Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 19. mars 2008 17 bera boðini. Veðurlagsbroytingar, sum kunnu fáa katastrofalar avleiðingar, dálking, ið vanskeplar heimin og ovurveiða og ekstravagant trároynd eftir tilfeinginum í havinum, eru bara nøkur dømi úr rúgvuni. Nú eru vit á markamótunum, har vísindin kann og skal koma alheimsins snældu til hjálpar. Á mótinum har vit, skil og heilamegi er mesta trotvøran. Nú eru vit aftur í Palæstina saman við stóra skaldinum úr Skálavík: ”Eg gangi mær suðureftir fram við vatninum, Genesaret vatni sjálvandi; sama deyðakyrd allan vegin. Í Betsajdu sessist eg niðri við sævarmálan og lýði á smáøldurnar, ið bera við strondina, eins og teskandi um gamlar dagar, táið strondin har var avtakin bátum, og útróðrarmenninir fingust við nótir og net, og táið roykur stóð upp úr hvørjum hroysi, og børnini leku sær um geilarnar, etandi livurmagar og rognadrílar, og møður stóðu úti fyrir durum lítandi sælar út yvir bygdina og vatnið, og spjallaðu um hin stórmerkiliga træsmiðin frá Nazaret, sum kundi siga monnum, hvar teir skulu fanga fiskin og kundi betur enn nakar formaður í Betsajdu at stýra báti í ringum sjógvi; ja, hann havdi javnvæl mettað margar túsundir manna með nøkrum fáum smáfiskum; men tað vakti bæði sorg og furdu, at hinir vænligastu ynglingarnir og bestu útróðrarmenn í bygdini skuldu fara frá øllum og binda felag við mann, sum einki gjørdi og átti ikki tak yvir høvdið og prísaði fátækar sælar og beyð monnum at liva, sum blómur og fuglar, onga áhyggju gera sær um mat.” Lopið er langt úr Jorsala til Roma, táið hann fyri føtur ”hins heilaga faðir” – Vicarum Dei – hoyrir menn spjalla um skamtanarmerki, bacon og egg. Nú eru vit aftur í æviga afturvendandi skiftinum ímillum materiu og anda. Har tað kann gangast úr spónalagnum, um illa vil til. Har grádigheitin kann gera seg inn á ein susteinablan heim. Onkuntíð møtast hesi tó á miðjum vegi. Hugsi um frásøguna hjá Sigurði Joensen í Útvarpinum, táið hann segði frá um ferð sína í Búgvanum. Hann var júst farin undir lestur í Keypmannahavn og gjáarmenn vitstu ikki betur, enn at hann vann sær nám á teologiska fakultetinum í ríkisins metropoli. Hann og ein eldri bygdamaður lógu nátt í Búgvanum. Bráðliga letur í hesum eldra: ”Tú Sigurð, táið tú verður prestur, gloym tá ikki at biðja fyri lomviganum.” Kristindómurin slapp ikki undan menniskjans meldri og merkiligu áhugamálum. Tað góða er í opnum stríði við tað minni góða. Sum Magnus á Kamarinum filosoferar í koyggjuni umborð á Kongshavn, á frívaktini í slavnu ístokuni við Grønlands strendur: ”Stóra sorgarsøga Kristussar er, at boðskapur hansara er vorðin sjakran og handil, tuskan og biddan, at býta, keypa og selja, forrætning, ella, skýbøklar av synd, iðran og ótta. Gleðiboð­ skapurin takkar, er ikki krevjandi, hann gevur. Bønin er eyðmýkt og viðurkenning av lívsins stórlæti og undirverki uppá gott og ilt. Einki at krevja enn av sjálvum sær Har finna ljósið, upprunan, sannleikan og lívið.” Máttu kirkjur okkarar, samkomur okkara og tey sum í lítiðlætni eru í samfelagi við Guði og soni Hansara, soleiðis sum evangelisturin Matteus sigur tað so væl í 6.6: ”Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær,” í allar ævir megna at hildið og styrkt samrenningarmegina um tað einasta ið eftir stendir, táið alt annað er foykt burtur. Til endans loyvi eg mær at takka grannanum, Dómkirkju landsins, fyri at tey, ið vara av henni, heittu á meg um at siga nøkur orð her í fedranna kirkju í kvøld. Nostalgiin leitar aftur til fyrstu Bíbliuna eg sum barn fekk frá ommu míni. Hon hvarv í djúphavinum við Noregis strendur, og stutt eftir tað lat táverandi bispur, Hans Jákup Joensen, táverandi krikjumálaráðharra og limi stiftstjarnarinnar hesar Heilagu skriftir í týðingini hjá stóru málmeistarum landsins, Dahl og Viderø. Vit hava nógv at takka fyri. Eisini fyri at Martin og Eyðun samsvarandi avtalu um korta stund fara at leika og syngja fyri okkum um húsasmiðin úr Nazaret. Eftir tað enda vit við sálminum hjá Tróndi: Givnir eru einglar góðir. Lat okkum nú til endans biðja saman. Hugsanirnar og bønin fer serliga til teirra, ið ongan góðan hava, teirra ið komu so illa undan, at jarðarlívið kann kennast sum ein tregi í gerandisdegnum, teirra ið liva í lívsins skuggagørðum og ein serlig kvøða fer í kvøld til mínar gomlu kollegar á føroyskum havleiðum og í fremmandum sjógvi. Lat Skapara himins og jarðar og Menniskjusonin verða við teimum og vera vitar okkara í lívsins verki, og lat trúnna vera sum hjá forfedrum okkara, ein líka inngrógvin og basalur partur av øllum okkara lívi og verki, sum matur og drekka, táið svongd og tosti setur at kroppinum. Faðir vár, Tú, sum ert í Himli. Heilagt verði navn Títt. Komi ríki Títt. Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørð. Gev okkum í dag okkara dagliga breyð. Og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá tí illa. Tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir. Amen.