Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 56 - 19. mars 2008 Onkur hevur um vikuskiftið roynt at seta eld á Hvalbiar skúla, við at tveita Molotov-cocktails móti bygninginum ELDÁSETING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo »I don’t like Mondays« sang Boomtown Rats í sín­ ari tíð, men um tað hava ver­ ið ungdómar, sum ikki tímdu í skúla mánamorgun, skal verða ósagt. Undir øll­ um umstøðum hevur onkur gjørt seg inn á Hvalbiar skúla um vikuskiftið. Og tað kundi saktans havt spælt verri av, enn tað nú einaferð gjørdi. Sommer Joensen, sýslu­ maður, sigur, at løgreglan tekur tilburðin í ramasta álvara. ­ Tað er týðiligt, at tveittir hava verið sonevndir Molotov­cocktails móti skúlanum, tí vit funnu brotnar fløskur við klútum í fløskuhálsunum, sigur Sommer Joensen. Hóast hesar brandbumb­ urnar vórðu tveittar upp ímóti einum betongveggi heldur enn móti træklædn­ ingi, so skilst á lagnum, at raktu tær ovari á, kundu tær lættliga havt fest í takskegg­ ið, og tá kundi skjótt stórur skaði staðist av. ­ Vit fingu fráboðanina frá húsavørðinum klokkan 11.45 mánadagin, so her­ verkið er farið fram millum fríggjakvøld og mánamorg­ un. Vit sendu tveir løgreglu­ menn at kanna málið, og teir kundu staðfesta, at Molotov­cocktails vórðu tveittir móti skúlanum. Fløskubrot á staðnum og ein mislittur veggur bóru týðilig boð um hetta, sigur Sommer Joensen, sýslumað­ ur. Sigið frá Nú spældi hetta tíbetur væl av, men vildi illa til, kundi kanska ein stórur partur av skúlanum verði lagdur í øsku. Og málið verður sum nevnt tikið í størsta álvara. ­ Vit hava ongan illgruna til nakran um, hvør kann hava framt hetta herverkið, og vit hava heldur eingi spor at ganga eftir í málin­ um sum er. Tí vilja vit fegin heita á fólk um at siga okk­ um frá, um tey kenna nakað til hendingina, ella hava sæð nakað illgrunavert við skúlan um vikuskiftið, sigur Sommer Joensen, sýslu­ maður. Ein Molotov­cocktail er ein fløska fylt við bensini ella øðrum eldfimum løgi. Síðani verður ein klútur stungin í hálsin sum propp­ ur, eldur verður festu í henda, og tá fløskan so rakar og brotnar, virkar hetta sum ein brandbumba. Tí er eyðsæð, at raktu hes­ ar fløskurnar ein træklædd­ an vegg, er lætt at ímynda sær, hvør avleiðingin hevði verið. Og sum nevnt heitir Sommer Joensen, sýslu­ maður, á fólk, sum halda seg hava sæð eitthvørt ill­ grunasamt í sambandi við herverkið um vikuskiftið, at siga løgregluni frá á tlf. 371448. Veggurin ber síni týðiligu spor eftir Molotov-cocktailunum Molotov móti Hval- biar skúla Danir svíkja kirkjuna Okkurt bendir á, at danska fólkakirkjan er um at missa takið á danska fólkinum, skrivar Berlingske Tidende. Blaðið vísir á eina Gallup­kanning, sum sigur, at 45 prosent av øllum vaksnum dønum hava ikki verið til guðstænastu tað seinasta árið. Hetta talið var 33 prosent fyri fimm árum síðani. Bara 13 prosent ætla sær í kirkju nú í páskavikuni. Tað er eisini væl minni enn fyri fimm árum sí9ðani, tí tá ætlaðu 20 prosent sær í kirkju um páskirnar. Í Danmark ætla bara 13 prosent sær í kirkju um páskirnar (Mynd: TV2) Á fundinum, sum Epileptikarafelagið skipaði fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, greiddi neurologurin, Bjarki á Rógvi Hansen, frá, hvat epilepsi er EPILEPSI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fyrireikararnir vórðu næs­ tan ovfarnir av stóru upp­ møtingini til fundin, sum Epileptikarafelagið skipaði fyri í Miðlahúsinum í gjár­ kvøldið. Randfríð Sørensen, forkvinna í felagnum, segði, tá hon bjóðaði væl­ komin, at tey høvdu verið nøgd, um bara tíggju fólk komu at lurta. Í staðin var Miðlahúsið meiri ella minni á tremur av fólki. Fyrsta innleggið hevði Bjarki á Rógvi Hansen, neurologur, sum hóast sítt føroyskt klingandi navn tosaði danskt. Hann greiddi frá, hvat epilepsi reint læknaligt er. Talan er um óregluligleikar í heilanum, og fyri epilepsi er tað typiskt á sama stað, og gevur sama slag av herindum hvørja ferð. ­ Vanliga vara herindini frá einum brotsekundi til hálvanannan­tveir minuttir. Eru sjálvi herindini longri enn hetta, er tað næstan við vissu ikki talan um epilepsi, greiddi Bjarki á Rógvi Hansen frá. Tað mest hugsunarverda, sum neurologurin førdi fram, var, at trijða hvørt barn og fjórði hvør vaksin verður feildiagoseraður. ­ Hetta merkir, at tilsvar­ andi mong børn og vaksin verða viðgjørd fyri epilepsi, uttan at tey í veruleikanum hava hesa sjúkuna. Og tað merkir eisini, at ein hópur av pengum og resursum verða nýtt til onga nyttu, segði Bjarki á Rógvi Hansen. Hann segði eisini, at man skal verða varin at geva ov nógvan heilivág, tí ofta verður gjørt á tann hátt, at hjálpir fyrsta evni ikki verð­ ur bara eitt aftrat latið, og so kann sjúklingurin knapp­ liga taka fimm ymisk evni, uttan at eitt einasta av teim­ um virkar. Fólk høvdu høvi at spyrja eftir hvørt innleggið sær, men ikki fyrr enn øll trý høvdu havt orðið, tóku fólk dyk á seg at spyrja, og tá kom eisini veruligt lív í henda áhugaverda fund í Miðlahúsinum í gjárkvøld­ ið. Feildiagnosa vanlig Hópurin av fólki vóru møtt upp til fundin, sum Epileptikarafelagið hevði skipað fyri í Miðlahúsinum í gjárkvøldið. Bjarni á Rógvi Hansen, neurologur, var fyrsti røðarin Mynd: Leo Poulsen