mikudagur 19. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
– Vit hava allar havt ein
dreym um at byrja okkara
egna merki í langa tíð. Men
vit hava aldri tosað nakað
serligt um tað, og tað var
faktiskt rættiliga tilvildarligt,
at tað kom í lag, greiðir
Annfríð Hansen, ið er ein
triðingur av sniðgevaratrio’ini
COLLINdamHANSEN frá.
– Vit vóru samdar um, at tá
vit so ofta høvdu trupulleikar
at finna klæði, sum umboða
júst okkara stíl, so máttu tað
vera fleiri onnur, sum eisini
høvdu tað. Og í januar
gjørdu vit tí av í felag at
fylgja dreyminum, sum vit
hvør í sínum lagi høvdu havt
so leingi.
Seymaðu til Oscar
handanina
Annfríð greiðir frá, at hon
nakrar dagar eftir hesa
avgerðina sá eina samrøðu
við Julie R. Ølgaard, Lauru
Christensen og Neel Rønholt
í sjónvarpinum. Tær skuldu
allar við til Oscarhandanina
í Hollywood, tí stuttfilmurin
“Om natten”, sum tær spæla
við í, var tilnevndur. Í sam
røðuni søgdu tær, at tær
ikki høvdu gjørt av, hvat tær
skuldu fara í til handanina.
– Eg gjørdi skjótt av og
sendi teimum mail um, at
vit í COLLINdamHANSEN
vóru sera áhugaðar í at gera
teimum kjólarnar. Og tær
takkaðu. Tað var fantastiskt,
tí tað vóru fleiri onnur kend,
donsk merki, sum eisini
bjóðaðu seg fram. Okkara
merki var ikki so frægt sum
endaliga stovnað, greiðir
Annfríð frá.
Hon ásannar, at tær hava
verið óvanliga hepnar.
– Vit vita, hvussu torført tað
er at fáa eina slíka uppgávu,
tí tað eru so nógv um boðið.
Og so at fáa hana sum sína
allarfyrstu uppgávu – ja, tað
er heilt óveruligt.
Hetta var fyrsta sniðgevara
uppgávan, sum Annfríð,
Anja og Stefania í felag
átóku sær, og tær høvdu
bert tríggjar vikur til at
sniðgeva, finna toy, seyma
royndarkjólar, seyma veru
ligu kjólarnar, umframt at
passa kjólarnar til. Annfríð
viðgongur eisini, at tað vóru
nógvar svøvnleysar nætur.
– Alt arbeiðið var gjørt
í tøttum samstarvi við tær
tríggjar sjónleikarinnurnar.
Okkara hugsan er nevniliga,
at tá tú skalt hava ein galla
kjóla, skalt tú hava møgu
leika at seta tín egna dám á
kjólan. Tað skal vera sum at
fara til frisør, har tú sama við
frisørinum finnur útav, hvussu
endaliga úrslitið skal vera.
Og tað eydnaðist sera væl,
staðfestir Annfríð.
Men skoðbráðið var
knapt, og tað var ikki meir,
enn tær megnaðu at fáa
alt liðugt til tíðina. Tær
arbeiddu líka til allarseinastu
løtu, og ein av kjólunum
var ikki latin eigaranum fyrr
enn úti í Kastrup –bert fáar
løtur áðrenn flogfarið til
Hollywood fór á flog.
Flúgvandi byrjan
Síðani Oscarhandanina
hava COLLINdamHANSEN
fingið fleiri bíleggingar bæði
til galla og brúðarkjólar. Tær
eru somuleiðis farnar undir
at gera eina kollektión, sum
er ætlað kvinnum í aldrinum
2050 ár. Tær umhugsa
harumframt eisini at fara
undir eina kollektión av
barnaklæðum. Framvegis
hava bæði Annfríð, Stefania
og Anja fulltíðarstarv ella
– lesnað við síðuna av
COLLINdamHANSEN. Og
so eiga tær allar børn –tvær
teirra eru einligar mammur.
Tað er ilt at síggja, hvussu
tað ber til at fáa alt at hanga
saman.
– Nú hava vit valt at satsa
uppá hetta, og vit hyggja
heldur at málinum enn at
forðingunum. Tá tú veruliga
brennir fyri nøkrum, so er tað
gleðin sum drívur verkið, og
tí gerst tað ikki so strævið,
hóast tú hevur nógv um at
vera, staðfestir Annfríð.
– Men, leggur hon aft
urat, – eg fari væntandi
skjótt niður í hálva tíð á
salongini, so at eg kann
arbeiða hálva tíð fyri
COLLINdamHANSEN, og
tað fara Anja og Stefania
somuleiðis at gera, greiðir
Annfríð frá.
Ynskja íleggjarar
Men hóast byrjanin hevur
verið góð og dreymarnir eru
stórir, so taka tær tríggjar
bert eitt stig í senn.
– Í fyrstuni ætla vit at
gera kollektiónir, sum vit
taka myndir av og leggja
út á heimasíðu okkara. Har
kunnu fólk bíleggja sær tey
pløggini úr kollektiónini,
tey vilja, og so seyma vit
tey so hvørt. Harumframt
ætla vit at seyma galla og
brúðarkjólar eftir umbøn. Tað
verður altso ein “herognú”
framleiðsla, tí sum er, hava
vit ikki fíggjarliga orku til
at gera, sum man plagar
innan mótaheimin, staðfestir
Annfríð.
Hon sipar til, at flestu
sniðgevar framleiða eina
kollektión hálva hvørt ár,
Tá Oscarhandanin herfyri var sýnd í
sjónvarpinum, sótu milliónir av spentum
hyggjarum kring allan heim framman fyri
skíggjanum. Men tríggjar føroyskar kvinnur
vóru serliga spentar. Anja Collin, Stefania
Dam og Annfríð Hansen høvdu nevniliga
seymað tríggjar av kjólunum, sum vóru at
síggja á reyða teppinum í Hollywood. Tað
var startskotið hjá føroysku sniðgevara
trio’ini COLLINdamHANSEN
Føroysk sniðgeving í Hollywood
Stefania, Linda og Annfríð, sum mynda COLLINdamHANSEN.
Mynd: COLLINdamHANSEN
Mynd: Tina Jøhnk Christensen, Alloverpress