týsdagur 18. mars 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 18. mars 2008
33
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tá tosað verður um
kvinnuhondbólt, so
kemst ikki uttanum
at tosa um Neistan,
ið hevur vunnið
Føroyameistaraheitið
heili 36 ferðir.
Seinastu árini hava
meistaraheitini
verið spjadd, men
tað tykist sum um
ein maktfaktorur av
teimum heilt stóru er
vaksin í Klaksvík
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Vinnur Stjørnan FM í ár, er
tað teirra triðja á rað, og so
er Stjørnan rættuliga komin
í gongd, við at stabilisera
seg sum eina hóttan móti
Neistanum, og teirra ótrú
ligu mongd av meistara
heitum.
36 ferðir síðan 1943
Føroyskar kvinnur spældu
hondbólt fyri fyrstu ferð
afturi í 1943, og tað fyrsta
árið vann Neistin. Eftir
hetta vunnu tær fleiri meist
araheitir, og tá tær í 1952
vunnu sítt fjórða meistara
heitið, vísti tað seg, at ein
nýggj tíð var byrjað. Næstu
seks árini vann Neistin øll,
og við jøvnum millumbilum
síðan, hava tær vunnið
nøkur meistaraheitir á rað.
Tað mesta tær hava megnað
at vunnið á rað, er heili
nýggju meistaraheitir.
Hetta
megnar
avrik
verður ikki tikið í ár, men
við styrkini á Stjørnuliðnum,
og um tær megna at
fornýggja hópin við ungum
talentum, er tað kanska
størsta hóttanin móti teim
um 36 meistaraheitunum
hjá havnaliðnum.
Sjálvt um Stjørnan vinnur
í ár, so fara tað at ganga ein
rúm tíð, áðrenn riðilin av
meistaraheitum hjá Neista
num verður tikin aftur, tí
Stjørnan er nummar tvey á
listanum
yvir
vunnin
meistaraheitir, og teir hava
»bert« seks meistaraheitir.
So
tann
dominansurin
broytist í øllum førum ikki
við bræði.
Kappingarárið hjá
finalistunum
Stjørnan hevur verið so
nógv tað sterkasta liðið í
føroyskum kvinnuhondbólti
í ár, og tær hava bert tapt
ein dyst, og spælt ein
javnan. Allar hinar 18
dystirnar hava klaksvíks
kvinnur vunnið. Teir báðir
dystirnar, Stjørnan hevur
mist stig í, eru merkisvert
nokk báðir móti VB í Vági.
Hinvegin hevur tað gingið
heldur trilvandi hjá Neista
num, ið tó við innanhýsis
sigri móti VB, vann sær
finalusessin.
Serliga VB munnu kanska
føla seg illa viðfarin av
Hondbóltssambandinum, tí
í avgerandi næstseinasta
umfarinum, vórðu tær settar
at spæla ein truplan útidyst
á Skaál móti StÍF, og so ein
enn truplari og avgerandi
dyst móti Neistanum í
Havn. Dystin á Skála vann
VB 2423, men í Havn
tóktust kreftirnar at vera
gingnar undan, og tær taptu
tepurt 2423 móti Neista
num. Sostatt var greitt at
Neistin vann sær finalu
sessin, í staðin fyri VB í
ársins FMfinalu.
Av teimum báðum liðunum
í FM-finaluni í ár, má
Stjørnan vera at meta
sum favorittar. Tær hava
vunnið allar fýra dystirnar
móti Neistanum í ár, og
miðalmálmunurin er
áljóðandi 11,5 mál, og
tað sigur ikki so heilt lítið.
Hóast hesa sannroynd, so er
tað talan um finalur, og har
spæla liðini ein dyst hvør
á heimavøli, og tá kann í
veruleikanum alt henda
Stjørnan dominerar
Stórt trýst
frá byrjan
Bára Skaale Klakstein
gleðist yvir at venjari
teirra, Henrik Gerster,
verður verandi í
felagnum, eitt ár afturat,
og hon gleðir seg til bæði
finalu, eins væl og til
komandi kappingarár, tá
Europa Cup dystir aftur
vera á skránni.
Hvussu hevur tað verið,
at hildið tykkum
motiveraðar til at halda
dampinum uppi?
