mikudagur 19. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 56 - 19. mars 2008
Tað segði 19 ára
gamla Ása Súnadóttir
á fundi, sum
Epileptikarafelagið
skipaði fyri í Miðla
húsinum í gjárkvøldið
EPILEPSI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroyska Ása Súnadóttir av
Skála greiddi frá sínum unga
og lutfalsliga stutta lívi við
epilepsi.
Tað byrjaði fyri trimum
árum síðani, tá hon var á
eftirskúla í Danmark.
- Tað var ítóttadagur, og
eg skuldi renna. Eg var
einki serliga væl fyri, hevði
sovið lítið og einki etið ella
drukkið. Eg minnist ikki, at
eg kom um mállinjuna, men
tað kom eg so, greiddi Ása
Súnadóttir frá.
Hon minnist lítið annað
enn, at tað stóðu nógv fólk
uppi yvir henni og tosaðu,
men hon skilti einki av tí,
tey søgdu. Tað var fyrsta
herindi, hon fekk. Tá var
hon sekstan ára gomul.
Fyrstu tíðina eftir hetta
var tað rímiliga lætt at tosa
við skúlafelagarnar á eftir-
skúlanum, tí teir høvdu jú
upplivað hana havt eitt
epileptiskt herindi og skiltu,
hvat alt í veruleikanum
snúði seg um. Hetta var
nógv truplari, tá hon kom
heim aftur til Føroya, tí her
kundi eingin veruliga seta
seg inn í, hvat Ása Súna-
dóttir fór ígjøgnum.
- Tað var trupult at koma
inn á evni, tí fólk vistu ikki,
hvussu tey skuldu fyrihalda
seg mótvegis epilepsi. Kor-
tini vísti tað seg, at fólk
vóru forvitin upp á ein góð-
an máta, segði Ása Súna-
dóttir.
Men hon viðgekk eisini,
at lívið sum epileptikari tað
fyrstu tíðina langt frá var
ein dansur á rósum.
Mátti gevast
Hon hevði javnan epileptisk
herindi, men kortini byrjaði
hon á studentaskúla summ-
arið 2005.
- Tað dámdi mær ógvuliga
væl, men eg gjørdi tíverri
tann feilin, at eg greiddi
ikki lærara ella floksfeløg-
um frá, at eg var epileptikari,
og tí kom tað sum ein
skelkur fyri flokkin, tá tey
upplivdu míni fyrstu epi-
leptisku herindi skúlanum,
segði Ása Súnadóttir í
Miðlahúsinum í gjárkvøld-
ið.
Hetta skuldi tó gerast
nakað, ið flokkurin kom at
venja seg við. Men hetta
skuldi samstundis gerast
meiri, enn nakar kundi liva
við. Jøvnu herindini við
fylgjandi vitjan av sjúkra-
bilinum og javna fráveran
førdu í januar mánaði 2006
til, at Ása Súnadóttir mátti
gevast
á
studentaskúla.
Hetta var ein stórur ósigur
fyri hana.
Og nú fylgdi ein trupul
tíð.
- Eg var nógv á sjúkrahúsi,
og tá eg var heima, tordi eg
ikki út millum fólk. Eg
tordi ikki í SMS, eg tordi
ikki í biograf og eg tordi
ikki á ungdómsmøti, segði
Ása Súnadóttir.
Hon kendi, at fólk hildu
tað vera eina stóra ábyrgd
at taka sær av henni. Og tað
skilir hon væl, tí hon hevur
havt herindi bæði í SMS og
hjá tannlæknanum.
Lýsnaði í
Men so byrjaði at ganga
betur.
- Eg fekk ein annan heili-
vág, sum veruliga hjálpti.
Hjáárinini, sum eg hevði
havt av heiliváginum, eg
tók framman undan, hvurvu
heilt, og herindini gjørdust
munandi færri og lættari,
segði Ása Súnadóttir.
Hon tordi nú aftur út
millum fólk. Hon fann sær
»ein fittan sjeik« - sum hon
skal giftast við í summar –
og hon byrjaði aftur í skúl-
anum á Kambsdali at lesa
til student í august 2006.
Og hesaferð gjørdi hon
ikki sama mistak, sum fyrru
ferð.
- Eg fekk ein lærara, sum
eg kenni, at greiða flokkin-
um frá, at eg havi epilepsi,
og at tey kundu koma út
fyri, at eg fekk epileptiskt
herindi í skúlatímanum. Eis-
ini greiddi hann frá, hvussu
tey skuldu fyrihalda seg, tá
herindini komu, greiddi
Ása Súnadóttir frá.
Sjálvandi voldir sjúkan
ávísar
avmarkingar
fyri
Ásu.
- Tá vit fyltu átjan, tóku
allir
mínir
floksfelagar
koyrikort. Alt prátið í skúl-
anum snúði seg um hetta.
Hvussu hevði seinasti koyri-
tímin gingið. Kendi man nú
víkiskyldurnar. Og hvussu
við skeltunum. Eg kundi
bara lurta, tí eg slapp ikki at
taka koyrikortið, segði Ása
Súnadóttir.
Hinvegin hevur hon eisini
havt stór upplivilsi, sum
hon ikki hevði havt, var hon
ikki epileptikari.
