mikudagur 19. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
Danska krabbameinsfelagið ”Kræftens
Bekæmpelse” mælir sum heild danskarum til
at nýta faktor 15. Um húðin er serliga ljós
– ella um fólk ferðast suðureftir, mæla tey tó
at nýta ein hægri faktor.
Hvussu leingi tú kanst vera úti í sólini er
tengt at klokkutíð og árstíð, hvussu nógvar
UV strálur eru í sólstrálunum, um tað er
skýggjað, hvussu húðin á tær er, og hvussu
ofta tú smyrt teg inn.
Tað hevur eisini týdning, hvussu stóra
mong av sólkremið tú smyrt á hvørja ferð, um
sólkremið er ov gamalt, um innsmurda húðin
kemur í samband við vatn ella klæði, og um
tú sveittar.
Faktortalið er vegleiðandi
Hóast man skuldi trúð tí, so verjir eitt sólkrem,
sum hevur faktor 30, ikki dupult so væl sum
eitt sólkrem við faktor 15.
Faktor verður eisini nevndur SPF, sum merkir
”Sun Protection Factor”. Henda skipanin
kann í stórum greinast soleiðis, at faktor 2
skilir umleið 50% av strálunum frá, faktor 4
skilir umleið 75 % av strálunum frá, faktor 10
skilir umleið 90% av strálunum frá og faktor
20 skilir umleið 95 % av strálunum frá.
Skalt tú hava sólkrem við hægri faktortalið
enn 30, er tað ofta sera dýrt. Kræftens
Bekæmpelse mælir tí fólki til heldur at keypa
eitt krem við faktor 30 og smyrja eitt tjúkt
lag á húðina –og at smyrja ofta. Húðin skal
vera mettað við sólkremi, og til tess krevst
ein stórur lógvi av kremi. Ert tú pírin við
sólkreminum, fært tú ikki ta faktorverju, sum
stendur á dunkinum.
Nakrir dermatologar viðmæla, at tú smyrt
teg inn 2. hvønn tíma og hvørja ferð eftir,
at tú hevur verið í vatni – eisini hóast kremið
sigst vera vatnfast.
Og minst til, at jú tættari, tú ert við ekvator,
jú størri er innihaldið av UV strálum í sólini.
Somuleiðis kann sigast, at hægri upp tú
kemur, t.d. um tú fert upp á eitt fjall, jú hægri
verður innihaldið av UV strálum.
Ymsar strálur
Sólstrálurnar hava ymsa bylgjulongd. UVA
strálur elva til, at húðin framleiðir pigment
fyri at verja seg. Tað er tað, sum skapar tann
eyðkenda sólbrúna litin. UVA strálurnar hava
eisini ávirkan á, hvussu húðin eldist.
UVB strálurnar eru tær, sum kunnu brenna
húðina, um nóg høgur faktor ikki verður
nýttur, og tað eru eisini tær, sum elva til
húðkrabba. Jú oftari tú brennir teg av sólini,
jú størri er møgueikin fyri húðkrabba. Tí er
sólkrem við faktor so týdningarmikið.
við góðari samvitsku
so høvdu tað verið 300
fleiri, sum høvdu doyð av
húðkrabba, men tað høvdu
verið 3000 færri, sum
doyðu av øðrum krabba
meinssløgum, sigur Johan
Moan, granskingarleiðari.
Serliga ímillum
kl 12 og 15
Móti hevur altíð verið tengd
ur at húðarlitinum. Fyri 100
árum síðani var tað eitt
tekin um status at hava ljósa
húð, tí tað merkti, at tær ikki
tørvaði at arbeiða. Seinni
í 20. øld var tað smart at
hava sólbrúna húð, tí tað
merkti, at tú hevði tíð at
taka tær av løttum og njóta
sólina – ella ráð at ferðast
suðureftir.
Seinnastu árini hava fólk
mestsum skammast av at
siga, at tey sóla sær, tí óttin
fyri húðkrabba hevur verið
sera stórur.
Men nýggja kanningin
staðfestir, at óttin ikki nýtist
vera so stórur, tí hóast vand
an fyri húðkrabba, so er
sólskin sunt.
Kræftens Bekæmpelse,
sum er danska krabba
meinsfelagið, hevur ávarað
ímóti ov nógvari sól. Tey
eru tó samstundis greið yvir
positivu árinini, sum sólin
hevur.
– Vit hugsaðu okkum
væl um, tá vit gjørdu
okkara slagorð ímóti húð
krabba, tí vit vita, hvussu
týdningarmikið tað er at
fáa nóg mikið av Dvitamin.
Tí bleiv slagorðið eisini
»Ansa eftir sólini ímillum
12 og 15«. Vit satsa uppá
at broyta sólvanarnar hjá
fólki, soleiðis at tey ikki
eru í sólini teir vandamestu
tímarnar, tá sólin er sterkast,
sigur Anja Philip, sum er
verkætlanarleiðari í Kræftens
Bekæmpelse.
– Meir enn helvtin av allari
UVstrálingini er millum 12
og 15, og hetta er tí vanda
mesta tíðin. Fólk mugu hugsa
seg um og ikki sóla sær ov
nógv. Tó nýtist teimum ikki at
forkasta sólina heilt, staðfestir
Anna Philip.
Kelda: Reuters
Góð sólráð:
• Síggj serliga til at verja teg ímillum kl 1215, tá sólin
er bjartast.
• Nýt blusur við longum ermum og langbuksur, um tú ert
bangin fyri at brenna teg.
• Nýt altíð sólbrillur við UV verju.
• Nýt sólkrem við høgari verju ímóti bæði UVA og UVB
strálum, til dømis faktor 25 ella 30.
• Sólar tú tær tætt við har vatn er, har sandur ella
betong er, skalt tú vera serliga varin, tí sóstrálurnar
kastast aftur, og tí er møguleikin at brenna seg enn
størri.
• Er tað vindur, mást tú vera eyka varin, tí tá merkir tú
ikki um tú brennir teg. Vindurin kølir jú húðina, so tú
ikki kennir teg heitan.
• Barnahúðin er serliga viðkvom, minst tí eisini til at
verja børnini væl.
SÓLKREM við faktor
Um tú nýtir sólkrem við faktor, kanst tú vera úti í sólini og fáa
allar fyrimunirnar av sólarljósinum, og samstunds verja teg
ímóti teimum vandamiklu UVA og UVB strálunum