Vit hava havt super venjingar, hvørja einastu ferð,
líka frá byrjan, og tað hevur ongantíð verið ein
spurningur um at halda geistinum uppi. Tað er ein
øðiligur vilji á liðnum.
Tit hava vunnið við á leið 10 málum í trimum dystum
móti Neistanum í ár, eru vónirnar góðar undan FM-
finaluni?
Ja vónirnar eru avgjørt sera góðar. Vit vita hvat vit
megna, og vit ætla okkum at vísa tað aftur í kvøld.
Er tú samd í favoritt útnevnanini hjá tykkum?
Ja eg eri avgjørt samd. Vit hava nógv tað sterkasta
liðið, og vit hava stórt fjølbroytni á liðnum. Vit kunnu
hótta frá fleiri plássum, og fleiri ungar og svangar eru
á liðnum, so er eri stillisliga sannførd um, at vit
avgera finaluna til okkara fyrimun, innanfyri tvær tær
fyrstu finalurnar, so vit sleppa frá at spæla eina
møguliga triðju.
Hvussu er hópurin fyri hjá tykkum, hvat skaðum og
øðrum viðvíkur?
Nú høvdu vit trupulleikar á málverjaplássinum, eftir
at Maria Ziskason varð skadd móti VÍF (knæskaða),
men hon er komið somikið fyri seg, at hon bert er
ivasom. Annars kemur Lise Hjort Hansen heim, so tað
plássið er í øllum førum væl vart, líkamikið hvat.
Annars er hópurin væl fyri, og sera spentur uppá at
byrja finaluna í kvøld, sigur Bára Skaale Klakstein,
álitið á vonginum hjá Stjørnuni
Urkreftirnar
skulu bera okkum
til sigurs
Vit fingu orðið á Unn
Kragesteen hjá
Neistanum og Báru
Skaale Klakstein hjá
Stjørnuni, um vónir
teirra til FMfinalurnar,
ið liggja fyri framman.
Er tú samd við mær í, at
Stjørnan má vera at meta
sum favorittar?
Ja Stjørnan eru
stórfavorittar, og tær
koma óivað sum eitt
óløgið móti okkum í kvøld, men vit mugu menna
okkum upp og standa ímóti.
Hvat skulu tit gera rætt, skulu tit gera tykkum nakrar
vónir um at koppa suverena oddaliðnum?
Nú eru liðini nullstillaði, og alt kann henda. Men vit
skulu leggja dent á at fáa okkara sermerkta spæl at
flóta til fulnar, og annars finna urkreftirnar í okkum
fram. Gera vit ikki tað, so verður tað ein sera tung
mótbrekka.
Hvussu ber tað til, at Stjørnan hevur so gott tak á
tykkum í inniverandi kappingarári?
Okkara spæli stílur passar kanska sera væl til tann hjá
klaksvíkskvinnum. Vit spæla kvikan hondbólt við
nógvum álopum, og tað gevur vanliga Stjørnuni á leið
60 avslutningar pr. dyst, og tá tær eru so effektivar, ja
so er sjón fyri søgn, hvussu tað kann enda. Men vit
broyta onki, uttan at vit sjálvar ætla okkum at vera
effektivar, og sjálvandi steðga mótstøðuliðnum.
Hvussu er hópurin fyri hjá tykkum, hvat skaðum og
øðrum viðvíkur?
Hópurin er fullmannaður, og Elin Stakksund er komin
heim, aftaná at hava verið uttanlands eitt skifti. So vit
eru klárar til finalurnar móti Stjørnuni. Hóast
mótstøðan kann tykjast ræðandi til tíðir, so ætla vit
okkum avgjørt ikki at bakka, sigur Unn Kragesteen, ein
av álitunum á Neistaliðnum.
Bára Skaale Klakstein
Unn Kragesteen
Innanhýsisdystirnar hjá
Neistanum og Stjørnuni í ár:
Neistin-Stjørnan 18-28
(14. oktober 2007)
Stjørnan-Neistin 32-24
(22. desember 2007)
Neistin-Stjørnan 17-32
(20. januar 2008)
Stjørnan-Neistin 34-22
(26. februar 2008)
HAGTØL
Vinnarar frá 1943-2007:
Neistin
36
Stjørnan
6
Kyndil
5
VÍF
5
Søljan
5
VB
3
Skála
2
Vípan
2
EB
1
HAGTØL