Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 seg pent í, at flippa út við eini lítlari tasku, heldur enn við einum stórum frakka til dømis, vísir Kristin á. Spurd hvussu nógvar taskur, hon man hava selt ímillum ár og dag, sigur hon, at tað er ilt at meta um, men talið man liggja onkustaðni ímillum 150 og 200. Og framvegis er áhugin fyri taskunum stórur. - Eg haldi eisini, at taskurnar blíva við at vera so vælumtóktar, tí at eingin er eins. Tá fólk keypa eina tasku frá mær, vita tey, at tey eiga ta einastu av sínum slag í øllum heiminum, vísir Kristin á. Nýggj kollektión Hóast taskurnar hava verið seldar í fleiri handlum í Keypmannahavn, so hava tær í eina tíð bert verið at fingið hjá Beintu Vilhelmsen, skraddara, sum heldur til í Havn. - Í Danmark hava allar taskurnar verið útseldar. Tað er nakað síðani, at tey bóðu meg um at fáa nýggjar taskur, men eg havi ikki havt tíð at metta tørvin so hvørt. Hetta er jú í grundini bert eitt frítíðarítriv, tí eg havi arbeiði við síðuna av. Men sum so nógv annað snýr tað seg um planlegging, og nú er nýggja kollektiónin endiliga komin, greiðir Kristin frá. Spurd, hví tað er so spennandi at seyma burtur úr endurnýtslu, svarar hon, at tað er ein stór avbjóðing at endurnýggja pløgg, sum longu eru seymað. Hartil kann hon ikki oyðsla við toynum, tí hon hevur jú bert avmarkaða nøgd av hvørjum. Og so er tað eisini hugsanin um at endurnýta gamalt, heldur enn allatíðina at keypa nýtt, sum tiltalar. “Keyp-og- tveit-burtur” er jú annars er eitt av eyðkennunum við mótavinnuni. -Eg havi altíð eyguni við mær, og um eg síggi okkurt, sum eg haldi meg kunna brúka, so royni eg at fáa hendur á tí. Tað eru eisini nógv fólk, sum kenna meg og mítt savnaralyndi, og sum ringja, áðrenn tey tveita burtur. So tað er rættiliga stuttligt. Men húsini hjá mammu eru proppað við gomlum tingum, sum eg havi fingið, so eg veit ikki, um hon heldur tað vera so stuttligt, heldur Kristin flennandi fyri. - Men, heldur hon fram - Knappliga ein dag er tað júst einum ávísum gomlum plaggi, eg havi brúk fyri, og so veit eg, hvar eg kann finna tað, staðfestir hon. Og gongst sum ætlað, fer tørvurin á gomlu toygoymsluni heima hjá mammuni ongantíð at hvørva heilt. Tí Kristin ætlar sær av álvara at bróta upp um armar og nýta meiri tíð til tasku framleiðsluna aftur. - Eg eri júst liðug við mína nýggju várkollektión, og tí eru nýggjar taskur nú komnar í handlarnar aftur. Dreymurin er tó at gerast meiri støðuføst á marknaðinum, men eg taki bert eitt stig í senn. Tankin um at flyta heimaftur til Føroya dregur eisini, men eg kann jú ikki liva av at seyma leikbúnar í Føroyum, tí til tess verða alt ov fáir leikir settir upp. Tá hevði tað verið gott at havt taskurnar at dúva uppá eisini, sigur Kristin at enda. Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Myndir: Sunva Eysturoy Lassen Navn: Annu Kristin Bæk Fødd: 1978 Listanavn: AnnaBaek Heimasíða: www.annabaek.com Bústaður: Keypmannahavn Leiklist: Hevur at kalla altíð fingist við sjónleik og at seyma leikbúnar. Var við í ungdómsleikbólkinum “Brim”, og 15 ára gomul týddi hon vælumtókta “Grease –feitt í Havn” til bólkin. 18 ára gomul hevði hon høvuðsleiklutin sum Anna í stóra leikinum “Skeyk”. Og sjálvonnur týddi hon leikin um “Jósef og ótrúliga litfagra deymakotið” til føroyskt Útbúgving: Eftir studentaskúlan fór hon á Vestegnens Film- og Dramahøjskole í Keypmannahavn. Sìðani las hon Teatervidenskab á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon gavst tó, og fór ístaðin á sniðgevaraskúlan Columbineskolen, har hon í 2002 fekk prógv sum sniðgevi. Nú arbeiðir hon sum sjávstøðug innan sniðgeving og sjónleik, umframt hjá einum skraddara á Stroynum Seyming: Hon hevur altíð seymað og gjørt leikbúnar. Størsta avrikið man tó vera, tá hon gjørdi fleiri enn 80 búnar til “Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið” í 2004. Hon hevur eisini gjørt búnar til “Fame” og “Pipar og Salt”. Í Danmark hevur Kristin seymað leikbúnar á Café Teateret, Plan B og Den Anden Opera. Hon er somuleiðis kend fyri sínar sermerktu taskur, sum allar hava sína egnu søgu, umframt, at hon hevur seymað og selt G! húgvur á onkrum G!festivali. Kristin hevur somueiðis gjørt búnar til Fótatraðk, Húsakórið og Tarira F A K T A