Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 56 - 19. mars 2008 Hóast politistarnir gjørdu eitt mistak, tá ið teir tóku ein mann fyri at koyra ov skjótt, má hann nú kortini taka koyrikortið av nýggjum Dómur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið tú stendur frammanfyri dómarunum, viga frásagnir­ nar hjá politistunum nokk so nógv. Tað mátti ein ungur mað­ ur staðfesta í Landsrættinum nú ein dagin. Hann varð ákærdur fyri at hava koyrt so skjótt, at hann stóð til eina treytaða frádøming. Men politistarnir, sum tóku hann, gjørdi eitt mis­ tak. Og vit hava mangan hoyrt um, at mistøk hjá pol­ itistum hava ført við sær, at fólk sleppa undan dómi, tí prógvini skulu vera skot­ trygg. Og maðurin, sum varð tik­ in, noktaði seg sekan. Hann segði seg ikki hava koyrt so skjótt, sum politistarnir søgdu. Ein ungur drongur, sum var við honum í bilin­ um styðjaði hansara frá­ greiðing, tí hann helt heldur ikki, at ferðin hevði verið so nógv. Hvørgin teirra hevði kort­ ini hugt at ferðmátaranum, greiddu teir rættinum frá. Men í hesum føri vigaði orðini hjá politistunum so mikið tungt, at landsrætturin trúði teimum, heldur enn teimum báðum ungu dreingj­ unum. Slettaðu úrslitið Málið tók seg upp ein dag­ in, tveir politistar gjørdu ferðmátingar í Havn. Frammanundan kannaðu teir alla útgerðina eftir for­ skriftunum fyri at tryggja sær, at alt virkaði, sum tað skuldi. Einaferð, teir kannaðu ein bil, máldu teir ferðina til 87 kilometrar um tíman, men í slíkum førum fáa bil­ førarar ein ávísan avsláttur fyri at hava vissu fyri, at prógvini halda. Tí varð hann ákærdur fyri at hava koyrt 84 kilometrar um tíman. Men tað var í bygdum øki og tískil varð kravið, at hann skuldi missa koyrikortið. Men politistarnir gjørdu eitt mistak. Tá ið ein bilur verður tikin fyri ferð, skal úrslitið av mátingini beinanvegin skrivast niður í ein lista, sum politistarnir hava við til endamálið. Mátingin skal skrivast upp ímeðan hon stendur á skerminum og áðrenn ein nýggj máting verður gjørd. Tað er fyri at tryggja, at blandingur ikki kemur í. Men tað gjørdu politistar­ nir ikki í hesum føri. Tann, sum tók mátingina, segði við hin politistin, at ferðin var 87 kilometrar um tíman og teir sóu eisini báð­ ir mátingina, men teir skriv­ aðu onki niður. Ístaðin koyrdu teir aftaná bilføraran fyri at steðga honum. Tá ið teir steðgaðu bilinum, kravdi bilførarin at síggja mátingina, men tá ið pol­ itisturin skuldi rætta apparatið yvir ímóti honum, komu hann at trýsta á ein knøtt, so mátingin varð slettað. Táið onki prógv var, nokt­ aði maðurin seg sekan. Hann viðurkendi, at hann hevði koyrt meiri enn 50 kilometrar um tíman, men hann hevði avgjørt ikki koyrt so skjótt, at hann skuldi dømast til at taka koyrikortið av nýggjum. Ongin orsøk at ivast Tá ið málið var fyri í Føroya Rætti, varð drongurin frí­ kendur, tí rætturin helt ikki, at prógvini vóru nóg dygg. Rætturin segði, at hann hevði koyrt ov skjótt, men at tað ikki kundi prógvast, at hann hevði koyrt so skjótt, at hann skuldi taka koyrikortið av nýggjum. Av tí sama legði ákærdi málið inn fyri landsrættin og tað loysti seg. Ákærin helt, at tað var ongin ivi um úrslitið, tí tveir politistar høvdu sæð úrslitið av ferðmátingini og at hetta var tann síðsta mát­ ingin, teir høvdu gjørt, so her var onki, sum blandingur kundi koma í. Hann helt eisini, at tað er ongin orsøk til at ivast í minninum hjá tveimum pol­ itistum og at vrakað mát­ ingina av tí at hon ikki varð skrivað niður beinanvegin. Verjin helt ikki, at prógv­ ini vóru haldgóð, tí prógvið er treytað av minninum hjá politistunum og tað var gingin ein góð løta frá tí at mátingin varð gjørd, til bilurin varð steðgaður. Landsrætturin gav ákær­ anum viðhald og dømdi mannin at missa koyrikortið treytað í trý ár og at betala 1900 krónur í bót. Landsrætturin helt ikki, at nøkur grund var til at ivast í minninum hjá teim­ um politistunum. Hann stað­ festi eisini, at hóast báðir teir ungu dreingirnir í bilin­ um tvíhildu um, at teir høvdu ikki koyrt so skjótt, sum politistarnir søgdu, høvdu teir eisini greitt frá, at hvørgin teirra hevði hugt eftir ferðmátaranum. Tað merkir at bilførarin skal upp til nýggja koyri­ roynd áðrenn tríggir mánað­ ir eru farnir. Klárar hann ikki royndina, missir hann koyrikortið. Klárar hann royndina, varðveitir hann koyrikortið, men ger hann nakað brot tey næstu trý árini, sum hevði ført við sær ein dóm afturat, missir hann koyrikortið. Føroya Ar- beiðarafelag umhugsar at rýma úr Havn Føroya arbeiðaraFelag Áki Bertholdsen Í Føroya Arbeiðarafelag hava tey arbeitt við at byggja felagshúsið út, men tað gongur so illa at fáa byggiloyvi at tey nú nevna møguleikan at rýma úr Havn Virksemið hjá Føroya Arbeiðarafelag er nógv økt hesi seinastu árini og nú er virksemið so stórt, at felagshúsið í Havn er blivið ov lítið. Húsið er so lítið, at tá ið aðalfundur og onnur tiltøk av týdningi eru, verða tey noydd at leiga sær høli. Í hesum sambandi hevur Føroya Arbeiðarafelag roynt at sleppa at byggja húsini um, ella út, men tað hevur gingið ógvuliga strilti at fáa byggiloyvi. Býráðið hevur í hesum sambandið mett, at grund­ stykkið varð ov lítið og at bygningurin varð ov høgur. Tey hava arbeitt í eini fýra ár við málinum og nú er tolið við at verða uppi og Føroya Arbeiðarafelag metir framvegis, at tey eru fyri vanbýti. Málið er nú á veg ígjøgn­ um rættarskipanina. Men samstundis eru tey eisini komin hartil, at tey eru farin at nevna møguleikan um at sleppa ætlanini og at byggja onkra aðrastaðni. Í hesum sambandi er møguleikin eisini nevndur bara at rýma úr Havnini og at fáa sær høli á bygd. Á aðalfundinum hjá fel­ agnum síðsta vikuskiftið varð nevnt, at tað er nógv bíligari hjá felagnum at útvega sær høli uttanfyri Havnina. Nevnt varð, at tá ið undir­ sjóvartunnil er gjørdur inn í Eysturoy, er minni munurin á at verða onkustaðni í Havn og at vera onkustaðni í inni á Skálafirði, fyri at nevna eitt dømi. Tveir politistar viga meir enn tveir ungir dreingir Tveir politistar gjørdu eitt mistak, tá ið teir tóku ein ungan drong fyri at koyra ov skjótt, men rætturin hevði álit á minninum hjá teimum og tí drongurin nú taka koyrikortið av nýggjum Eingin framsýning í ár Síðani 1975 hevur Lions Club Eysturoy skipað fyri árligari lista­ framsýning 1. og 2. páskadag – sum oftast í Runavík. Ymsar orsøkir eru til tess. Eitt nú er skúlin í Rúnavík burtur, eitt nú hava listafólkini nógv betur umstøður, enn fyri 30 árum síðani við fleiri hølum, sum eru tøk alt árið. Lions Club Eysturoy takkar teimum mongu listafólk­ unum, sum hava luttikið hesi mongu árini – og teimum, sum hava vitjað framsýningarnar. Hetta hevur stuðlað hjálpararbeiðinum hjá LC, sum Eysturoyar Ellis­ og røktarheimi, Eysturoyar søgu, forn­ minni, Bláa Krossi, ungdómi og ferðslu, ymisk góðgerandi feløg, stuðlað sjúkrahúsbygging á Sri Lanka, Vatnbrunnar í India, skúlar í Thailandi og ikki minst hjálp til sjónveik og blind í triðja heiminum. Friðarsúlan tendrað Friðarsúlan í Imagine Peace Tower á Viðoy við Reykjavík, sum Yoko Ono hevur gjørt til minnis um mannin John Lennon, verður tendrað í annaðkvøld og skal so lýsa hvørt kvøla til á midnátt ta næstu vikuna, skrivar Morgunblaðið. Í sambandi við at friðarsúlan verður tendrað aftur, verður stórt tiltak á Viðoy, sum sjálvbodnir hjálparfelagsskapir í Reykjavík skipa fyri. Eitt nú fer eitt barnakór at syngja sangir úr ymsum londum, og myndir verða vístar.