mikudagur 19. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 56 - 19. mars 2008
- Eg haldi, at tað
hevði verið gott
um allir politikarar
gjørdu sum Tóbjørn
Jacobsen og løgdu
kortini á borðið.
Men eg haldi ikki,
at vit skulu lóggeva
um hetta, tí tað má
vera upp til hvønn
einstakan politikara,
um hann vil gera tað,
sigur Hergeir Nielsen,
løgtingsformaður
POLITIKKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hergeir Nielsen, løgtings
formaur, vísir á, at tað kann
vera
eitt
og
annað
í
persónligu viðurskiftunum,
sum einstakir politikarar
ikki brýggja seg um kemur
fram alment – og tá tað
soleiðis verður latið upp til
hvønn einstakan politikara,
so kann veljararin meta
sjálvur, um ein politikari
vil fjala nøkur viðurskifti
ella ikki.
Hergeir Nielsen vil fara
víðari við gjøgnumskygn
inum til eisini at fata um
valstríðið.
Eg haldi, at tað skal
verða
veljarunum
púra
greitt, hvørjir fíggjarligir
stuðlar eru hjá valevnum í
valstríðnum, sigur hann og
sipar til tað kjakið, sum var
í valstríðnum seinast.
Hergeir Nielsen sigur, at
tað skal vera púra greitt,
hvørji fíggjarlig áhugamál
bera fólk á ting.
Vit vita, at gomlu val
dømini í fleiri førum taka
seg saman kring avís val
evni, men tað er eisini sera
týdnignarmikið, at vit velj
arin veit, hvørji fíggjarlig
áhugamál bakka upp kring
ymsu
valevnini,
sigur
Hergeir Nielsen, løgtings
formaður.
Tingformaðurin
skilir
væl, at Tórbjørn Jacobsen,
landsstýrismaður, nú stígur
fram og almannakunnger
síni viðurskifti.
Hatta er heilt nátúrligt,
at hann ger hatta júst nú –
og tað er eisini sera gott,
um hatta verður tað, sum
fær aðrar politikarar at gera
tað sama, sigur Hergeir
Nielsen, sum kortini leggur
dent á, at hetta skal vera
upp til hvønn einstakan –
og ikki vera eitt krav frá
tinginum ella at lógevast
skal um tað – tí tað verður
kortini upp til veljaran at
gera av, um onkrir polit
ikarar ikki vilja leggja síni
kort á borðið, heldur løg
tingsformaðurin.
Hergeir Nielsen,
løgtingsformaður,
heldur tað vera
eitt gott hugskot,
at allir politikarar
almannakunngera alt
tað, sum teir eiga og eru
limur í
Nátúrligt at leggja kortini á borðið
Ognarviðurskifti landsstýrismansins:
Ábyrgdarpeningur í Norðoya Sparikassa: 1.000,
Partapeningur í Pf. Kongshavnar Útgerðarfelag (av kr. 1.001.000,): 250.000,
viðurskiftini í felagnum annars eru almenn í roknskapum felagsins.
Partapeningur í Pf. Atlantic Petroleum (áljóðandi): 240.000,
Partapeningur í Pf. Føroya Banki (70 partabrøv á tekningarkurs kr. 189,): 13.230,
Partapeningur í Pf. Eik (15 partabrøv á tekningarkurs kr. 575,): 8.625,
Simplir kreditorar 0,
Sethús á matr. no. 103 við Kirkjuveg 4, Tórshavn (Norðoya Sparikassi veð við
ognarveðbrævi)
½ sethús á matr. no. 42b í Glyvra bygd
Bilur (Volvo S40)
Skipaður limaskapur í felagsskapum:
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Limur í bólkinum sum ætlar at seta upp standmynd av Tróndi í Gøtu í Norðragøtu
Grindamannafelagið
Felagið Høganes
Umboðsráðið í Norðoya Sparikassa
Nes Sóknar Sjúkrakassi
Gøtu Ítróttarfelag (Víkingur)
NSÍ
Kappróðrarfelagið NSÍ
StÍF
Gøtu Fornminnisfelag
Føroya Skipara og Navigatørfelag
Fólkakirkjan
Nevndarlimur í Pf. Dagsbrún í Fuglafirði. Bað um at verða loystur úr nevndini, táið
eg varð settur landsstýrismaður.
Landsstýrismaðurin
í fiski- og tilfeingis-
málum kunnger í
dag alt tað, sum hann
eigur og er limur í, og
hann heldur, at allir
politikarar áttu at
gjørt á sama hátt
GJØGNUMSKYGNI
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað var í Degi og viku í
síðstu viku, at Tórbjørn
Jacobsen hevði á orði, at
tað nú kendist soleiðis, at
hann sum politikari átti at
kunngjørt øll síni fíggjarligu
viðurskifti alment.
