mikudagur 19. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
sum so verður sýnd fram á
stóru mótamessunum. Um
várið síggjast klæðini fyri
heyst/vetur og um heystið
síggjast klæðini fyri vár/
summar. Teir arbeiða altso ½
ár frammi í tíðini, men tað,
sum handlarnir bíleggja, skal
so hópframleiðast so hvørt.
Sum er hava tær tríggjar
ongan møguleika at arbeiða
soleiðis.
– Málið er sjálvandi at
koma við á slíkar messur, og
at kunna selja til handlar.
Men tað krevur fíggjarliga
orku, og tí leita vit nú eftir
áhugaðum íleggjarum, sum
kunnu føra okkum eitt stig
longur, greiðir Annfríð frá.
Hon leggur afturat, at tær
ynskja at fáa íleggjarar upp
í COLLINdamHANSEN
sum skjótast, tí tær hava
framvegis ikki slept vónini
um at sleppa við á móta
messuna í august, har vár/
summar mótin fyri 2009
verður sýndur fram.
– Vit hava havt eina
góða og óvanliga byrjan,
men hóast tað er vegurin
bæði langur og tungur fyri
framman. Tað eru nógvir
sniðgevar í Danmark, og
kappingin er hørð. Men
vit halda okkum hava ein
heilt serligan stíl, sum ikki
er serliga væl umboðaður
á mótamarknaðinum, sum
er. Dreymurin er, at hetta
verður okkara fulltíðarstarv,
og at vit fara at hava fleiri
viðurkendar handlar við
COLLINdamHANSEN
klæðum kring alt Danmark,
sigur Annfríð Hansen.
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
COLLINdamHANSEN eru:
Anja Collin 36 ár úr Havn, útbúgvin sniðgevi við
nógvum royndum, m.a. sum chefsniðgevi bæði hjá
kenda barnamerkinum Italy kids og hjá kenda merkinum
Kammakarlo
Stefania Dam, 29 ár úr Kollafirði, arbeitt sum skraddari í
fleiri ár, drúgvar arbeiðsroyndir. Er nú undir útbúgving til
námsfrøðing.
Annfríð Hansen, 35 ár av Toftum, hárfríðkanarkvinna við
egnari salong, nevnd Hansen & Zeneli, í Keypmanna
havn. Hevur tó altíð fingist við seyming og sniðgeving til
heimabrúk
• Kjólin hjá Julie R. Ølgaard er ein nýmótans
Marilyn Monroe. Koralreyður kjóli úr
silkichiffon við armygrønum silkibondum. Hon
ynskti ein kjóla, sum var ungdommiligur, og
sum ikki var ov berur.
• Laura Christensen fekk ein gudinnukjóla
til høvið. Gull/metallic kjoli við ermum,
seymaður úr haute couture toyið og chiffon.
Hon ynskti sær ein gudinnulíknandi kjóla.
• Kjólin hjá Neel Grønholt var ein grafiskur
kjóli í havfrúgvasniði. Lillaður við svørtum
bondum um ryggin. Hon ynskti ein grafiskan,
ungdommiligan kjóla.
Allar tríggjar sjónleikarinnurnar hava verið í
sambandi við COLLINdamHANSEN síðani
Oscarhandanina, og tær høvdu fingið nógvar
viðmerkingar í Hollywood um teirra sermerktu og
vøkru kjólar. Tær hava eisini bjóðað seg fram at
vera modell til fyrstu kollektiónina, sum skjótt verður
løgd út á netið.
Tær hava nevniliga allar tríggjar arbeitt seg
upp frá grundini, og eru í dag viðurkendar
sjónleikarinnur. So tær vita, hvussu langur vegurin
upp á toppin er, og vilja fegnar geva føroysku
sniðgevunum eina hjálpandi hond.
Kjólarnir:
Laura Christensen, Julie R. Ølgaard og Neel Grønholt á veg úr Limosininum og á tað reyða teppið
Mynd: Tina Jøhnk Christensen, Alloverpress