Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-18, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 55 - 18. mars 2008 ] Rógvi skal venja Neistan Dimmalætting skrivar í gjár, at Svein Rógvi Nielsen verður nýggur venjari hjá Neista-kvinnum. Rógvi, sum júst er fyltur 34 ár, hevur seinasta árið verið venjari í Fredericia í Danmark. Og eisini her í Føroyum hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Eitt nú hevur hann vant kvinnurnar hjá Stjørnuni og Kyndli, umframt at hann tvær ferðir hevur leitt kvinnulandsliðið í Challenge-Trophy kappingini. Owen bjargaði Keegan Trýstið er stórt á Newcastle-venjaranum Kevin Keegan. Og í gjárkvøldið stóð heilt nógv á. Í útidystinum móti Birmingham, sum eisini er í niðuflytingarvanda, var Newcastle aftan fyri 1-0. Stutt eftir steðgin javnaði Michael Owen tó fyri Newcastle, og restina av dystinum áttu gestirnir. Fleiri mál komu tó ikki, men avrikið seinasta hálva tíman gevur vón fyri betri úrtøku, tá Newcastle um vikuskiftið spælir heimadyst móti Fulham. Nýskipaða Klaksvík National 2008 gjørdist ein brakandi succés. Og fyrireikararnir sláa beinan vegin fast, at hetta verður aftur Svimjing Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram um aðrar kappingar, so varð alstórur dentur lagd- ur á, at kappingin skuldi verða so áskoðaravinarlig sum gjørligt. Við innleiðandi umfari og eini finalu merkta av ljós- og dj-showi, inn- marchi, setan, replay á stór- skíggja og øðrum, skuldi rætta lagið fáast á áskoðar- arnar. Og hetta eydnaðist framúr væl. Ja, somikið væl, at tosið nú spakuliga er, um kappingin skal skip- ast sum ein International næsta ár. Kappast varð í trimum aldursbólkum, har svimjar- arnir fyrst kappaðust um at røkka finaluni, sum varð svomin um kvøldið. Vinn- ingarnir her vóru gávukekk- ar, umframt at heiðursmerki og steyp vórðu latin. Ítróttarliga fevndi kapp- ingin bert um teir fýra 50 metra-teinarnar hjá einstak- lingum og liðum. Seks svimjifeløg luttóku til kappingina, har Fugla- fjarðar svimjifelag gjørdist suvereni vinnarin við heili 17 fyrsta plássum. Jóhann Heðinson gjørdi eitt ordans hál fyri fuglfirðingar, og einki er at ivast í, at hann hevur eina stóra framtíð. Hildur á Fløtti gjørdi eisini sín part fyri felagið og gjørd- ist hon, saman við Biritu Debes úr Flot, mest vinn- andi svimjari hjá gentum. Pauli Ø. Mohr, FS, hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metin- um í 50 m. frí. Á HS-stevn- uni herfyri svam hann teinin upp á 24,08, og spenningurin var tí, um hann hesa ferð skuldi røkka metinum hjá Kristiani Olsen. Sjálvur hevur Kristian ikki kappast síðani oyggja- leikirnar, men nú avbjóðarin stóð klárur, vildi hann ikki bakka. Og talan gjørdist um eina sera spennandi finalu, har báðir svimjararnir komu á mál í júst somu tíð. Veteranurin úr Sandavági hevur staðið seg so mikið væl, at hann nú er á odda saman við favorittinum Helga Dam Ziska Talv Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Í dag klokkan tvey verður farið undir fimta umfar í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum er í Eysturskúlanum í Havn. Harvið er kappingin um at vera hálvrunnin, tí tað eru níggju umfør íalt. Mest merkisverda avrikið higartil hevur Torkil Nielsen staðið fyri. Hann hevur vunnið tvey talv og tvær ferðir verið partur av remis. Úrtøkan ber við sær, at Torkil undan 5. umfari er á odda saman við favorittinum Helga Dam Ziska. Í gjár vóru tvey umfør telvað. Í 3. umfari vann Torkil góðan sigur, tá ið hann við svørtum fekk fult ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Helgi Dam Ziska fekk eisini fult við svørtum. Hann vann á Finnbirni Vang. Í 4. umfari endaði tað remis millum Torkil Nielsen og Rana Nolsøe, sum harvið vann sítt fyrsta hálva stig. