mikudagur 19. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
“Risastóri, grøni filtfrakkin
hjá vinkonu ommu mína,
brúnt lambsskin og gylti
cardigan’urin hjá mammu”.
Hetta er søgan um tilfarið til
eina av mongu taskunum,
sum Kristin Bæk hevur
seymað. Nógvar av
taskunum eru seldar her
heima, men eisini í Danmark
hevur Kristin selt taskur í
hópatali.
-Eg eri ein savnari, og tað
havi eg altíð verið. Eg síggi
ofta møguleikar, har onnur
bert síggja burturkast. Tá
eg til dømis fari niður í ein
gamlan kjallara, finni eg ofta
okkurt gamalt toy, sum eg
síggi møguleikar í, og sum
eg bara má eiga, greiðir
Kristin Bæk frá.
Hon er útbúgvin sniðgevi
frá Columbine-skúlanum í
Keypmannahavn, men er tó
serliga kend fyri at seyma
búnar til sjónleikir. Hvør
minnist ikki ótrúliga vakra
dreymakotið hjá Jósefi, sum
var seymað úr slipsum? Og
Kristin hevur millum annað
eisini staðið fyri búnunum
til Fame og Pipar og Salt,
eins og hon hevur seymað
búnar til eitt ótal av donskum
leikum.
Men alsamt fleiri kenna
eisini Kristin Bæk fyri
hennara heilt serligu unika
taskur.
Stórur eftirspurningur
“AnnaBaek”, sum hennara
sniðgevaranavn er, hevur
altíð seymað nógv. Hon var
blaðung, tá hon byrjaði at
seyma leikbúnar og søkti
tí inn á kenda Columbine-
sniðgevaraskúlan í
Keypmannahavn. Nú
arbeiðir hon hjá einum
skraddara á “Stroynum”,
og undan tí hevði hon fast
arbeiði á “Husets Teater”,
har hon seymaði leikbúnar.
Hon hevur sostatt altíð havt
úr at gera við seymingini,
og taskurnar hava bert verið
frítíðarítriv.
-Eg haldi, at eg seymaði
tær fyrstu taskurnar í 2000.
Tað komu beinanvegin
nógvar viðmerkingar um
taskurnar, og eg varnaðist,
at hetta veruliga var nakað,
sum fólk vóru áhugað í.
So eg havi stútt og støðugt
hildið á at seymað mínar
taskur, og tær verða stútt
og støðugt seldar, so tað
er ógvuliga stuttligt, heldur
Kristin.
Ì fyrstuni seldi hon
taskurnar á ymsum
framsýningum og á fleiri
sonevndum “design-
bazaarum”, sum verða
hildnir nakrar ferðir árliga
í Keypmannahavn, og har
sniðgevar kunnu selja síni
ting.
Men so við og við fekk
Kristin eisini fótin inn um
ymsar viðurkendar handlar
í Danmark, sum fegnir vildu
selja hennara serligu og
kitch’utu taskur. Í Føroyum
er tað Beinta Vilhelmsen,
skraddari, sum hevur staðið
fyri søluni. Og í heilum ringja
tey til Kristin eftir fleiri taskum,
so hvørt sum tær verða
útseldar.
Endurnýtsla
Kristin greiðir frá, at um tað
mundið, tá hon seymaði
tær fyrstu taskurnar, var tað
ógvuliga “inn”, at alt skuldi
endurnýtast og hava eina
søgu. Og av tí, at hennara
taskur allar vóru seymaðar
av endurnýtslu-toyi, var
lagamanni hjá henni at
greiða frá upprunanum. Og
hvør einasta taska hevur
eisini eina nágreiniliga
frágreiðing um, hvaðani
toyið stavar.
- Eftirsum eg eri útbúgvin í
mótavinnuni, veit eg, at tað
er ein sera “grunnur” heimur.
Tí er tað stuttligt at kunna
vísa á eina søgu og ein
uppruna. Nógv av tilfarinum
havi eg eisini fingið frá
ymsum fólkum uppá ymsar
løgnar mátar, so søgan
verður stuttlig. Harumframt
seti eg mynstur saman,
akkurát sum eg havi hug til,
og tað skapar nakrar øðrvísi
og tíðarleysar taskur, sum
ikki eru bundnar at nøkrum
ávísum trendi. Tað haldi eg,
at fólki dámar, vísir Kristin á.
- Besti mátin at lýsa
taskurnar er kanska at siga,
at tær eru “klikkaðar”, tí
tær ikki hava nakran ávísan
stíl. Og tað er helst lættari
hjá fólki, sum vanliga lata
Hvør taska
hevur sína søgu
– Eg seymi bert taskur úr gomlum toyi og klæðum, sum eg
endurnýti, og tað ger, at hvør einasta taska fær sína heilt
serligu søgu, sigur Anna Kristin Bæk, sum á áttanda ári
seymar sínar heilt serligu og eyðkendu taskur. Taskurnar hava
gingið sum heitt breyð bæði í Føroyum og í Danmark, og
Kristin hevur júst latið várkollektiónina 2008’ úr hondum