mikudagur 19. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 56 - 19. mars 2008
13
- Eg vil siga við føroyingar,
nú páskini standa fyri
framman, at tað ræður
um at liva lívið fult út nú,
tí framtíðin er ikki verd
at bíða eftir. At síggja tað
stóra í tí smáa. Eg vil eisini
siga við allar føroyingar,
at tað er týdningarmikið
at leggja merki til, at
uttan fyri ein sjálvan er
ein heimur. Og at vit hava
ábyrgd av tí objektiva
heimi, sum liggur uttan
fyri okkum sjálvi sigur
Jógvan Fríðrikson bispur
PáskaPrát
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Jógvan Fríðriksson varð vígdur
Føroya bispur 25. november og
tók við 1. desember í fjør.
Familjan flutti inn í Bispagarðin
3. jóladag. Páskini, sum nú
standa fyri durum, verða sostatt
fyrsta kirkjuliga hátíðina tey
koma at halda í nýggja heimi
num. Sosialurin vitjaði í Bispa
garðinum undan páskum og
spurdu vit bips, hvussu tað
kennist at skula halda hesa fyrstu
kirkjuligu hátíðina í hesum
nýggjum umhvørvinum!
Eg hugsi ikki so nógv um
tað, men tað kenst væl. Tað er
eisini ein stór ábyrgd at hava
átikið sær, tó at tað ikki má koma
inflatión í hetta orðið. Eg kenni
so eisini eyðmýkd. Annars hugsi
eg ikki í míni fatan av mær
sjálvum, at eg eri broyttur nakað
eftir at hava fingið hetta álit. Eg
ætli mær at vera Jógvan og vera
prestur og vera upptikin av
teimum samfelagsevnum, sum eg
havi verið upptikin av tey flestu
árini eg havi verið prestur.
Tað fyrsta nýggi bispur fór í
holt við var fíggjarlógin fyri
2008. Eisini hetta at skula
arbeiða í eini yvirtiknari kirkju. Í
báðum førum nakað nýtt fyri
nýggja bisp. Stórar broytingar
hava eisini verið í prestastættini,
har vit hava fingið ein nýggjan
og ungan prest í Kvívík, Henning
Bøgesvang er komin heimaftur,
Símun Jacobsen heldur fram í
Hvalba, og nú er arbeiðsorka
eisini farin til at innstilla nýggj
an prest til Suðurstreymoyar
eystara prestagjald fyri Marjun
Lómaklett. Hesin skal virka har í
fimm mánaðir. Talan er um Ann
Hansen, sum verður innsett í
Dómkirkjuni sunnudagin eftir
páskir.
Jógvan Fríðrikson sigur, at
embætisverkið og tey í kirkjuni
arbeiða nú við lóggávuni í sam
bandi við yvirtøkuna. Hetta sær
hann fram til, tí teir tónarnir vit
hoyra frá Mentamálaráðnum og
nýggja landsstýrinum og samlaða
løgtinginum eru jaligir. Stóra
uppgávan, sum liggur fyri
framman er at fylgja við í tí stóra
lógararbeiðinum, sum skal gerast
í sambandi við yvirtøkuna.
Og síðani at liva upp til tað
eg havi sagt fyrr, nevniliga at
fara út og vitja kirkjuráðini. Eg
havi boðað frá eini opnari
leiðslu. Tað er skilagott, at man
setir seg væl inn í tey málsøki,
sum eg skal umsita. Tí er so
umráðandi at vitja kring landið.
Verðin úti í Mykinesi er nú
einaferð ikki tann sama sum í
Tórshavn. Hon er eisini øðrvísi
inni á Strondum. So tað er ein
fyrimunur fyri okkum, sum skulu
umsita ta føroysku fólkakirkjuna,
at vit lurta okkum inn til andan á
staðnum. Jógvan Fríðrikson fer
so av álvara út at vitja kirkju
ráðini í apríl og í mai. Hann
hevur so sett sær fyri at hava í
minsta lagi 20 guðstænastur
kring landið um árið. Næsta
guðstænasta bispur fer at halda
verður í Dómkirkjuni um
páskirnar.
Størsta kristna hátíðin
Hvussu tá við páskahátíðini, sum
stendur fyri framman og hvat
hevur nýggi bispur at siga um
hana!
Páskini eru ein tann størsta
krisnta hátíðin. Tá hátíðarhalda
vit lívið, sigurin og gleðina.
Páskirnar eru eisini ein frálík
hátíð í so máta, tí tá vaknar eisini
náttúran rundan um okkum. Vit
síggja lívið vakna og tað spírar,
grør og sprettur. Páskirnar eru
eisini ein hátíð, sum sigur frá, at
tað eru dyr, sum eru latnar upp
fyri okkum, at vit hava ein
møguleika uttan mun til, hvussu
alt annars hevur lagað seg í lívi
okkara, ja, so er hvør dagur ein
nýggjur møguleiki. Fyri mær er
páskahátíðin tann hátíðin, tá vit
kunnu lata okkara egna
langafríggjadag, tað, sum er
miseydnað ella deyðin í okkara
egna lívi, liggja, soleiðis at vit
kunnu hava vón um ein bjartan
morgindag.
