
um Føroyar, tá tað snýr seg
um vónirnar til eina møgu-
liga komandi oljuvinnu.
- Tað ger tað, men eg vil
nokko siga, at fyri okkum í
Føroyum
er
oljuvinnan
nógv viðkomandi, tí okkara
nærmastu grannar Bretland
og Noreg framleiða olju so
tætt við okkara undirgrund-
armark. Í so máta liggur
Marokko nógv meiri av-
byrgt. Tað nærmasta er
Nigeria, sum tó liggur nógv
longur
Suðuri,
greiðir
Mikael Gren frá.
Boringin í Marokko var
liðug tann 20 februar, men
her var talan um eitt so-
kallað “tight-hole”, tað vil
siga, at ongar upplýsingar
sleppa út til almenningin.
Malaysiska
oljufelagið
Petronas stóð fyri boringini,
men Mikael Gren kann ikki
siga nakað um úrslitið av
henni.
Vónirnar hjá marokkan-
um til eina komandi olju-
vinnu eru stórar, eins og í
Føroyum, men Mikael Gren
heldur ikki, at áhugin hjá
oljufeløgunum at bora í
Marokko er so ovurhonds
stórur. Ein grund til hetta
kann vera, at útlutaðu teig-
arnir eru sera tíðaravmark-
aðir, men ein onnur grund
kann eisini vera málsligir
trupulleikar, tí fólkið tosar
bert arabiskt og franskt,
meðan bert heilt fá tosa
enskt, sigur Mikael Gren.
Enskt er sum vera man tað
málið, sum verður brúkt í
altjóða oljuvinnuni.
Marokko er fyrrverandi
franskt hjáland og er annars
liberalt sinnað samanborið
við onnur muslimsk lond.
- Franskur lívsstílur sæst
týðuliga aftur í høvuðs-
staðnum Rabat, har tað til
dømis eru nógvir franskir
bilar, men í havnarbýnum
Casablanca, sum er størsti
býur í Marokko, har alt er
meiri arabiskt, sigur Mikael
Gren.
Á tal við olju
málaráðharran
í Marokko
– Alla staðni
verða krøv sett
oljufeløgum um
at brúka heimliga
arbeiðsmegi. Hetta
skulu føroyingar
eisini gera, tá olju-
og veitingarfeløg
koma
hendanvegin. Tað
er kanska einasti
mátin at fáa fótin
fyri seg, tí stóð tað
til feløgini sjálv,
so brúktu tey bara
fólk við drúgvum
royndum
Mikael Gren, undirstjóri í
Transocean
Mikael Gren handar oljumálaráðharranum í Marokko eina
gávu frá Transocean, sum ein stór mynd av boriskipinum
Deepwater Expedition.
Mynd: Mikael Gren
Júst komin út á boriskipið við tyrluni. Mikael Gren (longst til høgru) og marokanski
oljumálaráðharrin (kvinnan mitt í myndini).
Mynd: Mikael Gren
Helt ikki reglurnar
Norsku myndugleikarnir eru nú lidnir at kanna tilburðin tann 12.
desembur í fjør, tá 4.400 rúmmetrar av olju runnu í havið av Statfjord
A-pallinum hjá StatoilHydro. Kanningin avdúkaði fleiri frávik frá
galdandi reglum og ásetingum. Eitt nú var tað ógreitt, hvør hevði
ábyrgdina á staðnum, men skiltu ikki álvaran, og avskipingarslangan
brast, tí trýstið var ov stórt. StatoilHydro hevur lovað at bøta sínar
skipanir innan 1. juni í ár.
Oljulekin á Statfjord A er tann størsti nakrantíð
á norska landgrunninum (Mynd: Kystvakten)
og av teimum hoyra 100 til
Transocean. Bókaða virðið
hjá boriskipinum er 500
mió. dollarar (= uml. 2,5
mia. krónur), so tað er ein
stór ábyrgd at fáa alt at
hanga
saman,
greiðir
Mikael Gren frá.
Hann hevur júst verið í
Marokko og bora ein brunn
fyri Petronas, sum er eitt
malaysiskt oljufelag. Tað
arbeiðið tók 40 dagar. Nú er
boriskipið
á
veg
til
Sudurafrika, har tað skal í
turrdokk, og tað arbeiðið
tekur væntandi 80 dagar.
- Her skal skipið klassast,
byggjast um og gerast klárt
til ein 2 ára sáttmála í India.
Hetta arbeiðið er projekterað
til 50 mió. dollararar, sigur
Mikael Gren.
Tá Deepwater Explorer
fer til India, flytir Mikael
niður har at arbeiða í eina
tíð. Við sær hevur hann kon-
una og børnini – tvær døtr-
ar, sum báðar eru ættleiddar
úr ... India.