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen telvaðu eisini remis. Í seinna umfarinum í gjár endaðu trý av fimm talv- um remis. Eftir vónbrotið ímóti Torkili fyrrapartin styrkti Carl Eli aftur um sína støðu, tá ið hann vann á Herlufi Hansen. Ólavur Simonsen, sum fyrrapartin við hvítum hevði taðt ímóti Olafi Berg, vann seinnapartin á Martini Poulsen. Gjárdagurin royndist illa hjá Martini. Úrtøkan hjá honum var bara hálva stigið ímóti Herlufi Hansen. Úrslit í gjár 3. umfar Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Torkil Nielsen 0-1 Herluf Hansen – Martin Poulsen ½-½ Ólavur Simonsen – Olaf Berg 0-1 Finnbjørn Vang – IM Helgi Dam Ziska 0-1 Hans Kristian Simonsen – Rani Nolsøe 1-0 4. umfar Torkil Nielsen – Rani Nolsøe ½-½ IM Helgi Dam Ziska – Hans Kristian Simonsen ½-½ Olaf Berg – Finnbjørn Vang ½-½ Martin Poulsen – Ólavur Simonsen 0-1 Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Herluf Hansen 1-0 Støðan eftir 4 umfør 1-2 Nielsen Torkil 2058 Sandavágs Talvfelag 3 1-2 IM Ziska Helgi Dam 2400 Havnar Telvingarfelag 3 3-5 Samuelsen Carl Eli N. 2231 Vestmanna Talvfelag 2½ 3-5 Simonsen Ólavur 2092 Klaksvíkar Talvfelag 2½ 3-5 Simonsen Hans Kristian 2178 Kollafjarðar Talvfelag 2½ 6 Berg Olaf 2183 Sandavágs Talvfelag 2 7-8 Vang Finnbjørn 2081 Klaksvíkar Talvfelag 1½ 7-8 Poulsen Martin 2303 Havnar Telvingarfelag 1½ 9 Hansen Herluf 2023 Havnar Telvingarelag 1 10 Nolsøe Rani 2036 Klaksvíkar Talvfelag ½ 5. umfar í dag kl. 14 Herluf Hansen – Torkil Nielsen Ólavur Simonsen – Carl Eli Nolsøe Samuelsen Finnbjørn Vang – Martin Poulsen Hans Kristian Simonsen – Olaf Berg Rani Nolsøe – IM Helgi Dam Ziska Spurtaðu í Klaksvík Heiðursmerkjabýtið Felag Gull Silvur Bronsa Fuglafjarðar Svimjifelag 17 10 9 Havnar Svimjifelag 4 5 3 Ægir 3 6 4 Flot 3 3 3 Reki 2 3 2 Skeggjar 0 0 1 Svimjari Jóhann Heðinsson, FS 3 1 0 Birita Debes, Flot 3 0 0 Hildur á Fløtti, FS 3 0 0 Karina Petersen, FS 2 1 1 Pauli Ø Mohr, FS 2 1 1 Heðin L. Olsen, Reki 2 1 0 Magnus Jákupsson, HS 2 1 0 FS 2 0 0 Alvi Hjelm, Ægir 1 3 0 Poula Mohr, FS 1 3 0 Bjørg Seloy, HS 1 1 1 Kári J. á Høvdanum, FS 1 1 1 Monika Biskipstø, Ægir 1 1 1 David Simonsen, FS 1 1 0 Guðrun H. Jacobsen, HS 1 1 0 FS kvinnur b3 1 0 0 FS kvinnur b4 1 0 0 Kristian Olsen, Ægir 1 0 0 Turið S. Christiansen, Reki 0 1 2 Astrið Foldarskarð, Flot 0 1 1 Kristin S. Rasmussen, FS 0 1 1 Kjartan Petersen, Flot 0 1 1 Ægir b3 0 1 0 Ægir b4 0 1 0 Annika Petersen, FS 0 1 0 Flot b3 0 1 0 Hjarnar Tórðarson, HS 0 1 0 Kristina Eliasen, HS 0 1 0 Reki Supergirls b3 0 1 0 John Viljam Johannesen, Ægir 0 0 3 Jóhanna Egholm, FS 0 0 2 Hjørtur á Fløtti, FS 0 0 1 Jónfríð Hansen, FS 0 0 1 Kári Skála, HS 0 0 1 Kristian Joensen, Flot 0 0 1 Ólavur S. Petersen, HS 0 0 1 Tróndur á Høvdanum, Skeggjar 0 0 1 Una Egholm, FS 0 0 1 Torkil og Helgi stavn um stavn Helgi Dam Ziska kom nakað seinkaður ígongd i FM- kappingini í talvi. Saman við veteraninum, Torkil Nielsen, er hann á odda í FM-kappingini