Nú
hevur
Tórbjørn
Jacobsen, landsstýrismaður
í fiski og tilfeingismálum
gjørt av, at hann skal
almannakunngera øll síni
fíggjarligu viðurskifti og
allar teir felagsskapir, sum
hann er limur í ella hevur
samband við.
Í Danmark var fyri nøkr
um árum síðani orðadráttur
um hesi viðurskifti. Anders
Fogh Rasmussen, forsætis
málaráðharri, gjørdi av at
krevja, at allir ráðharrarnir
løgdu upplýsingar um síni
viðurskifti alment fram, og
soleiðis varð tað gjørt.
Eg haldi, at tað hevði
verið so upplagt, at allir
landsstýrismenninir og allir
teir føroysku politikararnir
eiga at almannakunngera
síni fíggjarligu viðurskifti,
og at allir politikararnir
kunnaðu um teir felags
skapir, sum teir eru uppií.
Er hetta nakað, sum tu
hevur tosað um við floks
formannin hjá tær, Høgna
Hoydal, og við løgmann
Jóannes Ejdesgaard?
Nei, tað havi eg ikki.
Høgni og eg hava tíðum
tosað um hetta, og tí veit eg
frammanundan, at hann er
samdur við mær í, at hetta
eigur at vera gjørt. Nú er
hetta tó mín egna avgerð,
og eg dugi ikki at síggja, at
nakar trupulleiki skal vera í
tí, at løgmaður og floks
formaðurin ikki eru kunn
aðir um tað.
Tvær orsøkir
Tíðindaskriv
um
síni
viðurskifti fer landsstýris
maðurin at leggja á heima
síðuna hjá Fiski og til
feingismálaráðnum seinni í
dag, men Sosialurin hevur
frá
landsstýrismanninum
fingið upplýsingarnar, sum
hann fer at leggja á heima
síðuna.
Hvør er orsøkin til, at tú
gerst hetta?
Tað er bæði ein politisk
og ein umsitingarlig orsøk.
Tann politiska er, at tað í
orðaskiftinum
og
ikki
minst, tá ið tað stendur
nógv á, verður sagt bæði
eitt og annað og eisini nógv
gitt. Tá ið eg nú leggi
upplýsingarnar fram, so er
ikki neyðugt at gita. Í staðin
ber til at sláa upp á heima
síðuni og fáa upplýsingar
staðfestar, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Umsitingarliga orsøkin
er
gegnisspurningurin
í
ráðnum. Ásetingarnar hes
um viðvíkjandi eru ógvuliga
strangar. Hesar vikurnar,
sum eg havi verið lands
stýrismaður, hava embætis
fólkini fleiri ferðir spurt
meg, um eg havi fíggjarlig
áhugamál í tí, sum verður
viðgjørt. Fyri at lætta um
arbeiðsgongdina havi eg
gjørt av, at tey í staðin fyri
at spyrja meg, kunnu sláa
upp á heimasíðuni.
Men í tí, sum tú ætlar at
kunngera, eru ikki upp
lýsingar um, hvussu parta
feløgini, sum tú ert í, eru
skrúvaði saman?
Tað er tí, at hetta ikki
hevur beinleiðis við mín
persón at gera. Eg sigi,
hvørjum eg eri uppi í og
eigi í. Ársfrágreiðingarnar
fyri eitt nú felagið, sum
hevur verið so nógv umrøtt
seinastu
dagarnar,
Pf.
Kongshavnar
Útgerðar
felag, ber tað altíð til at fáa
fatur á hjá teimum, sum eru
áhugað í tí, roknskapirnir
við øllum upplýsingum eru
jú alemnninginum tøkir,
sigur Tórbjørn Jacobsen.
Tobbi leggur kortini á borðið
Fakta um Kongshavnar Útgerðarfelag:
2006
2005
2004
2003
Úrslit
733.000
23.366.000
3.805.000
6.908.000
Eginpeningur
12.070.000
12.803.000
10.563.000
14.679.000
Kongshavnar Útgerðarfelag hevur havt nøkur ring roknskaparár á rað, sum hava minkað eginpeningin úr 14,7
milliónum krónur niður í minus 12 milliónir – ein negativ gongd upp á 26 milliónir krónur árini 2003 til 2006
Partabrøv, sum Kongshavnar Útgerðarfelag eigur sambært ársroknskapinum 2006:
Partabrøv Eik Banki
5.000 kr
Ábyrgdarfæ, Norðoya Sparikassi
2.000 kr
Partabrøv Sparekassen Nord Holding
16.643 kr
Felagið Dvørgarmoy
2.000 kr
Atlantic Supply Base P/F
50.000 kr
P/F Dagsbrún
5.250.000 kr
Tilsamans
5.325.643 kr
FAKTA