Hvat hevur páskaboðskapurin
at siga nútíðarmenniskjanum?
Páskaboðskapurin hevur
nógv at siga nútíðarmenniskja
num. Hetta at man kann steðga á
við eina optimismu. At man fær
at vita, at tað er vón. At tú –
hóast alt tað, sum eitur synd og
alt tað, sum darvar og er
miseydnað fær ein nýggjan
møguleika í lívinum.
Tað var okkara nýggi prestur,
Theodor Olsen, sum í eini sera
góðari prædiku, tá hann var
innsettur í Kvívík, vísti á, at vit
altíð hava ein nýggjan møgu
leika, at hvør dagur er ein gáva
og sum ein gáva eisini ein
nýggjur møguleiki.
Eg haldi tað er aðalmálið hjá
kristindóminum at sáa treysti og
ikki mistreysti, og at vit geva
menniskjum ein møguleika og
siga, at tín egni gerandisdagur,
soleiðis sum tú hevur valt at liva
hann, hevur týdning.
Eiga sjálvir at rísa upp
Men er tað ikki torført hjá eitt
nú teimum ungu og uppvaksandi
ættarliðnum at skilja týdningin
av, at Jesur reis upp, og hvussu
kann man greiða frá hesum
soleiðis at tey ungu skilja hetta
og taka tað til sín!
Tað er ein rættiliga stór
avbjóðing hjá kirkjuni og einum
hvørjum presti at fáa tað at sláa
ígjøgnum sum vit kalla eina
likamliga uppreisn. Tað hava
altíð í kirkjusøguni verið ymsar
uppfatanir av, hvat uppreisn
merkir, um tað merkir ein verulig
uppreisn, ella Jesus kanska
ongantíð varð deyður, ella tað
kanska eru vit, sum skulu rísa
upp. Eg plagi at kombinera hesi
tingini – at halda fast við Kristi
likamligu uppreisn og at vit
skulu rísa upp. Tað verður so
kallað ein loyndardómur í kristnu
trúnni. Men tað er sanniliga
eisini týdningarmikið, at vit
eisini sjálvi rísa upp. Tað er mín
tulking av hesum, og tað verður
tað eisini í ár í Dómkirkjuni,
nevniliga, at tað, sum er týdning
armikið, er, at vit eisini sjálvi
rísa upp, at vit hava eitt
abstraktiónsniveau. Sum kristið
fólk er tað ótrúliga skjótt, at vit
sjálvi kunnu hanga føst í
onkrum, sum hevur við okkum
sjálvi at gera og tíverri kanska
allaroftast, sum hevur okkurt við
onkran annan at gera. At man
líksum sjálvur rísur upp um tað
og megnar at opna dyr fyri sær
sjálvum og øðrum.
Og Jógvan Fríðrikson heldur
fram: Har haldi eg, at hin
kristna trúgvin sum ein upp
reisnartrúgv kann prædikka eina
gleði inn í einahvørja støðu.
Henda gleði er ikki bara ein
hugsjón men í roynd og veru, har
hon slær ígjøgnum, og tað
trúgva vit í lutherisku kirkjuni,
er andans gerningur, har skapar
hon ein veruleika.
Bispur tekur sum dømi frálíku
Aftankvirruna í Dómkirkjuni.
Tað eru veruliga fólk, sum eftir
eina guðstænastu, t.d. aftankvirr
una í Dómkirkjuni, sum er nógv
øðrvísi enn annað, eg havi roynt í
Føroyum, kenna á sær, at hon
gjørdi gott. Gav teimum eitt
sjálvsvirði. Tað var hugaligt at
síggja og hoyra Tórbjørn Jacob
sen, sum vit kenna sum ein
politikara og røðara av format,
sum í síni andakt í Dómkirkjuni,
segði seg vera so takksaman fyri
løtuna og ongantíð hevði kent
seg so eyðmjúkan. Tað sá man
eisini á honum. Her er serliga
vert at hava í huganum um
hvørvið í kirkjuni, altartalvuna,
har Jesus verður lagdur í grøvina
og vit síggja tríggjar tómar
krossar í setandi vesturskini. Tað
er í roynd og veru tann kristni
boðskapurin, at tú og eg vera ikki
krossfestir, tí ein annar er
krossfestur okkara vegna. Tí er
uppgávan hjá einum og hvørjum,
at vit ikki krossfesta nakran
annan.
Hvat vil tú siga við føroyingar
nú páskini eru í nánd!
Eg vil siga við føroyingar, nú
páskini standa fyri framman, at
tað ræður um at liva lívið fult út
nú, tí framtíðin er ikki verd at
bíða eftir. At síggja tað stóra í tí
smáa. Eg vil eisini siga við allar
føroyingar, at tað er týdningar
mikið at leggja merki til, at uttan
fyri ein sjálvan er ein heimur. Og
at vit hava ábyrgd av tí objektiva
heimi, sum liggur uttan fyri
okkum sjálvi. Góðar páskir.
Ræður um at liva lívið nú
Jógvan Fríðrikson, bispur saman við konuni Mariu uttan fyri teirra nýggja heim, Bispagarðin
Mynd Jan Müller