Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 56 - 19. mars 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Ùr Leirvík hon kom So vøkur og von Hon giftist við pápa Sum so væl kundi práta Altíð hon er okkum kær Og barnaheimið tað var Reynagarð Tá so ferian var.... leiðin til Leirvíkar bar Á tey minnir ið vit hava har Tað kanska eingin annar sær Har vit settust á abbasa lær Vit so fegin takka Nú barnaárini fækka Og tú um tey sjeyti fer Mamma tillukku vit ynskja tær her Hendan heilsan frá øllum børnunum er Kærastu heilsanir Óløf, Oskar, Jónbert, Bergtóra, Bjørk og Anna Petra Ein heilsan til mammu okkara Tóru Henriksen á Sandi nú hon er sjeyti 22. mars 2008 Hugtungur setist eg at skriva hesi minningarorð um mín góða vin og starvsbróðir Bjarna á Válinum. Bjarni og tvillingsbróðurin Árni vóru bornir í heim á Válinum, Vest­ manna, sum yngstir av 11 systkjum. Mamman Jóhanna, vanliga nevnd Hanna, var ættað av Fjørðinum, Vest­ manna, og pápin var Christian Olsen, húsasmiður á Válinum og búðu tey alt sítt lív á Válinum. Fyrstu ferð eg lærdi Bjarna at kenna var, minnist meg rætt, á dekk­ inum á onkrum enskum trolara, sum lá við bryggju í Vestmanna har vit sum smádreingir høvdu fingið loyvi frá manningini at taka fisk, sum sat fastur í trolinum. Ikki var tað óvanligt at trolaramenninir fóru í lastina eftir fiski at geva okkum, um ov lítið var at fáa í trolinum. Hetta var undir seinna krígnum, tá lógu ofta rættuliga nógvir trolarar, sum fiskaðu undir Føroyum á Vestmanna og krokaðu, tá líkindi ikki vóru til fiskarí. Eg minnist, at vit vestmannabørn vóru ikki so lítið øvundsjúk inn á válabørn, sum bert gingu í skúla 2. hvørja viku. Á Válinum høvdu tey sonevnda »vandrelæraraskipan«, ­ lærarin var ávikavist í Leynum og á Válinum 2. hvørja viku. Vit báðir vóru sum ungir dreingir í timburlæru í Vestmanna, men tó hjá hvør sínum lærumeistara. Tá lærutíðin var liðug, manglaðu vit tó tað síðsta, at gera sveinastykkið, tað var ikki nakar skipaður tekniskur skúli í Vestmanna. Vit innskrivaðu okum báðir á Handverkaraháskúlan í Haslev á heystið 1955 og komu vit at búgva á kamari saman við einum skáladreingi, Ólavur Jacobsen, tað hálva árið, ið skúlin vardi. Vit báðir, Bjarni og eg, gjørdu sveinastykkið á vári 1956. Sigast kann, at vit vóru 52 næm­ ingar, sum gjørdu sveinastykkið sam­ tíðis og var okkara sveinastykkið, hvør í sær tey, sum royndust best og fingu vit báðir bronsumedalju. Eftir hetta fekk Bjarni arbeiði hjá einum timburmeistara í Schweiz, hóast hann ikki dugdi eitt orð av týsk­ um, sum varð tosað har, og hevði hann bara týskttalandi starvsfelagar. Teir smíðaðu mest hjá bóndum í Alpunum. Heimafturkomin úr Schweiz, tos­ aði hann væl týskt og kom hetta hon­ um væl við, tá hann afturkomin fór á skúlan í Haslev at lesa til byggi­ frøðing, har týskt var eitt av fakunum. Eftir lidnan lesnað arbeiddi Bjarni í fleiri ár hjá einum arkitekti í Næst­ ved. Sjálvur fór eg eisini at lesa til byggifrøðing á sama skúla og var liðugur á vári 1961 og fór í arbeiði hjá J. P. Gregoriussen. Palli fekk meir og meir at gera, so boð vóru send eftir Bjarna at koma til Føroyar at arbeiða hjá Palla. Um tað mundi var eisini nógv byggiarbeiði í Føroyum so Bjarni og eg gjørdu av at stovna egið byggivirki, og tá mest var at gera, høvdu vit fleiri fólk í arbeiði og eisini tríggjar lærudreingir, m.a. bygdu vit fyrsta terminalin á Flogvøllinum í Vágum. Hetta arbeiði stóð Bjarni fyri, men sum altíð í Føroyum gongur tað skjótt uppeftir og niðureftir við øll­ um, so longu í 1967 var arbeiðið nógv minkað, og í 1968 gjørdu vit av at gevast við byggivirkseminum og fóru