mikudagur 19. mars 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 19. mars 2008
5
Dagsskrá
Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini
1.
ein fundarstjóra
Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna ári
2.
Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi
3.
og fíggjarstøðu til góðkenningar
Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið sambært
4.
góðkenda roknskapin skal verða nýtt.
Nevnd felagsins mælir til, at útgoldið verður vinningsbýti
til partaeigarar felagsins við 6 mió kr.,-
svarandi til kr. 5,797101 pr. partabræv á kr. 100.
Val av nevndarlimum
5.
Sbrt. grein 15 í viðtøkum felagsins skal aðalfundurin velja
eina nevnd, sum hevur 3 limir. Limir nevndarinnar verða
valdir fyri eitt ár í senn.
Til hendan aðalfundin hevur høvuðspartaeigari felagsins,
Føroya Landsstýri, gjørt av, at privatu partaeigarar felagsins
fáa høvi til at velja ein av tilsamans trimum nevndarlimum,
sum skulu veljast á aðalfundinum.
Val av grannskoðara
6.
Nevndin mælir til afturval av grannskoðara felagsins, Rasmus -
sen & Weihe statsaut.rev. P/F, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn.
Uppskot um viðtøkubroytingar
7.
Nevnd felagsins skjýtur upp, at viðtøkur felagsins verða
broyttar soleiðis, at grein 10, stk.1, verður soljóðandi:
»Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við
skrásettum partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd
til og atkvøðurætt á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta
lagi 5 dagar frammanundan hevur biðið um atgongumerki.«
Áseting av leiðreglum fyri incitamentssamsýning
8.
til nevnd og stjórn
Sambært grein 69b í partafelagslógini skal nevndin áseta yvir -
skip aðar leiðreglur fyri incitamentssamsýning í sambandi við
sam sýningar til nevnd og stjórn. Hesar leiðreglur skulu góð-ken-
nast á aðalfundinum, áðrenn nevndin kann gera konkretar avtalur
um incitamentssamsýning til ein lim í nevndini ella stjórn ini.
Nevndu leiðreglur eru framlagdar á skrivstovu felagsins og verða
sendar teimum partaeigarum, sum seta fram ynski um hetta.
Í hesum sambandi skjýtur nevndin upp, at grein 15 í við-
tøkum felagsins fær hetta ískoytið sum eitt nýtt stk. 3:
»Gjørdar eru yvirskipaðar leiðreglur fyri incitamentssam-
sýning til nevnd og stjórn. Leiðreglurnar verða almanna-
kunngjørdar á heimasíðu felagsins.«
Uppskot frá nevnd ella partaeigarum, um nakað er.
9.
Aðalfundurin
Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin verða fundarskrá og øll upp skot
til fundin løgd fram til gjøgnumlestur á høvuðsskrivstovu felagsins.
Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrá settum
partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd og atkvøðu rætt á aðal-
fundinum. Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú.
Partaeigari felagsins hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100, hann
eigur í partapeningi. Fyri at geva atkvøðurætt krevst, at partabrøvini eru
skrásett í partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin verður hildin.
Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meirluta av
atkvøðum, um ikki annað er ásett í galdandi partafelagslóg.
Uppskot um broytingar av viðtøkum felagsins kunnu bert samtykkjast,
um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum
á tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum.
Rindan av vinningsbýti
Vinningsbýti verður útgoldið til partaeigarar, sum eru skrásettir í parta-
brævabókini, tá aðalfundurin, sum hevur samtykt vinningsbýti, verður
hildin. Skrásetingardagurin (Record day) hjá VP er 8. apríl. Handil við
partabrøvum uttan rætt til vinningsbýti byrjar 4. apríl. Vinningsbýtið vil,
sambært galdandi reglur og siðvenjum, verða útgoldið fríggjadagin 11.
apríl til ta avlops konto í einum peningastovni, sum er skrásett í Værdipa-
pircentralen sum ein konta, har gjaldast kann til við frígerandi virkningi.
P/F Atlantic Airways
Nevndin
Ársaðalfundur í P/F Atlantic Airways
Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Atlantic Airways
hósdagin 3. apríl kl. 17:30 á Hotel Føroyum í Tórshavn