Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008 Tað eru stórir møgu­ leikar í eini føroysk­ ari mótavinnu, men tað ber ikki til at leggja ein yvirskip­ aða ætlan fyri hesa kreativu vinnu. Tað er upp til hvønn einstakan mótaskapara at finna sína leið. Landsstýriskvinnan við vinnumálum er farin í holt við at kanna, hvussu tað almenna kann stuðla nýggjum vinnum á rættan hátt Føroyskir mótaskaparar og klædnaframleiðarar eru farnir at finna vegin út í heim, samstundis sum alsamt fleiri fólk alsamt oftari føra fram, at føroyingar skulu fiska eftir nýggjum vinnum og ikki bara hava fiskivinnuna at dúva uppá. Størsta og mest nýskap­ andi vinnuátakið, sum er gjørt higartil í ár, stóð móta­ fyritøkan Guðrun & Guðrun fyri, tá tær fyltu eitt flogfar við útlendskum gestum, flugu teir úr Keypmannahavn til Føroya og høvdu eina stóra mótaframsýning í hangarinum á flogvøllinum í Vágum. Átakið hjá Guðrun & Guðrun gav ekkó uttanlands, Mótav Føroyskar móta- og klædna- fyritøkur hava víst, at tað ber til at gera nakað við nýggjar vinnur í Føroyum, og nýggja landsstýriskvinnan við vinnumálum vil gjarna stuðul nýggjum vinnum á rættan hátt