- Eg var á einari summar-
legu í Danmark í fjør, og
har var so gott at vera, at eg
havi ikki orð fyri tí, segði
Ása Súnadóttir, sum sam-
stundis heitti á ungu epi-
leptikararnar um at melda
seg til leguna í ár, tí tað var
eitt upplivilsi fyri lívið.
So alt í alt kundi Ása
Súnadóttir staðfesta, at epi-
lepsi ikki er heimsins endi.
Epilepsi ikki heimsins endi
Páskastevna í Meinigheitshúsinum
Í døgunum 21. til 24 mars verður páskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn
undir heitinum »Tað er fullgjørt« Johs. 19,30. Byrjað verður við møti Langa
fríggjadag klokkan 18. har Hanus Simonsen, prestur talar og Kristiliga Sang-
kórið syngur. Møtini halda fram leygardagin, Páskadag og 2. páskadag – allar
dagarnar kl. 18.00. Páskadag kl. 22.00 verður eisini eitt Ungdómstiltak á
skránni. Á loftinum er ein »Páskastova« gjørd, har høvi verður – á ein serligan
hátt – at »merkja« tær fyrstu páskirnar – fyri skjótt 2000 árum síðani. Møtini
verða tulkað til enskt, tað verður barnaansing, bønarløta verður hálvan tíma áðr-
enn møtini og drekka verður aftaná. - Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði til møt-
ini og at uppliva »Páskastovuna«, lata tey heilsa úr Meinigheitshúsinum í Havn.
Stýra ikki marknaðinum
Ísland og serliga landsins búskapur hava fingið nógva
umrøðu teir seinastu dagarnar, men íslendski
fíggjarmálaráðharrin, Árni Mathiesen, leggur dent á, at
tað eru viðurskifti uttan fyri Ísland, sum eru orsøk til
fallið á partabrævamarknaðinum og tað fallandi
krónuvirðið. Í samrøðu við fjølmiðlarnar vildi ráðharrin
ikki siga, hvat skal henda, fyri at íslendska stjórnin
noyðist at fremja tiltøk fyri at ávirka gongdina á
gjaldoyra- og fíggjarmarknaðinum.
Danski gestarøðarin,
Mads Boe, greiddi
frá sínum tíggju
árum við epilepsi, og
hóast tað kann ljóða
paradoksalt, segði
hann seg vera glaðan
fyri at hava sjúkuna
EPILEPSI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mads Boe fekk síni fyrstu
epileptisku
herindi
sum
átjan ára gamal. Hetta var í
fyrsta umfari kveistrað til
viks sum avleiðingin av
einum túri í býnum. Men
tað skuldi vísa seg, at talan
veruliga var um epilspsi.
- Mín fyrsta reaktión var,
at nú var lív mítt oyðilagt.
Eg livdi í mong ár í noktan
fyri veruleikanum. Eg var
heldur ikki so illa plágaður
av sjúkuni, hevði eini seks-
sjey herindi um árið, og tey
vóru rímiliga løtt, greiddi
Mads Boe frá.
Fyrsta veruliga vendin
kom, tá hann í 2002 sum
duravørður fekk eini her-
indi, og henda hending
hevði so stóra ávirkan á
hann, at hann veruliga tók
seg saman.
- Eg legði av at drekka,
og tað var eitt stórt stig fyri
meg, tí tað snúði seg í
mestan mun um at ballast,
tá eg fór í býin, greiddi
Mads Boe frá.
Næsta broytingin kom í
januar 2003, tá hann skifti
lækna. Tá varð gamli heili-
vágurin skiftur út við nýggj-
an, og tá slapp hann púrasta
av við hjáárinini, sum ann-
ars høvdu plágað hann, og
samstundis hildu herindini
uppat.
Triðja stigið til eitt trupul-
leikafrítt lív varð tikið, tá
hann var á summarlegu í
2005.
- Tá var veitsla eitt kvøld-
ið, og eg gjørdi av at drekka
nakrar øl. Og dagin eftir
kendi eg mær einki hótta-
fall, og síðani havi eg
funnið út av hvar markið
gongur – og nú fari eg
ongantíð út um tað, segði
Mads Boe.
Til seinast í sínum inn-
leggi spurdi hann fundar-
fólkið, um tey hildu, hann
var glaður fyri at hava epi-
lepsi. Og hann svaraði sjálv-
ur.
- Jú, eg eri glaður fyri at
eg havi epilepsi, tí hevði eg
ikki tað, hevði eg ikki havt
tey fantastisku upplivilsi,
eg havi havt, og eg hevði
heldur ikki havt hitt unnustu
mína. So, jú, eg eri glaður
um, at eg havi epilepsi,
segði Mads Boe.
Glaður fyri mítt epilepsi
Ása Súnadóttir hevur lært at liva við epilepsi. Á fundinum í
Miðlahúsinum í gjárkvøldið greiddi hon frá sínum lívi sum
epileptikari
Mynd: Leo Poulsen
Mands Boe var annar av donsku fyrilestrarhaldarunum
Mynd: Leo Poulsen
Setið tykkum í samband
við Ásu Súnadóttir
Telefon 509512
sunadottir@hotmail.com
ella farið inn á:
kronisk-ung.dk
og lesið meir