týsdagur 18. mars 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
vinnan
Nr. 55 - 18. mars 2008
Fyri at vera betri
fyrireikaðir til eina
føroyska oljuvinnu,
so áttu føroyingar at
fingið sær royndir
aðrastaðni fyrst.
India tekur seg nógv
fram sum oljutjóð
í hesum døgum, og
stórur tørvur er á
arbeiðsmegi, tí er
tað ein møguleiki at
hyggja tann vegin,
heldur Mikael Gren
Hilmar Simonsen
Eftir at boriverkætlanin í
Marokko var liðug tann 20.
februar byrjaði Deepwater
Expediton at sigla til Suð
urafrika. Skipið steðgaði í
Las Palmas í 3 dagar og
verður væntandi frammi í
Suðurafrika 19. mars. Í
Suðurafrika
skal
skipið
klassast og umvælast, og
gerast klárt til nýggja upp
gávu í India. Hetta arbeiðið
tekur einar 80 dagar.
Í India skulu vit bora
fyri eitt oljufelag ið kallast
Reliance. India tekur seg
nógv fram sum oljutjóð í
hesum tíðum, so um føroy
ingar kundu hugsað sær at
sloppið at roynt seg, so er
ein møguleiki at hyggja
tann vegin, heldur Mikael
Gren fyri, og hann heldur
fram:
Oljufeløg ynskja fólk
við royndum, men veru
leikin er, at slík fólk finnast
ikki í dag.
Tí noyðast feløgini at
leita eftir fólk við øðrum
royndum innan aðrar vinn
ur, tað verið seg verkfrøð
ingar, fólk innan shipping
vinnu og fiskivinu. Sjálv
andi krevur tekniski partur
in fólk við serligum før
leika, men tað er brúk fyri
so nógvum øðrum fólkum
eisini, sigur hann.
Mikael Gren sær fegin, at
fleiri føroyingar fáa fótin
fyri seg í oljuvinnuni, tí
hetta vildi gjørt okkum
betri før fyri at tikið ímóti
einari komandi føroyskari
oljuvinnu.
Í nógvum londum, sum
leita eftir olju, er einki
lokalt fólk skikkað til olju
vinnuna. Hetta kundu føroy
ingar byrgt upp fyri við at
fingið sær royndir framman
undan, sigur Mikael Gren.
Í India skal Mikael Gren
sjálvur royna seg í nýggjum
starvi.
Uppgávurnar hjá vara
stjóranum
(assistant
rig
manager) vóru vorðnar ov
umfatandi. Tí verður hetta
starvið býtt upp í tvey nýggj
størv, sum kallast “perfor
mance rigmanager” og
“asset rigmanager”.
Mikal Gren hevur fingið
bjóðað starvið asset rig
manager, og hesum hevur
hann tikið av. Hann flytir
eisini
av
boriskipinum
Deepwater Expedition á
tveir sokallaðar “jackup”
boripallar. Transocean hev
ur 8 jackups í India, og
Mikael verður sostatt knýtt
ur at tveimum teirra.
Transocean, sum er heim
sins størsta veitingarfelag
innan oljuvinnu, eigur 140
boripallar í alt og hevur
20.000 fólk í starvi.
Leiðin gongur til India
Boriskipið Deepwater Expedition, sum Mikael Gren hevur verið við í nøkur ár. Tá hann um ein mánaðans tíð fer til India, fer hann at vera knýttur at tveimum sokallaðum “jack-ups”. Familjan
flytir við honum til India at búgva í 2 ár
Norðurlond felags gjaldoyra
Hugskotið um eitt felags norðurlendskt gjaldoyra hevur fingið eitt sindur av
umrøðu í teimum íslendsku fjølmiðlunum, eftir at tann íslendska krónan
hevur verið viknandi í seinastuni. Í íslendska vinnulívinum halda tey
hugskotið vera áhugavert, men fleiri ivast tó í, um tað hevur áhuga í hinum
londunum. Víst verður á, at finnlendingar hava evruna, danska krónan er
tengd at evruni, og sviar eru í ES, men uttan fyri felags evrusamstarvið.
Íslendingar umrøða hugskot um felags
norðurlendskt gjaldoyra (Mynd: Vísir)