til Grønlands at arbeiða, har nógv var at gera. Har vóru vit í mong ár. Bjarni var fystur at fara heimaftur og fekk arbeiði í byggifirmanum Danberg & Sørensen, og hevði hann millum mangt annað byggileiðsluna av nýggju útvarpshúsunum og Før­ oya Handilsskúla við Marknagilsveg­ in og fleiri onnur størri og minni arbeiði. Seinri, tá Danberg og Sørensen góvust, byrjaði Bjarni sum sjálvstøð­ ugur timburmeistari og hevur havt nógvar húsasmiðir og lærlingar í arbeiði. Sjálvur bygdi hann sær stór hús á Argjum og búði hann har til hann í fjør heyst bleiv raktur av álvar­ samari sjúku. Bjarni var í øllum tí hann tókst við sera røkin og álítandi og øll tey mongu arbeiði hann hevur staðið fyri eru vælaverk. Kom einaferð at ferðast til Dan­ markar saman við einum ánara av D & S, har Bjarni hevði arbeitt í fleiri ár og kom tosið inn á Bjarna, og eg minnist hann segði, at Bjarni var sera dugnaligur leiðari og fór væl um m.a. við bert at keypa tað tilfar, sum neyðugt var til tað, ið byggjast skuldi. Ikki er óvanligt, at tað fara heilir lastbilar av yvirskotstilfari á Brennistøðina, men tá Handilsskúlin, sum er eitt stórt timburhús var liðug­ ur, kundi avlopið av tilfari, bretti­ stumpar og annað rúmast í eini trillu­ børu. Hetta sigur ikki so lítið um hansara nærlagdni og røkiskap. 14 dagar áðrenn Bjarni andaðist, lá eg á Landssjúkrahúsinum á stovuni við síðina av Bjarna, og sást tað týði­ liga á honum, hvønn veg tað bar. Tað er við stórari samkenslu við Bjarna’sa nærmastu eg skrivi hesi orð og fari við hesum at lýsa frið yvir minni um mín góða starvsbróðir og vinmann Bjarna á Válinum. Petur Andreasen Minningarorð um Bjarna Olsen, byggifrøðing f. 1. juli 1934 d. 24. februar 2008 Mynd av Bjarna sum 21 ára gamal við teknibrettið, millum tveir klassakammerátar á skúlanum í Haslev veturin 1955/56 Føðingar 8. mars fingu Johanna Petersen, Runavík og Fróði Gutte­ sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2600 gr. 11. mars fingu Karin Simonsen og Djóni Højgaard, Toftir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3400 gr. 15. mars fingu Sunnfríð Nielsen og Jaspur Hansen, Saltang­ ará, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3850 gr. 15. mars fingu Olga og Jákup av Kák, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4300 gr. 16. mars fingu Sigrid Midjord og Kenneth á Argjaboga, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4350 gr. 17. mars fingu Rannva Sloan Jørgensen og Kári Sigvardsen ein son. Hann vigaði 2700 gram og var 52 cm. 18. mars fingu Annita á Fríðriksmørk og Páll Olsen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3400 gr. Brúdleyp Leygardagin 15. mars giftust í Keypmannahavn Brynhild Absalonsen, Tórshavn og Bogi Sivertsen, Norðdepil. Eftir gudstænastuna í Hvalbiar Kirkju 1. páskadag, verða Margretha Toftheyggj úr Hvalba og Daniel Lund Jespersen úr Nr. Søby, vígd. Veitsla verður fyri innbodnum í kantinuni í høllini í Trongisvági. Tann 11. januar fingu tey bæði ein son, og hann verður doyptur sama dag. Prógv Mary í Garði hevur í februar 2008 lokið prógv sum cand. merc. við lærda háskúlan í Århus við sergrein í strategi, organisatión og leiðslu. 90 ára føðingardagur Langafríggjadag, 21. mars, verður Sunneva Niclasen, Mið­ vágur, 90 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá Jóannesi, Kálvalíðvegur 38, frá kl. 16.00. Øll eru vælkomin. 85 ár Várjavndøgur 21. mars – sum í ár er langi fríggjadagur – fyllir Osvald Kjærbo í Havn 85 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 70 ár 1. Páskadag 23. mars verður Andrias Jørgensen, Leynar, 70 ár. Hann verður burturstaddur føðingardagin.