Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 56 - 19. mars 2008 Andakt, sum Tórbjørn Jacobsen helt á aftans­ kvirruni í Havnar Kirkju tann 7. mars Lati okkum leggja hesa vælsign­ aðu friðarløtu í Harrans hendur. Maður, ið fær sína egnu tíðarrokning, er ikki hvør sum helst. Maður, hvørs navn, fatan og lagnudeyði hevur fingið alt størri týdning fyri mannaættini ígjøgnum eina greipu av millenni­ um eigur við vissu sæti hinu­ megin vanliga fatan og vísund. Rómverski deyðin á krossinum er markamótið, táið éin maður tekur á seg allar syndir, kollek­ tivu ábyrgdina á sínar herðar, samstundis sum stungin verður út ein kós, ein læra, sum í allar mátar skal vera etiska og moralska undirstøðukervi hjá mannaættini frameftir heilt til veraldar enda. Í túsund ár og meira afturat sang meginskald okkara um annað høpi. Jesus Kristus, sum Jesaja spámaður segði um, at hann rann upp sum runnur úr turrari jørð, hevur styrkt støðu sína í fatan menniskjans í tvey túsund ár og meira afturat, Hesin sonur Guðs, sum Magnus Dam Jacobsen sigur um í frálíku bókini Ì Grønlandi við Kongshavn: ”Á krossinum hongur Frelsarin, misskiltur og misbrúktur. Eingin skilti, at rópini út í oyðimørkina, vóru róp inn í tómar sálir, har onki bergmál var at finna. At heimsins ljós var innan í einum sjálvum. At hann ikki hekk har sum syndabukkur, men sum fyrimynd, sum sannleiki. Hann doyði fyri okkum og syndir okkara, men boðskapur hansara var, at fáa hvønn einstakan at finna sannleikan í sjálvum sær, sjálvur at taka ábyrgdina og skuldina. Bønin er tigandi, tøkkin er ljómandi.” Vit menniskjans er avmarkað. Vit fata tíð og stað í mun til okkara egna horisont. Sum svarta­ klukkan, ið stendur á botninum í súrhoyggjabrunninum og heldur at ljósið, sum gapið í erva avmarkar, er alheimurin. Vit kunnu við forvitni okkara í besta føri víðka og tamba sjónarringin stutta áramálið okkum er tillutað, men handan hetta stikið liggja tær villu víddar, sum so serliga væl vera lýstar í Hebreara­ brævinum 11. kapitli og fyrsta ørindi: ”Men trúgv er treyst í tí, sum vóna verður, sannføring um teir lutir sum ikki eru at síggja.” Hetta er sjálv ryggásin ímillum tveir mentalar heimar, hin fatandi, sum skilir og brúkar vísund til at skilja og bøta um vernd skapanarverksins dag eftir degi, og so hin trúgvandi, har ongin ítøkiligur verkligur fasittur kann leggjast fram fyri øðrum enn tær sjálvum, í samsvari við sannføringina í sál og handan skallabeinini hjá hvørjum einstøkum okkara. Hesin individuelli sannleikin, hendan einsamalla sannføringin, er kanska orsøkin til, at mong okkara hava eitt so dularfult eygnabrá, at kalla sum úlvaldurin, kamelurin, sum Viderø møtti á ferð síni til Jorsala: ”Einsamallur úlvaldur stendur har og gánar undan veðrinum, sokkin í undirdjúpar hugsanir, heimurin er ikki til fyrir honum. – Hundrað nøvn sigist Allah at hava, níti nýggju eru monnum kunn, einans úlvaldin veit hitt hundrasta. Ei undir í, at hann stendur dulin at sær með ovmetnaðarfullum yvirbragdi. Allah viti, hvat navn tað mun vera, og hvat tað merkir.” Júst í hesum spenningsfeltinum er tað, at Menniskjusonurin spælir sín avgerandi leiklut. Her er tað, at relatiónirnar spretta og fatlast, ­ at synergimegin sprongir øll mørk. Her daga fram allir ælabogans litir og her hava ótroyttiligu kenslurnar sína bráðpannu, ið liggur sum eitt kelduvað hjá tystum fólki í øllum tess fasettum. Spælt verður allegro, andante, crescendo. Megin í tónleikinum er so ymisk og innkomuvegirnir til Damaskus so mangir. Menniskja ein mýruvongur í stóru karusellinni, sum Skapari himins og jarðar gøllheldur í sínum lógva. Ei dáni í, at vestmenningurin Martin Joensen hevur latið seg íblása av hesum veldugu myndum. At hann eftir trega og eitt minni fall leypur seigliga um stikið, og til endans staðfestir, at nú tørvast hjálp frá einum timburmanni, og sum hann so spoyskliga tekur til: Kanska onkur býr í Nasaret. Í túsund ár og meira afturat hava vit føroyingar virka á og í hesum undirstøðukervinum. Í hesi sferuni. Skurðguðamyndirnar verða hevjaðar til skýggja og