Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 56 - 19. mars 2008 Skeiðstovan KVASIR Jóannesar Paturssonar gøta 32-34 FO-110 Tórshavn Telefon 347 380 Teldupostadressa: kvasir@kvasir.fo KVEIKJANDI VÁRSKEIÐ Kvasir bjóðar í næstum fleiri viðkomandi og spennandi skeið, ið kunnu hvessa tínar førleikar og geva tær ein frískligan íblástur til arbeiðsdagin. Skeiðsskrá fram til 23. apríl: 26. og 27. mars – Grundskeið í InDesign Lær at gera tínar egnu útgávur, at upprætta og importera litir, um munin millum prentlitir og weblitir og mangt annað. 1. og 3. apríl – Víðkað skeið í PhotoShop Lær um spennandi mátar at gera vakrar myndir. Lær t.d. at gera skriftir við metaleffekt, at fáa dýpd í myndirnar, at fokusera á rætta perspektivið og mangt mangt annað. 15. og 16. apríl – Grundskeið í MS Project Vantandi royndir við verkætlanum skapa ofta óneyðugar forðingar fyri tí góða úrslitinum. Vit geva tær røttu amboðini at gerast ein betri verkætlanarleiðari og verkætlanarluttakari. 14., 15. og 16. apríl – Framløguteknikkur og PowerPointkynstur Lær um teknikkir, ið krydda tínar framløgur og geva teimum ein smakk av professionalismu. Ogna tær henta vitan um skabelónir og hvussu tú sparir nógva tíð við røttu fyrireikingini. 17. apríl – Word fyri skrivarar og assistentar Fá nýggjan íblástur og kunnleika um Word, so at tú kanst arbeiða skjótari, gera snøggari dokument, nýta tíðarsparandi funktiónir, effektivar skabelónir og gagnnýta dátur í øllum Office-pakkanum. 21. og 22. apríl – Verkætlanarførleikar Eitt skeið, ið styrkir tínar førleikar at arbeiða í verkætlanum. Vit læra um arbeiðshættir og grundreglur, ið geva dygdir og barlast, har vit taka støðið í teimum royndum, sum skeiðsluttakararnir sjálvir hava gjørt sær. 23. apríl – Tann torføra samrøðan Sum leiðari kanst tú altíð koma í ta støðu, at tú mást tala at arbeiðslagi ella atburði hjá tínum starvsfólki. Men hvussu gert tú tað best? Á skeiðnum lærir tú at handfara slíkar støður og fært røttu leiðsluamboðini at hava ta torføru samrøðuna. Tilmelding á kvasir@kvasir.fo ella á tlf. 347 380. Les meira um skeiðini á www.kvasir.fo.