Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 Vandin fyri húð­ krabba eigur ikki at fáa fólk at renna undan sólini. Ov lítið av sól ger immunverj­una veikari – og harvið eisini mótstøðuførið móti øðrum krabba­ meinssløgum. Hetta er niðurstøð­ an í eini spildur­ nýggj­ari kanning hj­á einum bólki, sum granskar krabbamein. Norðurlendingar eiga tí bæði at nýta og nj­óta meiri tíð úti í sólskininum Møguleikin at gerast sj­úkur av ov lítið av sól er størri enn møguleikin at gerast sj­úkur av ov nógvari sól, er niðurstøðan í nýggj­u kanningini. – Hóast vandin fyri at fáa húðkrabba er til staðar, so kann sólin fyribyrgj­a bæði øðrum krabbameinssløgum, til dømis bróst­ og tarm­ krabba, eingilskari sj­úku, beinbroyskni og sukursj­úku, sigur norðmaðurin Johan Moan, leiðari av kanningini, sum var gj­ørd av einum krabbameins­granskingarliði á Oslo Universitet. D-vitamin er loysunarorðið Orsøkin til lekj­andi og fyribyrgj­andi ávirkanina av sólini er, at sólin er okkara størsta kelda til D­vitamin. D­vitamin hevur avgerandi týdning fyri, at immunverj­an virkar optimalt. D­vitamin fæst eisini ígj­øgnum matin, men bróðurparturin av D­ vitaminum fæst við at vera í sólini, tí sólin fær kroppin sj­álvan til at framleiða D­ vitamin. – Tað er tí eitt vánaligt hugskot at krógva seg í skugganum av ótta fyri at fáa húðkrabba. Serliga hj­á okkum skandinavum, sum búgva so fj­art frá ekvator, er tað týdningarmikið at fáa tær sólstrálur, sum eru. Vandin fyri húðkrabba er veruligur, men positivu árinini av sólini eru nógv fleiri enn negativu árinini. Sj­álvt eitt lítið sindur av sól gevur ovurstórar heilsuligar fyrimunir, staðfestir Johan Moan. Eisini ímóti krabbameini Kanningin vísti eisini, at fólk, sum búgva í norður Avstralia tætt við ekvator, framleiða nærum fimm ferðir so nógv D­vitamin í kroppinum, sum fólk í norðurlondum. Og av tí, at D­vitamin er so gott fyri immunverj­una, er hetta sambært granskarunum frágreiðingin uppá, at fólk, sum fáa krabbamein í sólríku londunum, hava størri møguleika at gerast frísk, enn fólk her norðuri um leiðir. – Úrslitið av kanningini vísir, at um norðmenn høvdu nýtt dupult so nógva tíð úti í sólini, sum teir gera nú, Formaðurin í danska solariumfelagnum undrast tó á, at Kræftens Bekæmpelse hevur nýtt so nógva orku uppá at ávara ímóti sólini. – Húðkrabbi er ein krabba­ sj­úka, sum hevur relativt lágt deyðstal. Men tað er her, at Kræftens Bekæmpelse í høvuðsheitum hevur lagt dentin. Tað hava tey gj­ørt við at ræða fólk úr sólini. Men við minni sól viknar immunverj­an, og harvið økist deyðstalið av til dømis tarmkrabba og bróstkrabba. Og hesi krabbasløgini hava sera høg deyðstøl sum er. Harumframt elvir trotið á D­vitamin til aðrar sj­úkur, sum gera at fólk missa førleikan, millum annað sklerosu og beinbroyskni, sigur Henrik Marx, sum er formaður í danska solariumfelagnum í einum lesarabrævi í donsku bløðunum. Hann vísir á tvær danskar kannigar, sum eru komnar til eina og somu niðurstøðu. Onnur var gj­ørd í 2007, tá yvirlæknin Henrik Hey kannaði 145 næmingar í 8. flokki. Tann kanningin vísti, at 90% av næmingunum høvdu trot á D­vitamin. Fleiri teirra høvdu virði, sum vóru hættislig. Hin kanningin er gj­ørd av Danmarks Veterinær­ og Fødevareforskning, og eisini tey komu til líknandi úrslit, tá tey gj­ørdu kanningar av gomlum fólkum. Staðfest var, at trotið á D­vitamin er stórt í Danmark. Sambært nýggj­u norsku kanningini kann avleiðingin vera, at fólk, ið óttast sólina, í staðin vera rakt av øðrum krabbasløgum við hægri deyðstølum ella øðrum førleikaskerj­andi sj­úkum. Njótið SÓLINA – Danska solariumfelagið undrast Lagt til rættis: Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Polfoto