falla. Politiskir oddvitar verða dyrkaðir sum halgimenni í eitt og tvey ættarlið, men hvørva sum døggin fyri sólini, verða høgdir niður, tí teir røkka ikki yvir um stikið handan okkara verkligu fatan. Deyðiligir syndarar sum tú og eg, verðslig valdsmenninskju, sum í mestan mun virkaðu fyri egnan vinning ella tess verðsligu hugsjón, ið teir hildu skuldi lynna undir materiella gerandis­ dagin hjá samtíðarfólki teirra. Her fanst og finst ongin hetjudeyði, onki rationelt martyrium. Her var onki menn­ iskja handan kosmetisku fasaduna, sum átók sær syndir annara og til endans bløddi út á heygnum Golgata, ímeðan tey glataðu í ovfarakæti treðu deyðadansin. Í túsund ár. Apropos, um fáar mánaðir fara gøtufólk at seta upp eina standmynd av navnframasta bygdasoninum nakrantíð. Tróndi í Gøtu. Hetta er ikki ein skurðguðamynd. Heldur ein áminning um søgu bygdafólksins og landsins. Og kanska ein evarska lítil roynd at gera enda á heidningaspjaldri hansara, ið yrkti fyrsta sálmin vit kenna, og sum Mikkjal á Ryggi so sera væl hevur umyrkt í sálmabók okkara: Givnir eru einglar góðir, ganga ei eg eina má, ferðum mínum fylgja fróir fagrir einglar Guði frá; biði bøn eg, fyri Krist bera mína bøn teir vist; syngi sálm eg Guð at æra, Sær hann til mín lut at varða. Handan verðsliga stikið er ikki eittans megi. Har renna áhaldandi tær báðar meginrásir­ nar andvegis hvørji aðrari. Hitt illa og hitt góða. Samanbresturin. Konfrontatiónin. Hetta er dialektikkurin í evsta blóma. Vit eru nú aftur í kjarnu trýstsins, har sum tær stóru avgerðirnar skulu takast. Har peilast skal av eftir rættastu ýtum. Á Oljufjalli­ num, ­ í Getsemane. Sum stóra skaldið úr Gerðabrekku tekur til: ”Frelsarin græt yvir tað, sum hann skoðaði av Oljufjallinum, tí hann sá, at tær sundrandi krefturnar skapa skilnað alt inn í ævinleikan – tess vegna fell sveitti hans sum blóðsdropar á jørðina her í Getsemane. Getsemane merkir víntrong. Í eysturlondum var í hvørjum urtagarði víntrong, har vínber og ólivuber vurðu fargað, og vín og olja kroyst burtur úr teimum. Men Getsemane merkir meira; tað merkir ”víntrong heiftar – vreiði Guðs hins alvalda.” Og hendan ”víntrong” varð av sonnum trodd av, heiftar – vreiði Guðs hins alvalda. ­ ­ ­ Allar helvitiskvalir nívdu hann ­ ­ ­. Oljufjallið er ikki bara sam­ kváma himins og jarðar, heldur og samkváma himins og helvitis. Her stríddist Hann við hann, sum allar hinar sundrandi krefturnar ganga út frá, tær kreftur, sum valda hinum æviga skilnaði. Hetta stríðið var ikki strítt fyri at vit í ællar ævir skuldu setast hendur í favn í okkara gerandis­ degi. Okkara er leikluturin, at skipa og røkja skapanarverkið soleiðis, og við tí hugburði, at hvørt ættarlið bara hevur heimin til láns frá sínum børnum, abbabørnum, langommubørnum et cetera. Vit eru Guðs og Frelsarans pedellar í hesum heimi. Vit skulu haga um javnvágirnar. Um sinuskurvarnar í streymtalvuni. Komi at hugsa um ein loðs í Grimsby sum einaferð skuldi flyta eitt føroyskt fiskifar út eftir Humber ánni á eini flóð. Skiparin var soleiðis skikkaður, at hann hevði ongan hug at fara. Loðsurin royndi av øllum alvi at fáa hann fram á bonkarstokkin í bestikkrúminum. Hann lætst ikki um vón fyrrenn bretin blíðliga hótti hann við, at nú reið um snarið, skuldu teir klára flóðina. Tá svaraði skiparin so sera filosofiskt: ”There will always be a tide again.” Skal hendan hugspekin halda, er tað alvegis neyðugt, at vit fara um Guðs skapanarverk við skili, spekt og sóma. Fara sjóvarføllini at skeiklast av menniskjans óansni og vanrøkt býður ikki í bøtur. Jørðin gongur sundur. Tæðist í tógvar lutir. Mangt bendir á, at glúpskni og grádigheit eru í holt við at laða niður garðarnar Guð hevur sett okkum at røkja. At ein sníkjandi dekadensa er í fer við at taka yvirhond. Materian vinnur á andanum. Eitt meginrák í tíðini er tí vorðið hugtakið ”to be sustainable” – at vera burðar­ dyggur. Smátt um smátt gerast vit varug við, at vit hava gjørt okkum somikið inn á verk Drotsins, at eitthvørt má gerast skulu vit og eftirkomarar okkara Timburmaðurin úr Nasaret