Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 V árið er ein nýggj byrjan. Ljósa tíðin og milda veðrið hava eina ótrúliga ávirkan á fólk. Vetrartroytt og tung lyndi eru brádliga umskift við orku, gleði og virkisfúsni. Vit hátíðarhalda várið og hava tí fimm síður um, hvussu tú kanst forkela teg sjálva og gerast várklár í tínum egna heima-spa. Við várinum er mótin eisini farin eitt vet víðari. Vit vísa tær, hvat tú mást hava í vár og í summar, og hvat er at síggja á útlendsku mótapallunum. Men okkum nýtist ikki bert at hyggja út í heim, fyri at vita, hvat hendir á mótapallunum. Vit eiga jú hópin av góðum, føroyskum sniðgevum, sum hava altjóða mát. Nýggjasta føroyska sniðgevaramerkið eitur COLLINdamHANSEN. Vit hava hitt tær tríggjar til eitt prát, millum annað um hvussu tað ber til, at yrkisleið teirra byrjaði í Hollywood. Vit hitta eisini Onnu Kristin Bæk sum í fleiri ár hevur seymað og selt sínar merkisverdu taskur – sum framvegis ganga sum heitt breyð.. Í tí sambandi kanst tú eisini lesa um, hvat okkara nýggi vinnumálaráð- harri, Bjørt Samuelsen, heldur um sniðgeving sum vinnuveg. Men tað eru ikki bara konufólk, sum starvast innan mótaheimin. Vit hava eisini hitt tríggjar av teimum monnunum, sum dagliga starvast innan móta- og vakurleikavinnuna í Føroyum. Og nú vit tosa um menn, so er eitt nýtt rák, nevnt Retrosexualitetur, av álvara um at fáa fótin fyri seg. Nú er liðugt við metrosexuellu monnunum, sum í alt ov stóran mun líkjast kvinnum. Munur skal nú aftur vera á kynunum, og retromaðurin er ein rættur maður – við bæði arbeiðssemi og myndugleika, umframt at hann er galantur. So njótið várið og gleðist um, at tað nú aftur er modernað, at menninir halda hurðini og gjalda rokningina :) Góðan lesihug – og gott vár, Eydna Skaale, blaðstjóri Útgevari: Sosialurin Samskipari: Eydna Skaale Blaðfólk: Dorit Hansen, Rigmor Dam, Anna Ellingsgaard, Henrietta Hammer, Durita Müller Thomsen, Eyðun Klakstein, Eydna Skaale Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Jens Kristian Vang Àlvur Haraldsen Lýsingafólk: Henrietta Hammer Gudny Langgaard Joan Abrahamsen Kristoffur Olsen Uppseting: Simona Weihe Prent: Prentmiðstøðin Perman: Føroya Prent Forsíðan: Mynd: Sunva Eysturoy Lassen Stað: Hotel Føroyar Hár og sminka: Royal Hárfriðkan Lagt til rættis: Durita Müller Modellir: Gunn Poulsen og Snorri Patursson Klæðir: Gunn: toppur frá Margit Brandt, Lóa, 899,- Jakki frá Modstrøm, Gellan 1099,- Buksur frá mbyM, Gellan 649,- Snorri: klædningsjakki frá Matinique, Mano 1899,95, T-shirt frá Samsøe & Samsøe, Skálkur 450,- pssst! … hevur tú hoyrt? Innihald s.30–31 s.32 s.34–35 s.40–42 s.44–45 s.48–49 Menn skula tora at standa og pissa Kynini kunnu ikki kroysast í kassar Mást hava til kvinnur og menn Menn í føroyska mótaheiminum Móta myndir úr Føroyum s.6–7 s.9 s.10–11 s.12–13 s.16–17 s.20–24 s.26–27 Njótið SÓLINA – við góðari samvitsku Mást hava: Knæsokkar Føroysk sniðgeving í Hollywood Mótavinnan má finna egnar leiðir Várklár við heima-spa Vakurleiki kemur innanífrá s.28–29 s.50 Plateau-skógvar Hvør taska hevur sína søgu Mást hava til kvinnur og menn Mást hava til kvinnur og menn